fríggjadagur 20. juli 2012síða 92
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 30 l 23. juli 2012
44
Ólavsøka 2012
Vikutema
Pætur Albinus
Vit hava Tórshavn Martathon, FM og
fleiri regluligar kappingar fyri renn
arar, men so hava vit eisini nakrar
meiri siðbundnar kappingar. Flag
dagsrenningin og kanska serliga ólav
søkurenningin, har at kalla øll tjóðin
er savnað í høvuðsstaðnum og ger
tað trongt hjá teimum umleið 300
rennarunum at renna í friði. - Men tað
er jú sjarman við tí, halda rennararnir.
Nú við flís
Fyri fyrstu ferð fáa luttakararnir í
ólavsøkurenningini útflýggjað eina
flís, kanska betur kent sum eitt chip,
sum teir skulu seta á sín vinstra skógv
áðrenn renningin byrjar. Flísin lættir
ógvuliga nógv um arbeiðið hjá fyri
reikarunum og førir flísin sjálv tíðina
hjá hvørjum einstøkum rennara inn í
skipanina. Tað sama við aldursbólki
num.
- Vit royndu hetta í hálvum mara
thon í Klaksvík, har tað ikki vóru so
nógvir rennarar við. Vit royndu eisini
skipanina í firmarenningini í mai-
mánaði, og í báðum førum gekk tað
ógvuliga væl, sigur Niels Jákup Jakob
sen úr Bragdinum, sum er ein av fyri
skiparunum av ólavsøkurenningini.
Hetta er ikki ein bílig skipan, sum
tey hava útvegað sær, og tískil heita
tey á allar rennararnar at lata flísina
aftur, tá ið kappingin er av.
300 rennarar
Hetta er 26. árið á rað, at skipað verð
ur fyri ólavsøkurenningini. Kappingin
bleiv uppafturtikin í 1987, og síðani
tá hevur hon verið á hvørjum árið.
Luttakaratalið hevur svingað ímillum
290 og 400 rennarar, men fyriskip
ararnir fyrireika seg upp umleið 300
luttakarar í ár.
Teinurin, ið runnin verður hjá teim
um vaksnu, er fimm kilometrar. Talan
er um ein tein, sum verður runnin sjey
ferðir niðri á Skálatrøð og út á Bakka.
Tey yngru renna á hesum sama øki,
men teinar, ið eru 600m og 1200m
til longdar.
Tað er rættiliga trongt at renna á
hesum teininum og luttakararnir eru
nógvir í tali, men fyriskipararnir hava
borið so í bandi, at øll verða deild í
sín aldursbólk. Hetta merkir, at allir
bólkar, sum renna, kappast ímóti
sær sjálvum. Rennur tú í einum bólki,
so eru rennararnir í tínum bólki tínir
kappingarneytar – talan er tískil ikki
um eina felags rennikapping, men um
fleiri kappingar fyri teir ymisku aldurs
bólkarnar.
Nógvir útisetar
Í ólavsøkurenningini er teinurin ikki
eins langur sum vit kenna tað í øðrum
kappingum, men hóast hetta, so eru
tað mest royndir rennarar, ið royna
seg. Eitt nú er tað eingin, sum gongur
á teininum.
Eitt, sum merkir feltið av rennarum,
er, at tað eru nógvir útisetar við. Før
oyingar uttanlands, sum eru komin
heim í summarfrí og njóta ólavsøkuna,
dáma væl at renna við.
Tað er einki at taka seg aftur í,
at ólavsøkurenningin er ein siðvand
kapping, sum aftur í ár fer at seta sín
dám á hýrin í Havnar gøtum. Sjálva
kappingin byrjar fríggjadagin 27. juli
kl.18.00.
albinus@sosialurin.fo
Rennarar á
ólavsøku fáa flís
26. árið á rað verður skipað fyri ólavsøkurenning, har luttakaratalið plagar at vera um tey 300.
Í ár verður nýggj tøkni roynd og allir rennarar fáa eina sokallaða flís, betur kent sum chip
Síðani 1985 hevur verið runið
á hværkum ári á ólavsøku
Savnsmynd