fríggjadagur 20. juli 2012síða 80
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 23. juli 2012
32
Ólavsøka 2012
Vikutema
– Tað er eisini mín yndisbólkur,
og eg haldi Sakaris hevur tikið Beach
Boys til sín, og tað fegnist eg sjálvsagt
um, sigur Martin, og leggur afturat, at
1. august fara teir á konsert hjá Beach
Boys.
Sakaris er vaksin upp við tón
leikinum hjá pápanum.
– Tónleikurin hevur líkasum altíð
verið har. Men eg mundi vera á leið
13 ár, tá eg av álvara legði til merkis
hvussu kend løgini eru. Tað helt eg
vera stuttligt, sigur Sakaris, ið heldur,
at pápin skrivar góð løg og sera hug
takandi tekstir.
Sjálvur metir Sakaris seg ikki sum
“tekst-persón”.
– Eg hoyri fyrst og fremst løgini,
ikki tekstirnar. Men eg hoyri beinanveg,
um talan er um ein vánaligan tekst,
sigur Sakaris, ið skrivar sínar tekstir á
enskum.
– Sakaris skrivar góðar tekstir og
eg finni nógv í tekstunum hjá honum,
sigur Martin.
Orð og lag
Martin Joensen sigur um sín tónleik,
at ofta koma løgini fyrst, ella bæði
orð og lag koma um somu tíð.
At hann nú stundum verður biðin
at skriva orð til tónleik hjá øðrum,
metur hann sum eitt herðaklapp.
– Tað er tó ofta trupult í byrjanini,
tá ein fæst við slíkar bílagdar tekstir.
Men so gleppur oftani, og tá nøkur
ørindi eru komin, so gongur betri. Men
tað gerst ikki lættari við árunum, tí ein
gerst meira sjálvkritiskur sum árini
ganga, sigur Martin Joensen, ið eisini
leggur dent á at vera trúgvur mótvegis
tónleikaslagnum, ið teksturin skal
skrivast til.
Samvitskan
At nógvur tónleikur hevur verið í
húsinum altíð, eru feðgarnir samdir
um. Øll børnini hjá Martini spæla á
okkurt ljóðføri.
– Tað hendir seg meira enn so, at
onkur byrjar, og so taka onnur undir,
antin við guitara, klaveri ella onkrum
øðrum ljóðføri, sigur Sakaris.
Feðgarnir báðir leggja eisini løg fyri
hvønn annan fyri at fáa eina meting.
– Eg royni ofta at vita, hvat Sakaris
ella hini í familjuni halda um ein sang,
ið eg fásit við. Og eg fái kvalifiseraðar
metingar og tíbetur eisini ærligar
meiningar, sigur Martin, ið ikki vil vita
av, at fólk bara royna at siga at alt er
gott, tí tað hoyrist, hvørt tey meina
tað ella ikki.
– Tað er stuttligt, tí tað er altíð
virksemi heima hjá onkrum. Eg kann
vera ávegis til onkra konsert, meðan
babba er ávegis til onkra aðra. Og
so ganga báðir og fyrireika seg og
gera klárt, júst sum vit gera í hesum
døgum, sigur Sakaris.
– Ofta hevur ein ringa samvitsku,
um ein t.d. hevur keypt ein guitara,
ið var alt ov dýrur. Men tað vísir
seg, haldi eg, at tað skal ein ikki
hava, tí altíð verður útgerðin brúkt
av børnunum seinni. Tí ræður um at
keypa góða útgerð. T.d. ein góðan
guitara, tí annars tímur ongin at
spæla á hann. Altíð blívur hetta brúkt
í síðsta enda hóast alt, sigur Martin,
ið fegnast um, at børnini tónleikaliga
taka við.
Fólkaogn og ólavsøka
Meðan prátið spakuliga og leys
liga nærkast ólavsøku, sita feðgar
nir báðir innast inni og fyrireika seg
til G!. Martin er hendan mikudagin
ávegis til ungdómsguðstænastu í
Gøtu Kirkju í samband við at ársins G!
festivalur hendan dagin er um at fara
av bakkastokki. Og Sakaris hevur bara
tikið ein steðg í venjingunum, tí hann
skal framføra á G! við egnum tilfari og
saman við Frostfelt.
Talan er av sonnum um feðgar við
ferð á.
Martin skrivar áhaldandi nýtt tilfar,
og eitt møguligt samstarv millum
faðir og sonn er uppá tal, har Sakaris
skal frameiða útgávu við pápanum.
– Tað fer heilt víst at seta dám á,
at Sakaris framleiðir, so tað gleði eg
meg til og eg eri púra opin fyri tí, sigur
Martin, meðan Sakaris skemtandi
heldur fyri, at tað verður kanska
ein útgáva við Martin Joensen, har
elektroniskur tónleikur og pumpandi
bassur setir dám á.
Martin skilir skemtiliga tónan, men
fangar tó álvaran aftur.
– Eg vildi í grundini fegin hoyrt
Sakaris spælt tónleik aukustiskt, tí
eg havi uppliva tað, og hann er góður,
sigur Martin.
Men tað liggur tó ikki fremst fyri,
sambært Sakarisi sjálvum.
– Men kanska okkurt meira fólka
tónleikakent kemur frá mínari hond
seinni, men ikki enn, staðfestir
Sakaris.
Sakaris, ið fyri stuttum gav
fløgu út, vil sleppa at royna seg við
tilfarinum á fløguni, og ætlar sær
á ferð við tónleikinum, helst kring
Europa.
Men fyrst stendur ólavsøkan fyri
framman, og feðgarnir vænta, at í
ár verður tjóðarhátíðin meira ólav
søkukend, enn hon annars hevur ver
ið í mong ár, tí nú býr familjan aftur
miðskeiðis í Havnini, eftir fleiri ár í
Hoyvikshaganum upp Millum Gilja.
Og 1. august fara eg og synirnir
Atli og Sakaris so av landinum og til
konsert hjá Beach Boys, og tað gleða
vit okkum til, sigur Martin Joensen.
Men hvussu kennist tað t.d. á
ólavsøku at hoyra, at sangir hjá Mart
ini eru felagssangir og eru fólkaogn.
– Tað haldi eg er stórt, og tað er
rørandi at uppliva, sigur Sakaris.
– Tað er serstakt at uppliva, at
tað ein einaferð baksaðist við er
vorðið fólkaogn. Tað er stórt og tað
er ein viðurkenning. Eittnú upplivdi
eg einaferð á Gøtusandi, at eg fekk
ikki sungið, tí fólk sang væl við, at eg
hoyrdi ikki meg sjálvan. Tá minnist eg
at eg hugsaði, at nú eigi eg ikki sangin
longur. Tað er ein serlig kensla. Men
tað er eisini ein ábyrgd, um ein hugsar
um, at tú seinni kann koma at uppliva,
at 10.000 fólk syngja tín sang. Tí má
sangurin skrivast við dygd í, so ein
ikki ilskast, um ein hoyrur hann sum
felagssang fleiri ár seinni, hugleiðir
Martin Joensen.
Feðgarnir Martin og Sakaris seta
aftur ferð á, tí avbjóðingar bíða á
ymsum pallum í Gøtu, ólavsøkan skal
afturum, innan leiðin gongur út um
landoddarnar at hoyra fyrimyndirnar
í Beach Boys.
dagfinn@sosialurin.fo
– Tað er serstakt at uppliva, at tað ein einaferð baksaðist
við er vorðið fólkaogn. Tað er stórt og tað er ein
viðurkenning
Martin Joensen
– Eg hoyri fyrst og fremst løgini, ikki tekstirnar.
Men eg hoyri beinanveg, um talan er um ein vánaligan tekst
Sakaris Joensen
Feðgarnir Martin og Sakaris á palli saman
á Fjarðafestivalinum í 2007
Mynd: Álvur Haraldsen