fríggjadagur 20. juli 2012síða 78
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 23. juli 2012
30
Ólavsøka 2012
Vikutema
Dagfinn Olsen
Feðgarnir Martin og Sakaris eru
tónleikarar. Tónleikaliga eru teir
farnir hvør í sína ætt, men teir
hava djúpa virðing fyri tí, í hin
fæst við, og teir hava eisini stað
ið á palli saman onkutíð.
Martin Joensen vaks upp í
Vestmanna og var sum 9-10 ára
gamal við í bólkinum Silverboys
miðskeiðis í sekstiárunum.
– Vit ætlaðu at kalla bólkin
Goldenboys, men navnið var upp
tikið, tí Bjørn á Heygum og aðrir
høvdu bólk við hesum navninum.
Tað var gott at tað ikki endaði við
sakarmáli, tí so høvdu vit óivað
tapt, heldur Martin skemtiliga
fyri um bygdamannin og sakfør-
aran Bjørn á Heygum.
Í áttatiárunum kom Martin
av álvara fram sum limur í Vest
monnum, men longu í sjeyti
árunum gjørdi hann vart við seg,
eittnú skrivaði hann tá Svarti
Ravnur, ið stendur sum ein varði
í føroysku rocksøguni.
Sakaris gekk til klaver sum
9-10 ára gamal og var við í sín
um fyrsta bólki sum 17 ára gam
al í 2004. Tað var bólkurin Lama
Sea.
Martin Joensen kenna føroy
ingar sum sangara við guitara í
hond og sum góðan orða- og lag
smið við fleiri útgávum á baki.
Sakaris hevur gjørt vart við
seg við elektroniskum tónleiki
og gav fyri stuttum útgávu út.
Eisini hevur hann ein leiklut í
bólkinum Frostfelt hjá Líggjasi
Olsen.
– Tað var natúrligt hjá mær at
Feðgar við ferð
Martin Joensen og Sakaris Emil Joensen eru feðgar og báðir eru virknir tónleikarar.
Teir hava nógv um oyruni og hava fulla ferð á. Vit hitta feðgarnar til eitt ólavsøkuprát
hálva aðru viku innan ólavsøku og beint innan G!. Báðir vænta sær eina góða ólavsøku,
nú familjan aftur húsast miðskeiðis í Havn, eftir nøkur ár í Hoyvík. Men báðir gleða
seg almikið til 1. august, tá leiðin gongur til Danmark og á konsert hjá Beach Boys