Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 71
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 71

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 23. juli 2012 23 Ólavsøka 2012 Vikutema 17 ára gamal flytur Jon Hestoy til Danmarkar í 1976. Fyri pengarnar í ferm­ingargávu hevur hann keypt sær eitt myndatól og ætlar at læra til fotograf. Hugurin at gerast fotografur fánar skjótt, og Jon Hestoy fer í læru sum prentari hjá Linde Tryk. Tað gong­ ur ikki long tíð, so fer hann at svimja í AGF í Århus. – Eg kom úr næstan ongum til bein­harða venjing. Fyrsta árið um­ hugs­aði eg fleiri ferðir at gevast, tí tað var so hart. Men eg beit heldur tenn­inar saman og vandi sum eitt svakt, greiðir Jon frá, meðan hann lítur at Suðuroynni úr vindeyganum í Leyn­um. Sum so nógv fólk í svimjium­hvørv­ inum, minnist Jon Hestoy væl. Sama um yvir 30 ár eru liðin, síðani hann gjørdi vart við seg seg sum svimjari, minnist hann svimjitíðirnar niður í millisekund. Góða minnið ger, at hann kann geva eina rættiliga ítøkiliga mynd av tíðini í Århus. Uttan íhald fortelur hann frá lestrarbústaðnum, at vera í læru og umhvørvinum kring svimjifelagið AGF. Í Århus eru dagarnir eintáttaðir. Hann fer upp klokkan 05.30, og so at venja. Síðani á skúlabonk ella til arbeiðs, og so aftur í hylin. Hvønn ein­ asta dag svimur Jon Hestoy millum 10 og 15 kilometrar. – Arbeiðsdagurin á Linde Tryk byrj­ aði klokkan sjey. Svimjivenjingin hevði ofta við sær, at eg var eitt sindur seink­aður. Tí varð eg noyddur brúka døg­urðasteðgin við maskinurnar. Har tók eg fast 10 breyðflísar fram, smurdi fimm teirra við livra­deiggi og hinar fimm omaná. Aftur­við drakk eg ein litur av skúm­aðari mjólk, fortelur Jon Hestoy. Beinharða venjingin gevur eisini úrslit. Í 1978 vinnur hann seg á danska landsliðið, og árið eftir vinnur hann sítt fyrsta danska meistaraheiti. Fram til 1982 vinnur ungi føroyingurin heili sjey donsk meistaraheiti. Hann verður danskur meistari í 200 metrum firvald, 400 metrum blandaðum og 1500 metrum frí. Hann setur eisini donsk met í hesum greinum. – Eg havi altíð trúð upp á meg sjálvan. Gert tú tað, ert vísur í, at tað eina ferð fer at eydnast. Eg eri treiskur sum fáur, og eg tveiti ikki frá mær. Mítt snarsinni og framliga lyndi hava eisini roynst mær væl. Var ein svimjari undir liðini á mær, sum var eitt sindur betri enn eg, so vann eg á honum nærum hvørja ferð. Eitt er at hava talent, eitt annað er hart arbeiði, minnist heilhugaði Jon Hestoy trý áratíggju aftur í tíðina. Nekarakyss og svimjing í eitt samdøgur Tað er ikki einans í vatninum, at Jon Hestoy ger vart við seg undir lestrar­ tíðini í Danmark. Fyrst í áttatiárunum eigur hann ikki færri enn tvey heims­ FAKTA: Jon Hestoy – føddur á Tvøroyri 12. juli 1959 – sonur Birgit og Jóanes Hestoy – giftur við Susann Hofgaard Hestoy – pápi Jóannes, Dánjal, Bartal og Sissal – Vunnið sjey donsk meistaraheitið í svimjing – Havt egna fyritøku í skjótt 30 ár Framhald á næstu síðu