Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 72

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 23. juli 2012 24 Ólavsøka 2012 Vikutema met í Guinness Rekordbókini. Annað – eitt sindur margháttliga - metið er at eta nekarakyss upp á tíð, meðan hitt metið er at svimja longst í 24 tímar. – Forsøgan til bæði metini er tann sama. Vit vóru nakrir vinmenn í Århus, sum kagaðu í Guinness Rekord­bók­ ina, og so kjaftabreiður sum eg eri, so segði eg í báðum førum, at eg hevði ongan trupulleika at sláa metini. Tá eg hevði sagt tað, ja, so var eitt at gera, tað var at fáa metini, flennir Jon Hestoy. Í 1980 verður Jon Hestoy óalmennur heimsmeistari í at eta nekarakyss, tá hann etur 30 nekarakyss við tíðini fýra minuttir og 46 sekund. Tvey ár seinni, tá nekarakyssini væl og virðiliga eru farin av kroppinum, setur hann enn eitt heimsmet, tá ið hann uttan steðg svimur 89 kilometrar og 174 metrar í eitt samdøgur. Stjórin Ein seinnapart í august 1984 stríð­ ist Jon Hestoy av øllum alvi í einum lítlum kjallara við klassiskum gráum vinylgólvi og litføgrum tapeti í Klaks­vík. Tað er ein lítil vika síðan, at stjórin á Norðlýsinum bað hann hjálpa sær í nakrar vikur, áðrenn hann byrjar sítt egna virksemi. Lukturin av prentsvertu er rámur og fyllir allan kjallaran. Hann stríðist við at fáa gongd á svørtu og tungu Heidelberg Kors prent­maskinuna, sum er skorðað inn í eitt horn í rúminum. – Fyrr ella seinni skal eg verða stjóri í einari fyritøku við minst 25 starvs­ fólkum undir mær, rópar Jon Hestoy við sínari eyðkendu suðuroyardialekt út í rúmið. Nakrar fáar metrar frá honum stendur ein danskur prentari. Olaf Berg Nielsen hyggur eitt sindur skeivt at bragdligu viðmerkingini, smá­flennir og heldur fram við sínum arbeiði. – Tað verður ofta kastað mær fyri, at eg fylli nógv. At halda eina røðu 20-30 minuttir samanhangandi hevur ongantíð verið nakar trupulleiki. Mær vantar ikki beinleiðis sjálvsálit, og tí kann fatanin av mær skjótt vera, at eg eri eitt stórt reyp. Tann stóra andsøgnin er, at eg eri samstundis smæðin. Eg eri ikki eitt serliga sosialt menniskja, sum hevur tørv á at fortelja fólki mínar innastu tankar. Eg kann minnast, at í sínari tíð var vónleyst hjá mær at finna meg til rættis við konu­fólkum, tí eg var so smæðin, stór­flennir Jon Hestoy. Í 2004 kemur ein teldupostur á inn­boksina hjá Jon Hestoy. Eftir at Dimma­lætting og Hestprent hava lagt saman, er hann er júst vorðin stjóri á størstu prentsmiðjuni í Føroyum, Før­ oyaprent. Telduposturin er frá fyrr­ verandi starvsfelaganum, Olaf Berg Nielsen, sum fyri mongum árum síðani er fluttur aftur til Danmarkar. »Góði Jon! Til lukku við, at tit leggja saman við Dimmu. Tá ið vit báðir arbeiddu sum prentarar á Norðlýsinum, segði tú, at tú hevði ein dreym um einaferð at gerast stjóri á einari prentsmiðju við 25 starvsfólkum í Føroyum. Tú helt tó, at tað bert var ein dreymur, sum ongantíð kundi gerast veruleiki. Men frá í dag ert tú stjóri hjá fleiri enn 30 starvsfólkum. Til lukku. Vinaliga Olaf Berg Nielsen.« Jon Hestoy hevur hug at smírast á hornaskrivstovuni við Hoyvíksvegin, tá ið hann lesur teldupostin. Hann hevur gloymt alt um reypið fyri 30 árum síðani. Men bragdligi málsetningurin í Klaksvík í 1984 er brádliga veruleiki. Stór framgongd Í 1983 ringir Tórfinn Smith, stjóri á Sosialinum, til Jon Hestoy og bjóðar honum starv. Hann tekur av, flytur úr Århus ein sunnudag, og fyrsti ar­beiðs­ dagur er mánadag. Stutta skot­bráið ger, at hann fyrstu 14 dag­arnar svevur á einari madrassu í umbrótarrúminum á Sosialinum, sum um hetta mundið heldur til á Argjum. – Ferðin frá madrassuni til stjóra­ skrivstovuna hevur verið spennandi og krevjandi. Eg fekk eina ferð at vita í einari veitslu, at eg eri ein ímynd av tí amerikanska dreyminum. Eg byrjaði sum einsamallur maður, og nú stjórni eg størstu prentmiðstøðini í Føroyum. Hetta hevur kravt nógv av mær og mínari familju. Eg minnist, at eg plagdi at taka yngsta sonin við mær til arbeið­is klokkan seks um morgunin. Meðan hann svav á lærinum, setti eg tekstir upp, fortelur Jon Hestoy. Í 1984 byrjar hann sína egnu prent­smiðju og blað í heimbýnum Tvør­oyri. Nøkur ár seinni flytur hann til Havnar við Hestprenti. Síðani eru prentsmiðjurnar fækkaðar munandi, og fleiri samanleggingar eru framdar. – Grundarlagið undir framgongdini er treiskni og hepni. Eg havi altíð arbeitt nógv og skjótt. Í mínum arbeiði havi eg brúkt nógva sálarfrøði innan svimjing. Um eg kann brúka eina svimjianalogi, so havi eg ongantíð lagt nakað í, hvør var fremstur eftir 100 metrum, bara eg var fyrstur á mál eftir 200 metrum. Sama um Hestprent og seinni Før­oyaprent hava fylt gerandisdagin hjá Jon Hestoy í skjótt trý áratíggju, hevur hann ongantíð slept svimjingini. Nærum øll árini hevur hann verið virkin í føroyskari svimjing, annaðhvørt sum venjari, landsliðsvenjari og yvirdómari, og nú á triðja sinni sum formaður í Svimjisambandi Føroya. Nýggjur stórsvimjari Í hølunum hjá Baresso í SMS eru nógv fólk komin saman. Árið er 2010. Jon Hestoy er errin. Rættiliga errin. Meðan hann hyggur at mannamúgvuni grunar hann í sínum stilla sinni yvir, hvussu nógv føroysk svimjing hevur flutt seg, síðan hann einsamallur royndi seg í Århus. Við sær sum formanni í Svimjisambandinum er svimjingin við at gerast tjóðarítrótt. Miðlar og føroy­ingar hava ongantíð áður givið ítrótta­greinini so stóran ans. Føroyskir svimj­ arar hava prógvað, at tey eru bestu ítróttarfólkini, sum Før­oyar hava. Tað er ein góð kensla at vita sær. Í caféumhvørvinum í Ba­ resso stend­ur Jon Hestoy í svørt­um klædningi fatt­ur og heldur røðu fyri fremsta svimj­ aranum í Føroyum nakran­ tíð, Páli Joen­sen. Ungi vág­ bingurin hevur júst vunn­ið eitt flott silvurheiðursmerki í EM í langgeil. »Við hesum silvurmerki hava vit upplivað tað besta ítrótt­ar­ úrslitið í Føroya søgu«, leggur Jon Hestoy fyri í røðuni, og er skjótur at leggja afturat, at nú má politiska skipanin vakna, tí her er talan um sannan føroyskan gim­stein, ið er partur av teimum bestu svimj­arunum í heiminum. Tað eru 30 ár síðani, at Jon Hest­oy sjálvur bleiv fagnaður á kei­ini á Tvøroyri. Hesaferð er tað hans­ara uppgáva sum for­mað­ur í Svimj­isam­band­inum at hátíðar­ halda svimjaran, sum nú hevur tikið plássið frá Jon Hestoy sum føroya fremsti svimjari nakrantíð. Evnaríki Pál Joensen hevur fleiri av somu eginleikum, sum Jon Hest­oy hevði í sínari tíð. Hann er treisk­ur, hevur sterkan vilja og gevur seg fult út. Eins og Jon Hestoy gjørdist part­ur av danska svimjilandsliðnum í sjeyti­ árunum, er Pál Joensen nú part­ur av danska svimjilandsliðnum, sum skal til OL í London. Bæði í Dan­mark og í Føroyum eru vónirnar so stórar, at miðað verður eftir einum finalu­plássi, og stóri dreymurin er eitt heiðurs­ merki. Skuldi tað ótrúliga hent, at Pál Joensen sum fyrsti føroyingur nakran­ tíð fer at vinna eitt OL-heiðursmerki, so verður tað við Joni Hestoy sum áskoð­ara. Hann verður í spildurnýggju London Aquatics Center svimjihøllini, tá Pál fer í hylin at royna seg. – Eitt heiðursmerki vil vera tað ulti­mativa prógvið fyri, at tú kanst røkka tí mesta her í verðini við tí rætta hugburðinum og gróthørðum arbeiði, sigur Jon Hestoy. Fyrstu ferð Jon Hestoy roynir seg í svimjikapping er á jóansøku 1969. Frá vinstru í bláari baðikápu: Ingrid Hestoy, Jon Hestoy, Birgit Hestoy og Jóannes Hestoy Ein fegin Jon Hestoy er danskur meistari í 200 metrum firvald Í 1982 svimur Jon Hestoy 89 kilometrar og 174 upp á eitt døgn. Ein útlúgvaður Jon fær koss frá systrini eftir avrikið