mánadagur 23. juli 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Soleiðis byrjaði Jens Stolt
enberg,
forsætisráðharri,
minningarrøðu sína á Utøya
í gjár. Røðan var í stóran
mun ætlað teimum ungu og
til minnis um teir ungu AUF-
arararnar, teirra javnaldrar
og vinfólk, sum lótu lív á
oynni fyri einum ári síðani,
og forsætisráðharrin, sum
sjálvur er gamal AUF-formað
ur, takkaði teimum ungu fyri
teir eginleikar, sum tey hava
víst síðani sorgarleikin.
– AUF reisti seg. Ung
dómur um alt landið tók
hendur saman. Tey nokt
aðu at góðkenna, at virkis
fýsni skuldi elva til deyða
og teknaðu seg til at gera
tænastu fyri demokratiið.
Hetta árið hava túsundtals
ungfólk svarað harðskap
inum við at vera við - við
at taka lut. Ikki bara í AUF.
Eisini í Unge Høyre. Í Natur
og Ungdom. Í Norsk Folke
hjelp. Tey eru 22. juli-ættar
liðið. Landsins framtíð. Okk
ara vón.
Jens Stoltenberg segði,
at tey ungu hava lært tað
norska fólkið, at líkasæla
er hættislig. Hann segði,
at tað opna demokratiska
samfelagið gevur rúmd fyri
víðgongdum sjónarmiðum.
Forsætisráðharrin vísti á,
at internetið flýtur yvir av
útspilling og niðran, og at alt
ov leingi hevur samfelagið
vent tað blinda eygað til tað
haturskenda orðalagið. Hann
segði, at tað norska sam
felagið kann ikki og vil ikki
lata eyguni aftur, tí líkasæla
kann uppfatast sum tigandi
góðkenning. Tað kenna vit
frá søguni, segði Stoltenberg
og legði afturat:
– Vit skulu síggja tey for
fylgdu í andanum av 22. juli-
ættarliðnum, møta tí blinda
hatrinum við upplýsing og
grundgevingum og vísa, at
demokratiið er sterkari enn
tann ringasta hóttanin.
Norski forsætisráðharrin
segði, at samfelagið eigur at
minnast tey, sum doyðu tann
22. juli í 2011, við takklæti,
minnast teirra dreymar og
heldur minnast teirra lív enn
ta løtuna, tá tey doyðu.
Jens Stoltenberg tosaði
ikki bara um tey, sum doyðu
í yvirganginum tann 22. juli í
fjør, men eisini um tey, sum
vóru har, men sum sluppu
livandi
frá
atsóknunum.
Hesi eigur samfelagið at
hugsa um og at hava fyrilit
fyri, sama um teirra sár eru
sjónlig ella ósjónlig, segði
Jens
Stoltenberg,
áðrenn
hann endaði røðuna:
– Vit skulu siga hvør øðr
um hugnaligar søgur frá
Utøya. Tey góðu minnini
hiðani kann eingin taka frá
okkum. Tey eru okkara í all
ar ævir. Lat okkum æra tey
deyðu og gleðast um lívið.
Í vakurleikans skugga
skal ræðuleikin hvíla
stoltenberg – Sjálvt eitt ár aftaná er tað torført at skilja líðingina og óttan á Utøya
tann 22. juli í fjør. Men tað, sum er hent síðani, er so mikið meiri hugvekjandi
Kl. 15.25
Ein 950 kilo tung bumba brestur í
einum VW Crafter uttan fyri stjórnar
bygningarnar í miðbýnum í Oslo. Átta
fólk doyggja, og 98 verða løstað.
Kl. 16.50
Anders Behring Breivik kemur til ferju
leguna til Utøya.
Kl 17.17
Breivik fer upp á land á Utøya, har hann
skjýtur eftir fólki, sum eru á AUF-
ráðstevnu. 69 fólk doyggja, og 60 verða
særd.
Kl. 17.25
Ein løgreglumaður í Oslo fær at vita
frá dóttir síni, sum er á Utøya, at onkur
skjýtur.
Kl. 17.52
Teir fyrstu løgreglumenninir koma til
økið, men teir finna ongan hóskandi bát
at fara til Utøya við.
Kl. 18.15
Vápnaðir løgreglumenn fara út til Utøya í
einum gummibáti.
Kl. 18.25
Løgreglumenninir fara upp á land á
Utøya.
Kl. 18.34
Løgreglumenninir handtaka Anders
Behring Breivik.
Danski
forsætisráðharrin,
Helle
Thorning-Schmidt,
var á minningarhaldinum á
Utøya í gjár, og hon brúkti
røðu sína til at rósa norska
fólkinum fyri tess hátt at
svara yvirganginum
Helle Thorning-Schmidt
segði, at endamálið við einari
yvirgangsatsókn er altíð at
freista eitt samfelag til at
oyðileggja seg sjálvt, at selja
síni virðir, at velja ótolsemi
og beiskleika.
– Eitt sterkt samfelag
skal mátast eftir tess evn
um at standa saman. Og
kæru norðmenn, kæra AUF.
Tit valdu tolsemi. Tit valdu
opinleikan. Tit valda orða
skiftið. Og á tann hátt valdu
tit at vinna á hatrinum. Tit
stóðu saman sum eitt fólk,
tá harðast leikaði á, segði
danski forsætisráðharrin.
Helle Thorning-Schmidt
rósti Jens Stoltenberg og
segði, at við sínari fram
ferð dagarnar aftan á yvir
gangin hevði hann verið
ein fyrimynd fyri nógvar
politiskar leiðarar í Vestur
heiminum.
UTØYA
Nógv fólk var til minn
ingarhaldið á Utøya. Í
fremstu røð síggjast millum
annað Eskild Pedersen,
Jens Stoltenberg, Gro
Harlem Brundtland, Helle
Throning-Schmidt, Mona
Sahlin og Jonas Gahr Støre
Mynd: Polfoto
22. juli 2011
Svaraðu yvirgangi við
tolsemi og opinleika
Danski forsætisráðharrin
rósti tí norska samfelagnum
fyri at hava svarað yvirgangi
við størri opinleika
Mynd: Polfoto
Jens Stoltenberg
Mynd: Polfoto