Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 83 ·20. juli 2012 14 VIKUSKIFTI heilsa Janus á Ryggi post@sosialurin.fo Siðbundni heilsuboðskapurin seinnu mongu árini hevur verið: Skalt tú klænka, mást tú eta færri kaloriur; einamest minni feitt og røra teg nógv meiri. Men boðskapurin frá ”nýggju kostráðgevunum” er greiður: Gomlu kostráðini eru heilt miseydnað. Tí síðani heilsumyndugleikar einaferð í sjeytiárunum fóru at fráráða fólki at eta feitt, er fiti vorðin ein rættulig fólkasjúka í stórum pørtum av heiminum. Ráðini um at skera feitti niður riggaðu ikki, og tíðin er komin til at ganga aðrar leiðir fyri at basa stóra trupuleikanum, eru boðini frá teimum. Tey flestu munnu hava hoyrt um ”Atkins kurin”, ið nú fær stuðul frá ávísum pørtum av kostvísindini. Atkins kururin snýr seg um, at av álvara skerja kolhydratirnar – einamest eplir, rís, pasta og breyð, sum annars er partur av grundarlagnum undir siðbundnu kostpyramiduni. Ístaðin loyvir kururin óavmarkaðari inntøku av feitti og proteinum. Í roynd og veru er talan um eitt slag av dreymakuri fyri mong – tú kanst eta so nógvar búffar, egg, bacon og smør sum tær lystir. Tað einasta tær nýtist at gera fyri at klænka teg, er at skerja kolhydratini niður til eitt minimum. Nógvir læknar og kostráðgevar øtast við og ávara um, at hóast fólk kanska síggja úrslit og tapa seg, so eru stórir vandar fyri hjartatrupuleikum og øðrum lívsvandamiklum sjúkum. Aftursvarið frá Atkins verjunum er: at hetta ikki er prógva. Tvørturímóti fáa kolhydratini stóran part av skyldini fyri ovurfitina. Nátúrligt feitt er sunt, eisini djórafeitt. Bert transfeitt er skaðiligt, tað kenna vit eitt nú frá grillmati og margarini, eru boðini. Svøríki stendur fyri durum Og kjakið hevur fingið avleiðingar. Tað hevur nú flutt seg úr USA, har nógvir av ”nýggju kostráðgevunum” halda til, til Europa. Eitt nú er ein kanning sum vísir, at 23 % av svium hava roynt at skorið kolhydratini niður. Úrslitið er, at fólk eta meiri feitt ístaðin. Tøl úr Svøríki vísa, at sølan av smøri er nógv økt í Svøríki síðani rákið rakti við. Tað hevur elvt til mikið kjak millum kost og heilsumyndugleikar í Svøríki. Nøkur eru fyri, fleiri ímóti. Kjakið kyknaði av álvara, tá læknin Annika Dahlqvist, ið sjálv hevði drigist við vekttrupuleikar, byrjaði at geva sínum sjúklingum ráð um, at skerja kolhydratini, og heldur eta meiri feitt og proteinir ístaðin. Hetta hevði rigga væl hjá henni, og hon helt, at hennara sjúklingar kundu royna tað sama. Hetta elvdi til miklan ans hjá heilsumyndugleikum, ið settu eina tvey ára kanning í verk. Teir bóru ótta fyri, at feiti kosturin kundi elva til skaða. Men sambært einum fyrilestri frá ”Ancestral Health Symposium 2012”, hjá svenska læknanum Andreas Eenfeldt, staðfesti kanningin tvørturímóti, at ráðini høvdu hjálpt sjúklingunum - við at tapa seg, seta tað ringa kolesteroli niður og minka um vandan fyri sjukursjúku. Sukur vs. feitt – søgan endurskoða Amerikanarin Gary Taubes er vísindajournalistur, og hevur skrivað bókina ”Good calories, Bad calories”. Bókin byggir á eina drúgva endurskoðan av kost og heilsu kanningum seinastu 100 árini, ella so. Niðurstøðan er, at ráðini um minka feitt inntøkuna, og eta kolhydratir ístaðin, ikki byggja á vísind, men illgitingar. Argumenti hjá Gary Taubes er, at flestu upprunafólk ikki drógust við fiti ella lívsstílssjúkur fyrr enn vesturlendska matmentanin rakti við hjá teimum - hóast tey ótu rættuliga feitan kost. Heilsuboðskapurin seinastu mongu árini hevur verið, at ovurfiti stendst av einum einføldum trupuleika: Fólk inntaka fleiri kaloriur enn tey forbrenna. Men sambært Gary Taubes, var stór semja millum vísindafólk longu áðrenn seinna heimsbardaga, at ovurfiti ikki var ein spurningur um javnvág millum kaloriu inntøku og nýtslu, men ein hormon trupuleiki. Fitin stóðst av ovurframleiðslu av insulini - sum var úrslit av høgum blóðsukri. Sambært honum fór hendan gransking fyri skeyti eftir kríggið, tí nógvir leiðandi granskarar á økinum vóru týskarar - og teir vóru jú ikki væl sæddir tíðina aftaná. Gary Taubes hevur víst á, at tá vit koma inn í 70ini, eru heilsumyndugleikar vorðnir tilvitaðir um ein vaksandi trupuleika: hjartasjúkur og ovurfiti. Syndarin skuldi finnast, og boðið frá nøkrum leiðandi granskarum var einfalt: Feitt. Hetta var byrjanin uppá almennu anti feitt kampanjurnar í stórum pørtum av vesturheiminum - og byrjanin uppá ”low fat” vørurnar, sum í dag framvegis eru ein stórur ídnaður. Skerja vit feitti, serliga animalska feitti, klænka vit og fáa færri lívsstílssjúkur. Hetta gjørdist normurin. Men sambært Gary Taubes varð ein røð av granskarum tagd burtur. Ein teirra var bretin John Yudkin, sum í 1972 gav bókina ”Pure, white and deadly” út. Sambært honum var tað ikki feitti, men ovurnýtslan av sukri í nógvum ídnaðarvørum, sum elvdi til heilsutrupuleikar og ovurfiti. Men sukur fekk ikki nær námind somu rúmd í almennu heilsuráðunum. Ein stórur partur av frágreiðingini er kanska stóri vinningurin landbúnaðurin fekk burturúr kornsiroppi, ið varð brúktur eitt nú at framleiða sodavatn. Landbúnaðurin var væl við politisku skipanina og dugdi sína lobbyismu, er uppáhaldi. Hví verða vit feit? Kostráð eru ørkymlandi fyri okkum deyðiligu. Eina løtu vísir ”nýggjasta granskingin”, at ein føðivøra er ”out”, og eina aðru ferð ”in”. Egg eru dømi um ein klassiska føðivøru, ið hevði ringt umdømi fyri nøkrum árum síðani, men sum nú tyikst vera ”in” aftur. Fyri nógv er spurningurin einfalt vorðin: Hvat riggar? Serliga tá hugsað verður um, at tapa seg. Sambært teimum, ið tala fyri at skerja kolhydratini, er frágreiðingin hvørki at vit hyggja meiri í sjónvarp ella eta meiri úti. Eiheldur, at fólk sum heild eru meiri dovin í dag. Tvørturímóti elva ráðini um, at minka inntøkuna av animalskum feitti til, at fólk eta okkurt annað ístaðin. Í stóran Bardagin um kostráðini Samstundis sum heimurin verður alsamt feitari, hevur rættuligt stríð tikið seg upp á altjóða pallinum um siðbundnu kostpýramiduna. Avbjóðarin er ein bólkur av granskarum, ið mæla okkum til, at venda pýramiduni á høvdið - og eta nógv meiri feitt og protein, heldur enn breyð, rís og pasta Sambært teimum, ið tala fyri at skerja kolhydratini, er frágreiðingin hvørki at vit hyggja meiri í sjónvarp ella eta meiri úti. Eiheldur, at fólk sum heild eru meiri dovin í dag. Tvørturímóti elva ráðini um, at minka inntøkuna av animalskum feitti til, at fólk eta okkurt annað ístaðin. Í stóran mun kolhydratríkan mat