Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1000 ár í Rituvík 1000 ÁR Tey 12 Olsen-systkini úr Rituvík fingu ein minniligan dag saman við sínum makum og eftirkomarum. Heri Simonsen Leygardagurin gjørdist minni­ ligur hjá teimum 12 systkj­ unum, sum eita (við føði­ár­ um) Magnus Salomon (1920) Vensil (1921) Sára Malena (1923) Marin Fredrikka (1924) Arnholt Sofus Reinert (1925) Carl Sivar Lenny (1928) Elly Frederikka (1930) Ansgar Tummas Jaspur (1932) Jógvan Harry Sofus (1933) Mary Elina (1934) Amy (1936) og Arne Karstin (1938). Byrjað varð við guds­tæn­ astu í Rituvíkar kirkju kl. 12. Aftan á gudstænastuna fóru fleiri av ættarfólkunum til tað nýggja vegmótið, har Æðu­víkarvegurin og tann nýggi Rituvíkarvegurin møt­ ast, fyri at verða hjástødd, tá tann nýggi Rituvíkarvegurin lat upp fyri almenna ferðslu. Eftir hetta varð mynda­ tøka av teimum 12 systkunum uttan fyri Rituvíkar Kirkju, har eitt ótal av myndum vóru tiknar. Seinnapartin leygar­ dagin varð borðhald í Fríð­ riks­kirkjuni á Toftum, har Jógvan Fríðriksson, bispur, Kári P. Højgaard, lands­stýris­ maður og Magnus Ras­mus­ sen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu eisini vóru hjá­ staddir. Borðhaldið hjá ættar­ fólkunum var merkt av bæði álvara og gaman, røðum og sangum, og vardi borhaldið til væl út á kvøldið. Triðja ættarlið reikaði fyri Eingin av teimum 12 systk­ unum vóru sjálv við til at fyrireika tann stóra há­tíð­ar­ dagin. Tað fall triðja ættarliði í lut. Systkinabørnini høvdu lagt dagin til rættis og hava bara givið teimum 12 systk­ unum boð um at møta til tann stóra merkisdagin. Magnus Tausen, sum er sonur næstyngstu systrina, Amy segði í kykmynda­sam­ røðu við Portalin, at tað sá eitt sindur svart út fyri stuttum, tí trý av systkunum vóru illa fyri fyrr í ár, men lukkutíð vóru tey komin seg, so tey og teirra makar og eftirkomarar kundu sleppa at uppliva 1000 ára føðing­ ardagin. Magnus Tausen sigur seg ikki vita nakað fordømi um, at 12 systkin røkka 1000 ára aldri. Men um nakar annar hevur rokkið tí, so fer kortini einki av glansinum hjá teim­ um 12 børnunum hjá Magnusi og Elsebeth Olsen. Í kykmyndasamrøðu við Portalin undirstrikaðu trý av systkunum, Carl Olsen, Amy Tausen og Arne Olsen, at samanhaldið hevur altíð verið gott teirra millum øll hesi mongu árini, og tey hava bara gott at minnast afturá, og alt gott at bera hinum systkunum. Tey 12 systkini, sum samanlagt fylla 1000 ár Myndir: Álvur Haraldsen