Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 70

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 23. juli 2012 22 Ólavsøka 2012 Vikutema Hestoy slóðar fyri Páll Holm Johannesen Tann 6. august 1980 gongur ein høg­ ur, klænur ungur maður spelkin í land av Smyrli, sum liggur við gomlu kei á Tvøroyri. Fyrrapartin hevur 21 ára gamli Jon Hestoy tosað í telefon við mammu sína, ið hevur sagt honum, at borgarstjórin, Sverre Midjord, fer at skipa fyri almennari móttøku, nú hann fyri fyrstu ferð í nøkur ár aftur er í heimbýnum. Móttøkan svalliga summardagin er øgilig. Millum tey sløku 100 fólk­ ini, ið eru møtt upp, kennir Jon fleiri skyldfólk, vinfólk og kommunal- politik­arar aftur. Mitt í mannamúgvuni sær hann ein lærara í Tvøroyrar skúla. Hann minnist aftur á orðini hjá hon­ um frá skúlatíðini. ”Jon hjá Birgit, hann verður ongantíð til nakað”. Nú er lærarin partur av mongu tvøra­fólk­ unum, sum eru møtt upp at hátíðar­ halda hann persónliga. – Hyggið nú, hvat bleiv av mær! hugsar Jon. Fyri unga Jon Hestoy kennist stóra móttøkan eitt sindur psykadelisk. Fýra ár eru liðin, síðani hann flutti til Århus at læra til myndatakara. Drongurin, ið flytur av Tvøroyri í 1976, er ein kúllur. Tað kemur meira enn so fyri, at hann endar í bardaga í skúlagarðinum, og hugurin at ganga í skúla er millum lítil og eingin. Hvønn dag eftir skúlatíð verður skúlataskan blakað inn um dyrnar heima við hús við Sílánna á Tvør­oyri, og har stendur hon órørd, til hann dagin eftir fer aftur í skúla. Nú er kúllurin brádliga stóra stjørn­ an. Mótsetningarnir kennast stórir. Frálíku svimjiúrslitini í Danmark í 1980 hava havt við sær, at hann telist millum størstu ítróttastjørnur í Før­ oyum nakrantíð. Henda dagin í august vil heimbýurin fagna 21 ára gomlu stjørn­uni, sum er nýggjur danskur meist­ari í 200 metrum firvald. Hørð venjing og met Gjøgnum seksti- og sjeytiárini er tað Birgit Hestoy, mamma Jon, ið stílar fyri svimjingini á Tvøroyri. Hon undirvísir fleiri 100 børnum hesi árini, og ofta hevur hon sonin við sær. – Sum smádrongur líktist eg snøgt sagt einum klossuttum grindalokki. Júst hesin kropsburður hóskar væl til svimjing. Í gamla Sovjetsamveldinum var tað eitt krav, at tú sum úrvals­ svimj­ari í minsta lagi skuldi fevna um tína egnu longd. Eg eri 1 metur 93 sentimetrar og fevni um 2 metrar og 13 sentimetrar, fortelur Jon Hestoy á loftinum í summarhúsinum í Leynum. Hinumegin eitt gamalt træborð situr tann stóri maðurin. Maðurin við eyðkenda suðuroyarmálinum tos­ar skjótt og nógv. Jon Hestoy er fram­vegis ein høgur harri, men nøkur kilo eru løgd aft­urat, síðani stórtíðina sum svimjari. – Heima var mamma trygdarnetið. Ein holl og gjøgnumførd kvinna. Egin­ leikan at fremja tað, tú setur tær fyri, havi eg frá henni, greiðir fyrrverandi stórsvimjarin frá. Hann var fyrsti føroyski svimjarin á danska landsliðnum. Hann eigur tvey fyrrverandi heimsmet. Og hann rakk sínum máli at reka egna fyritøku. Nú stjórnar hann føroyskari svimjing, sum stendur fyri størstu avbjóðingini nakrantíð, nú Pál Joensen skal royna seg í OL. – Mamma mín hevur lært meg at gjøgnumføra tað, tú setur tær fyri, sigur Jon Hestoy