Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólk taka tað øgiliga pent FLOGFERÐSLA Ferðafólk hava ikki gramt seg, hóast vit hava verið mest sum í untantaks­støðu hesar seinastu dagarnir, sigur Finnbogi Niclasen, stjóri á flogvøllinum í Vágum Ongantíð verið so ringt áður FLOGFERÐSLA Ólagið á flog­ ferðsluni seinastu dagarnir er tað ringasta, Magni Arge, veit um Áki Bertholdsen - Alt hevur verið stilt og róligt og fólk hava tikið tað øgiliga pent. Finnbogi Niclasen, stjóri á flogvøllinum í Vágum, sigur, at hóast lítið og onki skil hevur verið á flogferðsluni nú í meiri enn trý samdøgur, tí veðrið hevur verið so ólagaligt, hevur onki knarr verið av ferða­fólki­num. – Tað hevur verið stilt og róligt og fólk hava góðtikið støðuna, sum hon hevur verið, uttan at gremja seg. Eitt er so tað, at før­oyingar hava vant seg við, at veðrið má sær sjálv­um ráða og hava lætt at góðtaka tær broyt­ ingar, tað kann føra við sær. Men Finnbogi Nicla­sen sigur, at útlendsku ferða­ fólkini hava eisini góðtikið støðuna øgiliga væl. – Tað hevur ikki verið nakað knarr av nøkrum slagi, leggur hann aftur­at. Hjálpast at Hann sigur, at tey hava øll gjørt sítt besta fyri at fáa alt at glíða. Tað er sjálvandi At­lants­ flog, sum hevur á­byrgd­in av ferða­fólk­unum, men starvs­ fólkið á flogvøllinum hevur eisini havt langar arb­eiðs­ dagar av tí sama. – Í eini støðu, sum hesari, royna vit øll at hjálpast at fyri at fáa tað at ganga, sigur hann. Hann sigur, at ein stórur trupulleiki er at hýsa øllum teimum strand­aðu ferða­fólk­ un­um. – Internetið og sms-skip­ anir eru ónatúrliga hentar í førum, sum hesum, tí tað gevur fólki høvi at vera heima, sum longst. Serliga føroyingar hava høvi at halda seg heima. – Men tað skerst ikki burtur, at heilt nógv fólk hevur verið á flog­vølli­num alla tíðina, serliga út­lend­ing­ ar, sum ikki hava møguleika at vera heima. – Vit hava roynt, sum frægast at hýsa teimum og nú høvdu vit eisini riggað madrassur til í barna­garði­ num í Sørvági at hava til at taka, sigur stjórin á flog­vølli­ num. Ferðafólk hava eisini gist privat. Hann sigur, at onkun­tíð hava tey eisini hýst strand­ aður ferðafólki á Zarepta, men tað ber ikki til beint nú, tí har er lega akkurát hesar dag­arnar. Ringasta, hann veit Finnbogi Niclasen hevur arb­ eitt á flogvøllinum í Vágum í 33 ár. Men hann sigur, at ólagið, sum hevur verið hetta viku­ skiftið, er tað ringasta, hann veit um at siga. – Tá ið ólag hevur verið á flúgvingini, hev­ur tað vanliga verið, at tað hevur verið ein dag ella hálvan annan. Men hesuferð byrjaði ólag at koma á flúgv­ing­ina hós­ dagin og gongst, sum ætlað í dag, verður tað ikki fyrrenn í morgin, at alt fæst í rættlag aftur. – Tað kann ganga skjótt, tá ið glið kemur á aftur, sigur hann. Hann sigur, at út­syn­ning­ ur og útsynningur sunnan eru ringastu ættirnar í Vág­ um og tað eru júst tær lágættirnar, ið hava herjað landið seinastu dagarnar. – Niðri í Sørvági er hampu­ liga klár, men uppi á vøllinum liggur mjørkin sum eitt teppi niður yvir. Hesar ættirnar eru eisini tær ringastu til vind og tað hevur eisini verið fitt av vindi, so talan hevur bæði verið um mjørka og um síðu­ vind, sum hava tarnað flogførunum. Finnbogi Niclasen sigur, at 23. august verð­ur nýggj innflúgving­ar­tøkni tikin í brúk. Hon hevur eina ávísa tilvenjingartíð, áðrenn full nytta fæst burtur úr henni. - Tá ið hon er tikin í brúk fer tað at hjálpa munandi upp á støðuna, tá ið mjørki er, sigur stjórin á flogvøllinum. Áki Bertholdsen – Eg havi verið í Atl­ants­ flogi í 17 ár, men hetta er nokk tað ringasta, eg havi vitað. Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. Síðani hósdagin hev­ ur al­vorligt ólag verið á flog­ferðsluni til og út Føroyum. Mjórkin hevur ligið tjúkk­ur niður yvir vøllin og har­afturat hevur nógvur vindur verið, so síðani hósdagin eru bara einstøk flogfør komin og farin um flogvøllin. Hetta hevur elvt til, at ein hópur av ferðafólki eru hvørki sloppin til og úr Føroyum. – Tá ið ringast stóð til í gjár, høvdu vit eini 1800-2000 ferðafólk, sum vórðu strand­að í Før­oy­ um og í øðrum norð­ urlondum, sigur Magni Arge. – Flogfør, sum vóru á veg til til Føroya, máttu ístaðin leita til aðrar flogvallir, bæði í Íslandi, Noregi og í Bret­landi, har ferðafólkini so hava gist. Samstundis hevur ein hópur av ferðafólki ging­ ið í Føroyum og bíð­að eftir at sleppa av­stað. Men í morgum tókt­ iskt sum um at glið kom á aftur, tó at veðrið framvegis er ein bági. Men nú verður so roynt at koma upp und­ an aftur og fleiri flogfør eru ætlað at koma og fara í dag. Bíða til í morgin Men fyri at koma upp undan aftur, hevur At­ lantsflog gjørt av at øll flúgving, sum eftir ætlan skuldi vera í dag, er útsett til í morgin. Tað vil siga, at øll ferða­fólk, sum høvdu ferðaseðil til í dag, mugu bíða til í morgin. Tað er fyri at kunna brúka allan dagin í dag til at koma upp undan aftur og at fáa strandaðu ferðafólkini frá viku­ skift­unum fram, hagar tey skuldu. Slíkt ólag á flog­ferðsl­ uni er eisini ein fíggj­ar­ ligur smeit­ur fyri At­ lants­flog. – Tað er tað, men beint nú hugsa vit ikki so nógv um tað, sigur Magni Arge. Hann sigur, at hóast veðr­ið er heldur frægari nú, tekur tað sína tíð, at fáa alt í rættlag aftur. – Vit kunnu ikki flúgva óavmarkað. Vit mugu alla tíðina hava í huganum, at er ikki lend­ andi í Vágum, mugu vit hava umstøður til at seta flogfarið onkra aðra­ staðni og tá skal havast í huga, summir flogvallir steingja um kvøldið. – Tað er ein spurn­ ingur, sum saktans kann taka seg upp í dag, tí veðrið er fram­vegis iving­arsamt. – Tað eru eisini strangar reglar um hvíli­ tíðir hjá flog­manningum og alt tað ger, at tað ber ikki til at flúgva óav­ mark­að, sigur stjórin í Atlantsflogi. Tá ið ringast stóð til í gjár, høvdu vit eini 1800-2000 ferðafólk, sum vórðu strandað Tað hevur ikki verið knarr av nøkrum slag Tolin trívst Nógv ferðafólk hava havt langar dagar á flogvøllinum, í Vágum, tí ringasta ólag í mannaminni hevur verið á flogferðsluni, men øll hava tikið tað øgiliga pent. Onkur styttir sær um stundir við telduni og onnur senda langtandi eygu upp á talvurnar, har boðað verður frá, hvussu gongst við flogfarinum. Myndina av bíðandi ferðafólki, hevur Sigrún Halldórsdóttir Brend lagt á Facebook