Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Síðsta stráðið hjá B36 í Streymnesi Heðin Askham harmast, at topp­ skjúttin er skaddur, og hann ivast í, hvussu væl veteranarnir eru fyri, nú meistararnir í B36 við Odmar Færø og Jonas Flindt Rasmussen í miðverjuni orduliga hava knívin á barkanum Skal tað vera stríð um atgongd­ ina til altjóða avbjóðingar og møgu­ liga heiðursmerkir, ella skal tað fara at snúgva seg um at enda í ovaru hálvu. Tað er spurningurin undan vikuskiftinum, nú meistararnir í B36 skulu vitja við Margáir, har toppliðið EB/Streymur bíðar. – Hóast vit ikki spældu okkum víðari í europeisku kappingini, so bóru avrikini vónir við sær um, at tað nú skal fara at ganga betri, og vit hava góðar vónir, sigur B36 miðvallarin Atli Danielsen. Serliga hugaligt var tað í euro­ peisku kappingini, at miðverjarnir á meistaraliðnum í fjør, Odmar Færø og Jonas Flindt Rasmussen, eru aftur á liðnum og í somu styrki sum í fjør. Heini í Skorini er skaddur, og Klæmint Matras hevur ikki vant síðani stutta summarsteðgin. Tað kann væl vera, at hann ikki fer at spæla aftur. Hørður Askham er farin vestur í Vágar at royna seg, og harvið er bonkurin ikki so breiður hjá B36. Í EB/Streymi eru Marni Djur­huus, Egil á Bø og Pætur Dam Jacob­sen tøkir aftur eftir langan skaðasteðg. Á útivølli í europeisku kappingini var tað dyggur smeitur, at Arnbjørn Hansen var so mikið skaddur, at hann ikki var førur fyri at spæla, og toppskjúttin er fram­vegis skaddur. – Vit hava fótað okkum eftir stóra vónbrotið, sum tað var við 2-0 tapi at fara úr europeisku kapp­ ingini upp á útivallarmál. Tað verður altíð øðrvísi, tá ið Arnbjørn ikki er við. Vit hava fleiri møguleikar fyri aðrari loysn. Tað er týdn­ing­ armikið, at álopsparturin fæst at rigga soleiðis, at vit kunnu varðveita bóltin frammarlaga á vøllinum, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi. Teir í Sundalagnum hava ikki hildið summarfrí. Stóri spurning­ urin er, hvussu væl royndu menn­ inir eru fyri, sum leingi hava verið skaddir. Tað fæst at síggja sunnu­ dagin. – Teir vunnu fyrr í ár 2-1 ímóti okkum, hóast Arnbjørn og Gert ikki vóru við, og hóast Pauli noyddist av vøllinum longu í 1. hálvleiki. Tað sigur okkum, at teir hava nógv at taka av, og at avbjóðingin hjá okkum verður stór undir øllum umstøðum, men vit trúgva upp á tað. Takið er at fáa avrikið at líkjast tí, sum vit vístu í europeisku dystunum í summar, heldur Atli Danielsen hjá B36. EB/Streymur-B36: Lars Múller sunnudagin kl. 15.00. FC Suðuroy eigur framvegis fyrsta sigurin til góða. Sam­ bært støðutalvuni eigur møgu­ leikin at vera størri fyri úrtøku hesa ferð enn so ofta áður. B68 er næstaftast, og tað sigur seg sjálvt, at toftamenn eru svang­ ir. Á nýggja graslíkinum eydn­ aðist tað TB undan summar­ steðginum at javna til 1-1 í evstu løtu. Tað kendist sum stórt vónbrot hjá B68. Í summar­ steðginum hevur ein 22 ára gamal danskari, Jon V. Ander­ sen vant á Svangaskarði, men enn hevur einki verið at frætt um, at nakar nýggjur skal hjálpa til. Keita er tøkur aftur, meðan Kamara framvegis er langtíðaskaddur. Christian Høgni Jacobsen og Jóhan Dávur Højgaard eru leikbannaðir. Hjá FC Suðuroy er tað kom­ ið dátt við, at verjuálitið, Heini Vatnsdal, er so mikið skaddur, at hann ikki verður við næstu vikurnar. B68-FC Suðuroy: Rói Jacob­ sen sunnudagin klokkan 15.00. Botnurin hittist á Svangaskarði Næstu vikuna skal NSÍ tvær ferðir suður í Gundadal. Sunnu­ dagin at spæla ímóti HB, og ólavsøkudag er B36 á skránni. Setningurin hjá NSÍ er at varðveita plássið í bestu deild­ ini. Eli F. Nielsen og Høgni Midjord, sum higartil í ár hava roynt at spæla seg inn á HB liðið, hava seinastu dagarnar vant í Runavík. Um teir megna at spæla seg á NSÍ liðið er ógreitt. Heilt greitt er tað, at Pól Jóhannus Justinussen verður aftur at síggja á besta liðnum í barndómsfelagnum. Ivaleyst verður tað í fram­ rættaðum leikluti. Jóhan Troest Davidsen er eisini uppvaksin í NSÍ, og hann verður at síggja í Gundadali sunnudagin, eftir at hava verið uttanlands. Hann skal hjálpa til at tippa í HB miðverjuni, har holini hava verið stór. Í fram­ rættaða partinum eru gamlir kenningar komnir afturíaftur: Rógvi Poulsen og Rókur Jespersen skulu hjálpa HB at vinna seg av fimta plássi og nærri toppinum. Hallur Hansson hevur sein­ astu vikurnar verið á flat­lond­ um og royndarvant á Fyn og í Aalborg. Hann verður tó við á HB liðnum sunnudagin. HB-NSÍ: Rúni Gaardbo sunnu­dagin klokkan 15.00. Nýggjar útgávur í Gundadali TB fær í morgin vitjan av KÍ. Tá ið liðini hittust í Klaksvík var úrslitið málleysur javnleikur. Síðani tá hevur KÍ vunnið níggju ferðir og tapt eina ferð, og TB hevur vunnið fýra ferðir, tapt tvær ferðir og fýra ferðir spælt javnt. Setningurin hjá KÍ er at vera við í stríðnum um heiðurs­ merkir, og hjá TB er hann at sleppa undan hóttanini av niðurflyting. Í vikuni varð greitt, at mið­ vallarin Filip Djordjevic ikki heldur fram í Klaksvík. Nenad Stankovic, sum í fjør spældi við KÍ, er komin til TB at styrkja um miðvøllin. KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør hevur ikki vant í vikuni, tí hann er skaðaplágaður, men tað verður roknað við, at hann verður við í Trongisvági. Álvur F. Christiansen er tøkur aftur eftir leikbann. Síðst loysti Johan Jacobsen av á høgra vongverja. Nú er hann burtur­staddur. TB-KÍ: Ransin N. Djurhuus sunnudagin kl. 15.00. Miðvøllurin styrktur og viknaður