Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 83 ·20. juli 2012 15 mun kolhydratríkan mat. Hypotesan er, at menniskju ikki hava liva serliga leingi av kolhydratríkum mati. Og at landbúnaðarkollveltingin, sætt frá einum evolutionerum perspektivi, ikki er serliga gomul. Vit eru tí, sambært hypotesuni, einfalt ikki genetiskt útgjørd til stórar nøgdir av kolhydratum. Talan er um eina uppgerð við ávaringarnar um, at fiti er ein spurningar um kaloriur. Tí fólk kunnu nærum svølta seg, og framvegis verða feit verður ført fram. Boðskapurin er tí, at tað er slagi av kalorium, vit skulu hugsa um, ikki nøgdirnar. Eric Westman, lækni á Duke University, er ein av arkitektunum handan eina nýggja útgávu av væl umtókta Atkins kurinum. Sambært bók hansara ”The new Atkins for a new you” er vísindaliga frágreiðingin uppá, at kolhydratini føra til fiti; at kolhydratir, - serliga av ljósa slagnum - elva til at blóðsukri skjótt økist. Skjóta økingin sendir boð til hormoni insulin um, at framleiða og goyma feitt í feittkyknunum. Sambært honum eiga vit at venda aftur tað, sum menniskja, upprunaliga livdi mest av, nevnliga feitt og proteinir. Hesi økja ikki blóðsukri á sama hátt. Eisini animalskt feitt, sum annars enn í stóran mun, er illa sætt av nógvum kostgranskarum. Nógvir skeptikarar Hóast flestu kostgranskarar tykjast samdir um, at tað riggar at tapa seg við at skerja kolhydratini, eru nógvir atfinningarsamir. At vera klænur, merkir ikki, at tú ert sunnur. Víst verður á, at vit ikki kenna avleiðingarnar av, at seta inntøkuna av kolhydratum so nógv niður – og samstundis økja inntøkuna av feitti og proteinum uppá longri sikt. Umframt, at samanhangur kann vera millum reytt kjøt og hjartasjúkur, umframt ávís sløg av krabbameini. Harnæst verður róð frammundir, at livurin kann hava trupult við at forbrenna stórar nøgdir av proteinum. Hóast ósemjan er stór, ber til at vísa á, at stórt sæð allir kostgranskarar eru samdir um, at tað ræður um at eta føði, ið ikki elvir til skjóta øking av blóðsukrinum, ”lættar kolhydratir”, sum t.d. tær vit finna í ljósum breyði og ljósum pasta. Harnæst eru báðir partar samdir um, at grøntmeti er týðandi partur av sunnum kosti. Hypotesan er, at menniskju ikki hava liva serliga leingi av kolhydratríkum mati. Og at landbúnaðarkollveltingin, sætt frá einum evolutionerum perspektivi, ikki er serliga gomul. Vit eru tí, sambært hypotesuni, einfalt ikki genetiskt útgjørd til stórar nøgdir av kolhydratum.