Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 83 ·20. juli 2012 9 gleði og segði sjálvsagt ja beinanveg, sig­ur Edith. - Eg var nokk so spentur, men eg haldi, at eg dugdi at stýra mær nokk so væl. Men tá eg so sá reaktiónina hjá Edith, varð eg eisini rørdur. Eftir at Edith hevði givið Edvard Paula sítt ja, skuldu tíðindini berast víðari. - Vit ringdu til foreldrini fyrst og síðani til vinkonurnar. Tey vóru sjálv­ andi øll ordiliga glað, men av tí at eg var tann fyrsta vinkonan, sum skuldi giftast, so vóru tær eyka uppi at koyra, sig­ur Edith flennandi. Kanska Kingokórið kemur Vígslan hjá Edith og Edvard Paula verð­ur í Eiðis kirkju í morgin, 21. juli. Sig­ur man Tjørnuvík, so slepst ikki und­an at siga Kingokórið. - Vit vóna, at Kingokórið kemur at syng­ja, bæði tí eg sjálvur eri tjørnu­vík­ ingur, men eisini tí, at okkum dám­ar sera væl Kingokórið. Fleiri av kór­limu­ num verða ikki til staðar, men vónandi fer tað at lata seg gera óansæð, sigur Ed­vard Pauli. - Brúðarkjólan havi eg keypt hjá ein­um skræddara í Danmark. Eg haldi, at hann er ordiliga flottur, men Edvard Pauli hevur ikki sæð hann enn. - Eg eri øgiliga spentur uppá at síggja Edith í brúðarkjóla. Tað er heilt víst, at eg verði rørdur til tára, tá eg fari at síggja hana koma gangandi fram eftir gólvinum undir liðini á pápa sínum, sum hon fer at verða mín brúð­ ur, sigur hann. Brúdleyp á G! Summarið er stutt, og nógv fellir á sama vikuskifti. Tað mugu Edith og Ed­vard Pauli eisini ásanna. - Í fjør vóru vit á einum brúdleypi, sum fall saman við G! festivalinum. Tað fekk brúðarparið at hoyra fyri gjøgnum alt brúdleypið, so tá ætlaðu vit at leggja okkara brúdleyp vikuskiftið millum G! festi­valin og ólavsøku, sigur Edith. - Trupulleikin varð bara tann, at G! festivalurin varð fluttur eina viku sein­ ni í ár enn í fjør, so hann fall saman við okk­ara brúdleypi, sigur Edvard Pauli. - Men tað gerst ikki við. Vit tímdu ikki at fara at flyta og broyta alt, tí so nógv hevur G! festivalurin heldur ikki at siga. Veitslan verður fyri innbodnum í bygd­ar­húsinum í Hósvík. - Vit hava bjóðað 150 fólkum í brúd­ leyp. Maturin verður trýrættað matar­ skrá. Forrættur verður dampaður tosk­ ur, høvuðsrættur verður nakkafillet av svíni, meðan desertin verður choko­ lada­kaka við ísi, sigur Edith. Skulu hava sama eftirnavn Edith og Edvard Pauli hava longu búð saman í fleiri ár, so broytingin fer ikki at vera so stór eftir brúdleypið. - Tað besta við at vera gift, vænti eg, er tryggleikin, at nú er síðsta stigið tik­ið. Tá man hevur børn, eigur man gift­ast, haldi eg, sigur Edith. - Eg gleði meg eisini til at kunna siga ’kona mín og eg’, og at vit kunnu vera ein familja við sama eftirnavni. Hvat tað verður, hava vit ikki avgjørt enn – men tað verður so ikki Kruse, sig­ur Edvard Pauli flennandi. Óansæð hvat eftirnavnið verður, so kunnu Edith og Edvard Pauli frá í morg­in av kalla seg maður og kona. - Eg minnist sera væl, tá Edith var á Mallorca við nøkrum vinkonum. Tá ringdi hon til mín frá eini telefonboks, og tá var fyrstu ferð, at hon ,segði ’eg elski teg’ Mynd: Heinesen myndir