Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-20, síða 79
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2012síða 79

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 30 l 23. juli 2012 31 Ólavsøka 2012 Vikutema fara at fáast við elektronikkin, tí nógv útgerð hevur altíð verið í húsinum, t.d. keypti babba hard­diskrecordara, sum eg fór at fáast við, sigur Sakaris. – Sakaris er eisini partur av ættarliðnum, sum er vaksin upp við telduspølum, leggur Martin afturat. – Vit sita í hvør sínum rúmi og fáast við tónleik, men tað hoyrist hvør er hvar, sigur Martin. Eitt vælsignilsi At feðgarnir báðir spæla, fegnast báðir um, hóast teir arbeiða við hvør sínum slagi av tónleiki. – Tað er eitt vælsignilsi. Vit fara tónleikaliga hvør sín veg, men eru báðir áhugaðir í tí, sum hin fæst við, sigur Martin Joen­ sen. Teir hava eisini onkutíð staðið á palli saman, tá Sakaris spældi bass til onkra framførslu hjá páp­anum. – Sakaris er jú framúr góður tón­leikari, bæði sum guitarleikari og bassleikari, sigur Martin. men hvat halda teir annars um tónleikin hvør hjá øðrum? – Sakaris er eitt one-man show, ein heild, ein pakkaloysn. Hann spælur, komponerar og fram­leiðir. Løgini eru góð og sið­ bundin, hóast talan er um elek­ tron­iskan tónleik. Sakaris er ein góður sangskrivari, sigur Martin Joensen, sum metir, at Sakaris fær íblástur frá Beach Boys. ð Framhald á næstu síðu Martin skrivar áhaldandi nýtt tilfar, og eitt møguligt samstarv millum faðir og sonn er uppá tal, har Sakaris skal frameiða útgávu við pápanum Mynd: Álvur Haraldsen