Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 83 ·20. juli 2012 8 VIKUSKIFTI Brúdleyp Óli Jákup Jacobsen post@sosialurin.fo Í morgin giftast í Eiðis kirkju Edith Kruse av Eiði og Edvard Pauli Andrea­ sen úr Tjørnuvík. Fyri at fáa byrjanina til søguna um Edith og Edvard Paula mugu vit átta ár aftur í tíðina, aftur til 2004. Fekk nummarið frá vini - Eg haldi, at fyrstu ferð eg ordiliga kom at kenna Edvard Paula, var, tá vit bæði gingu í framhaldsdeild í felags­skúlan­ um á Oyrarbakka, sigur Edith. - At kenna er kanska nakað nógv sagt. Vit komu at vita um hvønn annan har, sigur Edvard Pauli. Men tað varð skjótt, at Edith og Ed­ vard Pauli komu at kennast betri. - Vit høvdu fleiri felags vinfólk, sum vit so hittust ofta hjá. Tá vit so vóru eini 18-19 ár, byrjaði kennskapurin at út­vikl­ast til nakað meira, sigur Edith. - Eg hevði ein lítlan trupulleika: Eg hevði ikki nummarið hjá Edith. Tá var einki Facebook, har man lættliga kundi koma í samband við eina gentu, sum ein hevði áhuga í. Men tíbetur vóru far­tele­fon­irnar komnar, sigur Edvard Pauli flennandi. - Eg valdi at spyrja ein vinmann hjá mær um hennara nummar, sum eg visti hevði tað. Av onkrari ella aðrari orsøk gav hann mær sítt egna nummar. So tað undr­aði meg eitt sindur, at ’hon’ ikki svar­aði, tá eg spurdi hana nakrar ferðir, um hon hevði hug til at fara biltúr. Men tá hevur tað sjálvandi verið vinmaður mín, sum hevði fingið boðini, sigur Ed­ vard Pauli flennandi. - Men tað varð skjótt orðnað. Hann fekk mítt nummar, og tá fekk eg so sms’ini frá honum. Eg byrjaði so eisini tá at tjekka telefonina nokk so regluliga bara fyri at vita, um Edvard Pauli nú kanska hevði skrivað mær eini sms, sig­ ur Edith smílandi. Fyrsti biltúrur til Gjáar Tað gekk ikki leingi, áðrenn sms’ini blivu til meira. - Eitt sunnukvøld fekk eg eini sms, har Edvard Pauli spurdi meg, um eg tím­di at koma ein biltúr við sær. Eg varð ordiliga glað og spent, og tað tímdi eg sjálvsagt, sigur Edith. - Tað var ein stuttlig og spennandi tíð. Eg var sjálvandi eisini spentur og hugsaði, hvar vit skuldu fara. Tað end­ aði so við, at vit fóru til Gjáar okkara fyrsta biltúr, sigur Edvard Pauli og hygg­ur at komandi konu síni. Edith og Edvard Pauli búðu í hvør sín­ari bygd, so bilurin varð nógv nýttur. - Tá vit byrjaðu at fjasast, búði eg í Havn, har eg lærdi til elektrikara. So onkuntíð koyrdi eg fyrst til Eiðis eftir Edith, koyrdu vit so til Havnar at keypa pizza, síðani norður aftur at koyra Edith heim, áðrenn eg so aftur mátti koyra til Havnar, sigur Edvard Pauli. - Vit brúktu eisini nógva tíð saman at hyggja eftir film. Men hvørgin okk­ ara átti nakað serligt av filmum, so fak­tist hugdu vit meira eftir Friends, tek­ur Edith til. Í ein mánað fjasaðust Edith og Ed­ vard Pauli, áðrenn tey gjørdust par. - Eg veit ikki heilt, hvussu vit til síðst valdu, at tað skuldi verða vit bæði. Áhugin hjá okkum báðum vaks bara fyri hvørjum øðrum, og eg haldi, at tað var bara ein ógvuliga slættur og glíð­ andi yvirgangur, sigur Edith. - Ein hending, sum eg minnist sera væl, var, eina ferð eg var í brúdleyp, og Edith var á Mallorca við nøkrum vin­ kon­um. Tá ringdi hon til mín frá eini tele­fon­boks, og tá var fyrstu ferð, at hon segði ’eg elski teg’, sigur Edvard Pauli smílandi. Fingu dreymabarn í Danmark Edith og Edvard Pauli hava síðstu seks árini búð í Keypmannahavn, og búgva tey har enn. Edith hevur lisið til service­øk­on­om, meðan Edvard Pauli er vorð­in sterkstreymsverkfrøðingur. - Summarið 2006 flutti eg niður í lestrar­ørindum, sigur Edvard Pauli. - Eg fekk ikki komið við tað sama, tí eg arbeiddi sum flogterna. Men eg flutti so niður tríggjar mánaðir seinni, sigur Edith. - Tað var faktist fyrstu ferð, vit búðu saman. Í 2009 hendi so nakað, ið endavendi lívi­num hjá Edith og Edvard Paula. - Tá fingu vit eina dóttir, sum vit val­ du at kalla Klára Døgg. Eg varð liðug við útbúgving í juni, sum hon varð fødd í september, so hon var veruliga okkara dreyma­barn, sigur Edith. - Ja, tað er einki at ivast í, at hon hev­u­r verið tað mest fantastiska, sum er hent okkum báðum, slær Edvard Pauli fast. - Vilt tú giftast við mær? Tosið um brúdleyp hevur ongantíð reiði­liga fylt so nógv hjá Edith og Ed­ vard Paula. Ikki fyrr enn dóttirin kom í verðina, byrjaðu tey so smátt at tosa um at giftast. - Hvørji jól áðrenn vit fara heim til Før­oya, plaga vit at halda eini mini- jól fyri okkum sjálvi heima í íbúðini. Aftaná at døgurðin var etin, fóru vit at pakka upp gávurnar. Eg fekk eini boksara­shorts frá Edith, sigur Edvard Pauli flennandi. - Gávan frá Edvard Paula var nokk so lítil, so eg væntaði, at tað fór at vera ant­in ein hálsketa ella onkur ringur. Tá eg so opni, fer hann niður á knæ og spyr, um eg vil giftast við sær. Tað kom heilt óvart á meg, og eg fór at gráta av - Gávan frá Edvard Paula var nokk so lítil, so eg væntaði, at tað fór at vera antin ein hálsketa ella onkur ringur. Tá eg so opni, fer hann niður á knæ og spyr, um eg vil giftast við sær. Tað kom heilt óvæntað á meg, og eg fór at gráta av gleði og segði sjálvsagt ja beinanveg. Les her um Edith og Edvard Paula, og um hvussu Edvard Pauli helt seg senda sms til Edith, men sendi til vinmann Fekk brúðarring í jólagávu Vit skulu giftast!