Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Tað tikist mær so løgið at seta nakrar tankar og orð á prent um vinnmann mín Olvheðin. Her er so nógv, ein kundið tikið fram. Hann var ein so virkin persónur - innan ítrótt og innan kommunalpolitikk í Klaksvík. Hann bleiv valdur inn fyrstu ferð í 1972 og sat til 1992,hann var við í hesum tíðarskeiðnum við at seta fingramerki á menningina av fiskaríhøvuðsstaðnum Klaks­vík. Eisini stillaði hann upp til landspolitikk fyri Kristiliga Fólkafólkin Fram­ burðs- og Fiskivinnuflokkin, og her restaði honum bert fáar atkvøður í at verða vald­ ur. Lat meg venda aftur til tann partin, sum fylti nógv í ungdómslívinum hjá honum, tað var fótbolturin. Har var hann ein dugnaligur leikari, hann var jú ein partur av tí so nógv umtalaða 66-liðnum hjá KÍ, sum kundi geva øðr­ um fótbóltsfeløgum trupul­ leikar, men teir góvu Norð­ oyggj­um og teimum, sum leit­aðu til dyst í Klaksvík og sum ferðaðust í stórum tali runt oyggjarnar við teim­ um, nakrar góðar fótbólts­ upplivingar sum seint verða gloymdar. Eitt annað, sum Olvheðin gekk uppí, var seyðahaldið í Elduvík. Alexandrina, kona hansara, var ein av teimum stóru eigarnum av seyði, og sumrini í Elduvík saman við Alexandrinu og Olvheðin eru fyri okkum løtur, vit ikki koma at gloyma. Fyri okk­ um býarfólk var hetta nak­ að serstakt, har øll familjan stóð saman um at fáa alt til høldar, um tað var at geva medisin, klippa seyð­ in­um ella fletta. Alt bleiv tikið hond um. Til tíðina í Elduvík hoyrir eisini til, at Alexandrina og Olvheðin drivu matstovuna “Lonin”, har vit høvdu mangar góð­ ar løtur, og gestir komu á gott. Føðingardagarog kon­ firma­sjónsdøgurðar blivu hildnir í “Lonuni”, og tað lá væl fyri hjá Alexandrinu at gera vælsmakkandi mat. Kona mín og hon arbeiddu val saman, tá hon var liðug at vaska á Læraraskúlanum var farið til Elduvíkar at hjálpa til í “Lonuni”. Ikki kann sigast annað, enn tað er ein undarlig kensla, at tey bæði ikki eru millum okk­ um meira – hugnalig og løtt í sinninum minnast vit hetta parið.Í Klaksvík, á Fløtt­ inum 3, var heimið, sum vit komu at læra Olvheðin og Alexandrinu at kenna. Tá vóru dreinginir komnir, og tað var familjuøking á veg, so tað var ikki so lítil spenningur um tann fjórði drongurin kom, ella um tað bleiv ein genta. Jú, mín sann, so kom hon, Maria. Hesi børn teirra, John Kári, Markus, Jógvan og Maria komu at blíva góðir og virknir samfelagsborgarar innan ymsar vinnugreinar. Vit ynskja tykkum og familj­ um tykkara Harrans styrki, nú tit hava mist pápa tykk­ ara, sjálvt um hann fyri tykk­ um og okkum onnur var so broyttur vegna sjúku. Olvheðin var aktivur í tí andaliga arbeiðnum í Klaksvík. Hann var aktivur í arbeinum í K.F.U.M.&K, síðan var hann saman við fleiri við til at stovna Soli Dio Gloria. Í apríl 1979 bleiv hildin ein stór páskastevna í Ítróttarhøllini í Klaksvík, høllin var stúgv­ andi full, skipað varð fyri pallborðsfundið við politik­ arum, og tað var Olvheðin, sum leiddi tann fundin. Olv­ heðin hevði góðar gávur at boða gleðiboskapin um sín Harra og frelsara, og seinni um kvøldið var vanligt møti við fullari høll. Somuleiðis bleiv Olvheðin ein partur av Tjaldmissiónini, har vit á hvørjum sumri vóru á Gøtueiði, og úti við 80 fólk lógu í Campingvognum,og ein hópur av fólki komu til møtir, og mong fingu ein nýggjan start uppá lívið. Hetta var tað, sum gleddi Olvheðin og Alexandrinu,og okkum onnur sum vórðu við í hesum arbeinum. Eitt annað, sum hann gleddist um, var, at tað bleiv heitt á hann at luttaka við møtir hjá útisetum í Jyllandi. Í kreppuni í 90’unum flutti Olvheðin til Danmark fyri at fáa arbeiði, men hetta eydn­ aðist ongantíð til fulnar. Tað dapra hendi, at Alexandrina fær staðfest ringa sjúku, sum ger, at hon ikki stendur til at bjarga. Hetta var ein dyggur smeitur fyri familjuna, og vit onnur høvdu mist ein góðan vin og samstarvfelaga. Olvheðin flutti ikki heim aftur,royndi at fóta sær og upparbeidi sær eina nýggja tilveru í Danmark. Hann giftust aftur við Kirten, og tey fingu nøkur góð ár saman í Skejby. Hugnaligt var at koma at vitja hjá teimum. Kirten, jeg ved, at det har vært noen svere tunge år for dig , du opplevet at Jacob som du kalte ham og som du var så glad i forandret sig ,på grund af sygdommen,vi vil bede for dig. Lat meg at enda takka tykkum familjum Højbro og Jacobsen, at vit fingu loyvi at uppliva saman við tykkum og Alexandrinu og Olvheðin. Bæði av gleði og sorg. Eg vil við hesum fáu orðum lýsa Guds frið yvir minni um mín góða vin Olvheðin. Thomas J. Askham Minningarorð um Olvheðin Jacobsen, Klaksvík f. 31. januar 1942 d. 18. juli 2012 Tá ið eg tók við í Føroya­hús­ inum, hitti eg mong, sum eg fyrr ikki visti um ella bara hevði hitt her og har. Nú komu vit á tal, gjørdust kenningar og høvdu hugnaligar løtur sam­an. Ein nýggjur heimur við ungfólki, tilkomnum fólki og gomlum fólki læt upp, flest øll føroyingar, sum lósu, arbeiddu ella høvdu livað í landinum í ein ella tveir mansaldrar. Tú hoyrdi gam­alt mergjað suður­oyar­mál, vága­ mál og norðoyamál og legði oyra til lívslagnur og hend­ ingar, sum fleiri av hesum fólkum høvdu verið fyri. Ein, sum tíðliga helt seg fram­at, var toftamaðurin Jó­ annes Højgaard. Hann var eitt sovorðið lítið gudsorð, sum hevði hug at rætta tær eina hond í einum og øllum. Hann kendi húsið, tað handfasta húsið við loftum og skotum, arbeiðskøki og ventilatión, og hann kendi lagnuna hjá húsinum og ætlanina við tí. Hann var góður við húsið og var verandi góður við tað. Tað var ikki hálvtalað orð, so var hann har. Tað hendi, at hann var umlopin, tí hansara beinasemi var størri enn tað, eg kundi rúma. So heldur biðja onkran annan. Vátan vøtt fekk eg longu tað fyrsta annaðjólakvøldið í húsinum. Húsið var full­ sett. Borðreitt var fyri hálvt­ annaðhundrað fólkum, men ikki fyri Jóannesi og kon­uni, Sólklár. Tey vóru í seinna lagi at tekna seg, og eing­in sessur tómur. Tað var týði­liga herskin biti hjá teim­um, og eg var illa við. Tá ið farið var til borðs við bótasúpan og røstum kjøti, varð gjørt vart við, at aftur var uppvaskmaskinan í ólagi. Nú vóru góð ráð dýr, tí uttan maskinu vóru vit ómannað! Eg visti ongan frægari enn Jóannes og ringdi. Jú, hann skuldi koma. Tey komu bæði í stívasta puss á veg í veitslu hjá øðrum, nú tey ikki sluppu upp í part hjá okk­um. Jóannes læt seg úr jakk­anum, legði seg niður á gólvið, fekk maskinan aftur í rætt­lag og læt seg í aftur. Tey fóru uttan himpr ella agg aftur av húsum. Soleiðis var Jóannes, sum flutti niður í fimmtiárunum og arbeiddi sum elektrikari og installatørur. Hann var verts­kapsmaður, og sagt við skaldinum var hann í vert­ skapi fróur og glaður við egið sum annan mans borð. Blíð­skapurin var óførur heima hjá Jóannesi og Sól­ klár, har mangur hevur sitið væl, og veit frá tí at siga. Jó­annes smæddist ikki at siga sína hugsan, legði ikki altíð fingrarnar ímillum, men hann var eisini við tí góða orðinum, vinsælur, blíð­mæltur og hug­fars­ligur. Hann háls­fevndi og kysti á kinn ella vørr; hann var so ker­ligur, vildu toftamenn helst sagt. Jóannes var hugagóður, dugdi at finna útvegir fyri mongum og at loysa mál, har ein stóð sum kánus. Mest sum alt bar til hjá Jóannesi. Hansara sjaldsomu vinabond nær og fjar vóru honum mangan hent eins og hjá teimum, sum vóru kenningar og vinir hansara. Tað var ikki tað ting, Jóannes ikki fekk slotað seg fram á, tí hann vildi hjálpa og ganga til handa. Var tað hitaplátur til Føroyahúsið ella ein flótandi leikpallur til ólavsøkutiltøkini á Bryggjuni, visti hann ráð fyri tí, og í bátafelagnum eru hópin av stórum, smáu og sjaldsomum lutum, sum Jóannes hevur fingið í reiðr­ið. Skyldfólk, vinfólk og kenningar vóru honum í huga, og hann fjálgaði um tey eins og um Føroyahúsið, bátafelagið Tvørábáturin og sjómansheimið í Nýhavn, har hann eitt tíðarskeið hevði náttarvaktirnar. Tað var mest sum ikki nóg mikið. Borðreitt var fyri tænastufólkunum, tá ið tey komu á vakt næsta morgunin. Listafelagið og Kvinnufelagið áttu eisini hvør sín kova í hansara rúm­ sátta barmi. Tá ið pikkar uppá og eitt fyri og annað eftir gloppar dyrnar við áminningum um, at heilsan er eittans, tóktist mær hetta so óhugaligt hjá honum, sum vildi meira, enn hann maktaði. Vert­ skaps­maðurin mátti leggja frá sær, áðrenn hálvrunnið var. Fløvandi hendur máttu sleppa, har tær so fegin vildu útint meira. Bráddliga var tíma­glasið runnið og farin dagur. Tað kom dátt við, tá ið deyðs­boðini bórust týs­ morg­unin 17. juli, at hann var farin kvøldið fyri, 76 ára gamal. Jóannes var ikki heldur enn nakar annar ein eingil á jørð og hevði ikki lagt í at borið tað heitið, men hann var fyrimyndarligur við síni umsorgan og sínum beinasemi., ein góður og kerligur maður og pápi. Tað er mín vón, at tey næstu, sum nú syrgja, sakna og kenna tómleikan eftir hann, eiga troyst í teimum góðu og lívs­játtandi minnunum. Eg trúgvi, at nú er hann í tí hvíta skara, sum syngur hásong handan sýn, og biður gott fyri okkum, sum eftir eru. Friður veri við minni hansara. Martin Jóannesi Højgaard til minnis