Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Søgurnar eru nógvar um fremm­and ferðafólk, sum hava koyrt skeivan veg enn hag­ar, tey ætlaðu sær í Før­ oy­um, tí eingi skelti vóru. - Tað er so. Føroyar eru als ikki klárar at taka ímóti ferða­fólki, sigur Agnar Joen­ sen, stjóri í 7adventures. Hann heldur, at bæði Lands­verk og kommunur nú veruliga mugu taka seg sam­an og fáa skelti upp til at leið­beina ferðafólki. - Ein fremmandur bilur kem­ur í land í Havn og æt­ lar sær til Saksunar. Tá ið tey koma norður til rund­ koyr­ing­ina í Kollafirði, vita tey ikki, hvønn veg tey skulu koyra. Dømi er um, at ein bilur skuldi til Saksun­ar, men snaraði av í Kollafjarðardali og fór so eft­ir Oyggjarvegnum aftur til Havnar, Sigur Agnar Joen­ sen. 1. juni læt nýggja kamp­ ing­plássi í Vestmanna upp, og tað er hent í hvussu er tvær ferðir, at fleiri húsbilar og húsvognar hava staðið á bryggju­økinum niðan fyri kamp­ing­plássið, sum hevur ver­ið at kalla tómt. Agnar Joensen last­ar ikki eigararnar av kamp­ing­pláss­ i­num fyri hetta, tí tey eru ný­ byr­jað. Hann heldur, at kom­ mu­nan og Landsverk mugu syrg­ja fyri at seta skelti upp. Onkur reisti spurningin við vantandi skelting um kamp­ing­plássið í Vest­manna á heimasíðuni hjá Vest­man- na kommunu. Svarið hjá kommununi var hetta: - Vestmanna kommuna fer at skelta við Fjørukrónna, so­leiðis at tað ikki verður loyvt at seta kampingbil og kamp­ing­vogn har. Sum skilst er sama skilið við onnur kampingpláss, at húsvognar og húsbilar standa uttan fyri sjálvt kamp­ing­øk­ið. Randi Jacobsen Tol skal til hjá teimum, sum vilja sleppa at ættleiða eitt barn úr fremmandum landi. Tað er ein langur veg­ur, frá tí ein hjún taka av­gerð­ ina um at ættleiða, til tey kunnu taka ímóti barn­ inum. Og nú er tann tíðin longd meira enn. Eitt nú tekur tað nú umleið seks ár at fáa eitt barn úr Kina, og bíðilistin til børn er nú so langur, at fleiri koma ikki á listan. Í Føroyum bíða nú 25 familj­ur eftir at sleppa at ætt­leiða. Øll hava ikki bíð­ að líka leingi, men biði­list­in er vaks­in, upplýsir Ríkis­ um­boð­ið. Ein orsøk kann vera, at summi lond, sum lata børn av landinum til ættleiðingar, hava hert krøvini til teirra, sum skulu ættleiða. Krøvini eru ymisk frá landi til land. Nøkur lond vilja lata støk ættleiða børn, men bara Vjetnam hevur viljað lat­ið børn til stakar menn. Ó­greitt er beint nú við bíði­ tíðini at fáa børn úr Vjet­ nam. Bíðilistin er sera lang­ ur. Nógv børn eru komin til Føroya úr Kolumbia. Nú er bíði­list­in har fýra ár, men vilja fólk ættleiða børn yvir sjey ár úr Kolumbia, kunnu tey fáa barnið fyrr. Bíðitíðirnar til at fáa børn úr Fjareystri eru lang­ ar í flestu førum, men tað gongur skjótari at fáa børn úr Afrika. Mannagongdin Tá ið fólk hava tikið av­gerð­ ina um at ættleiða, skulu tey fyrst av øllum senda eina um­s­ókn til Ríkisumboðið. Viðurskifti teirra verða væl og virðiliga kannað, og áðr­enn tey verða góðkend sum ættleiðingarforeldur, verð­ur málið lagt fyri før­ oys­ka ættleiðingarráðið, har lækna­ligur, løgfrøðiligur og sosial­ur serkunnleiki er um­ boð­að­ur. Hetta kann taka upp í eitt ár. Ikki fyrr enn góð­ kenn­ingin er komin ber til at søkja um at fáa eitt barn at ætt­leiða og velja landið, sum tey vilja hava barnið úr. Men áðrenn tað ber tó til at venda sær til donsku stovn­ar­nar Danadopt ella AC Børnehjælp, sum umsita ætt­leið­ingar. Góðkenningin sum ætt­ leið­ing­ar­foreldur er fyri trý ár. Hava tey enn einki barn fing­ið tá, kann góð­kenn­ ing­in longjast við tveimum árum. Men hava tey einki barn fing­ið, tá ið fimm ár eru far­ in, mugu tey ígjøgnum alt eina ferð enn. Randi Jacobsen Á seinasta býráðsfundi sam­tykti Sunda kom­mu­ nu­stýri at keypa Kafé Inn við Streymin, sum læt aft­ ur herfyri. Sosiala nevnd var fyri at keypa húsi men helt tað ikki vera egnað til læknaviðtaluhøli. Nevnd­ in mælti heldur til at brúka húsið til at hýsa dag­ti­l­haldinum, sum held­ur til á Oyri, og so selja ognina á Oyri. Men kommunustýrið sam­tykti við fimm at­ kvøð­um fyri og tveimum ímóti at keypa ognina. Keyps­prísur og kostnaður fyri innrætting eru sett til 2,250 mió. krónur. Læknahøli var í kommunu­húsinum á Oyrar­bakka til 2006, og æt­lan­in hevur líka síðan ver­ið at finna læknanum onn­ur høli. Nú varð so hendan loysn­in vald. Kim Dur­ huus umrøður loysnina sum eitt slag av fyri­bils­ loysn. Inni á kaféini er inn­ búgv og ymisk út­gerð, sum einum lækna­við­talu­ høli ikki tørvar. - Tað fara vit sjálvandi at sleppa okkum av við, sig­ur Kim Durhuus. Tað verður væntandi heilt skjótt, at farið verður und­ir at innrætta kaféina av nýggjum. Longri bíðitíð til ættleiðing ættleiðing 25 familjur í Føroyum bíða eftir at sleppa at ættleiða eitt útlendskt barn Kaféin verður læknahøli Keyp Sunda kommuna hevur keypt Kafé Inn við Streymin til læknaviðtaluhøli. Prísurin fyri keypið og innrætting er 2,250 mió. krónur Skelting vantar nógvastaðni Kamping Nýggja kampingplássið í Vestmanna stendur tómt, men á bryggjuni er avtaglað við húsvognum og húsbilum. – Aftur eitt dømi um, hvussu illa land og kommunur duga at skelta, sigur Agnar Joensen, sum heldur seg tala vegna alla ferðavinnuna Agnar Joensen heldur tað vera uppgávuna hjá kommunum og Landsverki at seta skelti upp Myndir: Birgir Waag Høgnesen