fríggjadagur 20. juli 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. juli 2012 · Nr. 83
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Alt meðan føroyskir súkklufjepp
arar saman við restini av heiminum
fylgja við Bradley Wiggins, Cadel
Evans og øllum hinum í Tour de
France, sleppa teir nú at uppliva
súkklingina heilt tætt við Torkili
Veyhe, Gudmundi Joensen og hin
um í Effo Kring Føroyar. Føroya
størsta súkklukapping fer nevniliga
av bakkastokki í dag og heldur fram
alt vikuskiftið.
Skipanin nakað broytt
Skipanin er nakað hin sama sum
hini árini, men tó eru smávegis
broytingar gjørdar.
Roynt hevur altíð verið at koyra
á so nógvum oyggjum sum tilber. Í
ár er einki undantak, men ístaðin
fyri at koyra fimm etpaur í fimm
dagar, verður í ár koyrt fýra etapur
uppá tríggjar dagar. Eitt vikuskifti
á tamb. Hart, men eins fyri allar.
Tann súkklari, ið er best fyri, og
hevur frískast bein, tá aftur verður
farið uppá hjólhestin, tá stóra takið
skal takast, tá endaspurturin skal
traðkast verður vinnari av ársins
kapping funnin.
Í ár verður byrjað í Vágunum,
nevniliga í Sørvági. Hetta verður
fríggjadagin 20. juli. Byrjað verður
við Effostøðina í Sørvági. Kappingin
endar sunnudagin 22. juli, og final
an verður aftur í ár í Gundadali,
har Effostøðin í Gundadali verður
karmur stóra endaspurtin.
Suðuroyggin upp og niður
Vanliga byrjar ein slík kapping við
fleiri teinum við einum prologi,
einum stuttum einkultstarti. Ong
in prologur verður í ár, men byrj
að verður við landa-vegkoyring,
og
gongur
leiðin
úr
Sørvági,
gjøgnum undirsjóartunnilin, norð
ur gjøgnum Sundalagið, yvir um
brúnna við Streymin, gjøgnum
tunnilin, út gjøgnum Skálafjørðin,
til Runavík, har vent verður um
rundkoyringina uttan fyri gamla
Sjómansheimið.
Leiðin
gongur
síðan mál, og tað er við Effostøðina
í Saltangará.
Teinurin er góðar 80 km langur.
Leygardagin skulu súkklarar
stríðast niðan úr Øravík, niðan úr
Fámjin, um Hovsegg o.s.fr. Leiðin
gongur av Tvøroyri til Fámjin, har
vent verður á keiini. Leiðin gong
ur síðan um Hovsegg, til Porkeris,
gjøgnum Vág og víðari til Lopra.
Vent verður í Lopra, og leiðing
gongur síðan aftur á mál, ið er við
Effostøðina í Vági.
Teinurin er umleið 60 km.
Ein stríggin sunnudagur
Sunnudagin eru tvær kappingar
á skránni. Sunnumorgunin skulu
súkklarar koyra kapp móti klokk
uni. Einkultstartur er tá á skránni,
og er hesin einkultstartur góðar 17
km langur.
Leiðing gongur av Vagli-num í
høvuðsstaðnum, út eftir Strond,
eftir Ringvegnum, og út á Norðasta
Horn, har vent verður. Síðan verður
koyrt somu leið á mál, har kvinnur
og menn heilt vist gleðast um aftur
at síggja standmyndina av Rasmus
Effersøe. Vaglið er málið.
Seinnapartin
skulu
súkklar
ar aftur kappast. Hesa ferð í enn
einari landavegsúkklukapping, ella
felagsstarti, sum tað eisini verður
kallað.
Her verður ikki, sum vanligt er,
koyrt frá býi til bý, ella bygd til bygd.
Koyrt verður inni í høvuðsstaðnum,
og koyrt verður fimm stór umfør og
síðan fimm smá, har byrjað verður
við Effostøðina, ella Fast handilin í
Gundadali.
Leiðing gongur fyrst niðan eftir
Gundadalsvegnum,
eftir
Ring
vegnum, Yviri við Strond, niðan
gjøgnum
Jónas
Broncksgøtu,
framvið
SMS,
og
niðan
til
Effostøðina í Gundadali. Hesin
teinur er umleið seks km, og skal
koyrast fimm ferðir. Síðan skulu
fimm smá umfør koyrast. Tá verður
koyrt runt um Stadionøkið, tvs.
niðan gjøgnum Gundadalsvegin,
eftir Ringvegnum, oman gjøgnum
R. C. Effersøesgøtu, og so inn aftur
á Gundadalsvegin. Hesin teinur er
um 2 km langur og skal sum sagt
koyrast fimm ferðir.
Teinurin er ikki langur, men
harður, og er eisini taktiskt og
tekninsk harður, eftirsum avgerðin
saktans kann fella á strekkinum R.
C. Effersøesgøtu og um svingið inn
á Gundadalsvegin.
Torkil Veyhe favorittur
Ein av favorittuum at vinna kapp
ingina í ár er uttan iva Torkil
Veyhe, sum hevur havt eitt gott
kappingarár higartil. Torkil koyrir
í næstbestu deildini í Danmark, í
B bólkinum, og har vann hann sær
herfyri eitt triðjapláss.
Vegna
seinu
tilmeld
ingarfreistina, so enn er ilt at siga
hvør annar kann bjóða Torkil
av. Onkur dani verður við, og
íslendingar eisini, men ein sum
heilt vist fer at bjóða Torkil av
er tann altíð so vælkoyrandi
Guðmundur
Joensen.
Báðir
eru teir sterkir tá kappast verð
ur í einkultstarti, og eftirsum
einkultstarturin sunnumorgunin
ikki er so langur, so fellur avgerðin
nokk
ikki
í
einkultstartinum.
Heldur fellur avgerðin millum teir
báðar høvdingarnar í Suðuroynni,
og allarhelst verður tað niðan úr
Fámjin, at slagið fer at standa.
Unglingar, motionistar,
kvinnur og menn
Í Effo Kring Føroyar 2012 sleppa
unglingar og motionistar eisini at
royna seg. Og sum vanligt er koyra
tey ein styttri tein.
Sunnudagurin verður eins fyri
øll, men fríggjadagin, tvs. Vágar- og
Eysturoyarteinurin verður nakað
styttri. Tá byrja unglingar, kvinnur
og motionistar í Kollafirði. Byrjað
verður við Kirkjuna í Kollafirði.
Í Suðuroynni skulu unglingar,
kvinnur og motionistar eisini koyra
ein styttri tein. Øll byrja á Tvøroyri,
men ístaðin fyri at koyra til
Fámjin, gongur leiðin hjá kvinnum,
unglingum og motionistum beina
leið niðan á Hovsegg. Síðan gjøg
num Porkeri, til Vág, til Lopra at
venda, og so á mál við Effostøðina
í Vági.
Umframt at finna vinnaran
í ársins Kring Føroyar kapping,
skal eisini sterkasta liðið finnast.
Kappingin verður aftur í ár ein
liðkapping. Fleiri lið hava tilmeldað
seg, og spennandi verður eisini
at fylgja við hvat lið er sterkasta
liðið. Tað skulu í minsta lagi tríggir
súkklarar manna eitt lið, og tað er
tíðin hjá nummar eitt og tvey, sum
telja í hvørjari kapping.
albinus@sosialurin.fo
Nú byrjar føroyska
súkklubrakið
Súkkling Frá í dag og restina av vikuskiftunum skulu føroyskir, danskir og íslendskir súkklarar kýta seg til
tað allar síðsta fyri at prógva hvør er stinnasti súkklarin í føroysku fjøllunum. Nú byrjar Effo Kring Føroyar!