Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Góða mamma, við hesari heils­an vil eg ynskja tær hjarta­liga tillukku við 60 ára degnum. Tað sæst hvørki so ella so á tær, at tú nú er vorðin 60 ár, tú sært enn út sum ein unglingi. Tú hevur altíð verið ein serstakliga vøk­ur kvinna. Tey sum minn­ast Solveig ommu og Óla Christian abban á Dala­ vegnum, vita óivað hvar tú mamma, hevur fingið tín vakur­leika frá. Tú vart einans 16 ára gom­ul, tá tú burturstødd í Danmark á húsarhaldsskúla, fekk at vita at tú vart við barn fyri fyrstu ferð. Tú vart sjálvandi sum flest aðrar ungar gentur ørkymlað um hetta, men tíbetur valdi tú saman við foreldrum tínum at gjøgnumføra barnsburðin, og harvið seta meg í hendan heim. Boðini heim til tíni foreldur, um at tú vart við barn, vóru við hjálp frá ein­ ari lærarinnu á skúlanum, givin til Føroyar. Omma og abbi, sum tá áttu bert tvey ára gomlu Hannemi, góvu tær fullan stuðul. Abbi segði at babba skuldi ongar barnapengar gjalda, tí babba var tá í læru sum timburmaður, og ynskti abbi at hjálpa tykkum økonomiskt eisini. Longu sum 28 ára gomul, hevði tú fingið 5 børn. Tey fyrstu árini arbeiddi tú heima, so tú kundi verða um okkum systkin. Eg minn­ist væl aftur á tíðina á Ternu­ ryggi, har tú seymaði og legði klæðir upp fyri millum annað Skálabúðina. Seinni gjørdist tú dagrøktarmamma á Argjum, og hevði tá ikki minni enn 7 blæðubørn sam­ stundis. Tú og babba vóru ung tá tit møttust, men tit hava verið eitt eksemplariskt par, ið hava hildið saman við við- og mótgangi øll hesi árini. Tú og babba hava verið ófør, at roynt ymiskt á lívs­ leiðini. Tit hava bygt hús og flutt fleiri ferðir, Babba hevur smíðað og tú seymað gardinur, polstrað møblar og annað. Eitt tíðarskeið í 1993 búðu tit eins og nú í Danmark. Tú hevur roynt at verið í bæði privatari og al­mennari vinnu, eins og tú eisini hevur havt sjálv­støðugt virksemi, har kann nevnast seymikona á Ternuryggi, Salong Sólbrún á Garðsgøtu við solarium og massagubonki, sølutænastan Ring Inn í Dr. Jacobsensgøtu, bakarísølan Skivan á Landa­ vegnum og annað. Tey mongu seinastu árini, hevur tú verið í føstum starvið á Landssjúkrahúsinum á sjúk­ lingatænastuni, og veit eg at fleiri sjúklingar hava verið sera glaðir um tí góðu tæn­ astu, tú hevur veitt teimum, tá harðast stóð á. Vit sum børn hava ongan­ tíð kett okkum, har hevur altíð verið ferð á hjá tykkum báðum, og altíð okkurt nýtt sum skuldi henda. Tað var við sera stórari sorg, at vit fyri 7 árum síðani fingu at vita, at tú vart vorðin illa sjúk av krabbameini, diagnosan og prognosan móð­urmerkja krabbi við spreiðing var sera vánalig, men tíbetur við sterkum vilja, og hjálp bæði frá læknum, alternativa vegnum, og bøn gjørdist tú frísk. Lívið blívur ongantíð tað sama aftur, tað er tíðin áðrenn og aftaná krabbasjúku, plagar tú at siga. Men vit eru so ómetaliga glað fyri, at tú slapp at liva og verða millum okkum. Eitt lítið móðurmerki á rygginum, var við at taka mammu okkara frá okkum. Seinni hevur tú so í samstarv við krabbameinsfelagið, verið í miðlinum, og ávarað onnur um at ansa sær fyri solarium og ovurnýtslu av sólini. Tí hesum hevur tú havt ringar royndir av. Eg vil takka tær elskaða mamma, fyri alt tú hevur ver­ið fyri meg, og míni 3 børn og ynskja tær alt tað besta og nógv góð ár framyvir. Hopi at babba so væl og virðiliga tjúkklar um teg í Keypmannahavn, har tit bæði hava valt at hildið dagin saman. Beinta Birgith við Sandá 60 ár 21. juli Ein heilsan til mammu mína úr Spania á 60 ára degnum Mamma sum ung niðri í Vágsbotni. Myndin er tikin av einari enskari avís, sum seinni sendi mammu avrit av myndini við postinum TØKK TØKK Frá mikudegnum 25. juli vitjar borgarstjórin í Reykja­ vík, Jón Gnarr, og frú Jó­ hanna Jóhansdóttir sam­an við 6 ára gamla syni teirra, og embætisfólkunum Ellý Katrin Guðmundsdóttir og Magnús Karl Magnússon. Tórshavnar kommuna er vertur undir vitjanini og mikukvøldið bjóðar býráðið døgverða í Móttøkuhúsinum. Hósdagin verður farið útferð til Kolturs og um kvøldið verður døgverði í Áarstovu. Fríggjadagin vitjar Jón Gnarr fyrst Býlingshúsið í Norðasta Horni, síðan í Kirkjubø og seinnapartin er hann við í Faroe Pride. Leygardagin halda gest­ ir­nir ólavsøku, fyrst á Ráð­ hús­in­um saman við bý­ráðs­ limum og embætisfólki, síðan vitja tey íslendska kon­sulin og síðan heim til borg­arstjóran og frú at eta nátturða. Og so á ólav­søku. Ólavskudag eru gestirnir og hyggja at skrúðgonguni úr Dómkirkjuni. Um kvøld­ið ætla tey at uppliva felags­ sangin á midnátt. Tey fara avstaðaftur til Íslands mána­ morgunin. Borgarstjórin í Reykjavík á ólavsøku Borgarstjórin í Reykja­vík, Jón Gnarr, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu