mánadagur 23. juli 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Loysn má fáast á ferðsluni
í høvuðstaðnum !
Andrea Heindriksdóttir
Ein heildarætlan fyri ferðsl
una í Havnini er alneyðug.
Bilferðslan er økt munandi
seinastu árini, men ferðslan
er ikki, í nóg stóran mun,
skipað soleiðis, at økingin
ikki er til bága fyri býin.
Javnan hoyrist at parker
ingspláss mangla, og nógv
øki, sum eru uppløgd at brúka
til at skapa lív í býnum, verða
í dag brúkt til P - pláss, eitt
nú Skálatrøð - hettar kann
ikki vera meiningin. Tað má
og skal finnast ein loysn á
ferðsluni.
Býurin og kommunan øll
eigur at endurskoða hetta
økið, og saman við fólki, sum
hava nýhugsaðar ferðslu
skipanir sum sítt starvsøkið,
finna eina varandi loysn.
Gongugøtan eigur, so vítt
møguligt, at vera bilfrí. Við
at gera gongugøtuna, sum
navnið eisini sigur, til gøtu
har fólk ganga og spáka og
njóta hugnaliga umhvørvið,
fer handilslívið eisini at
mennast.
Aðrir býir hava sporvognar
og /ella undirgrundartok.
Havnin er ikki stór, so tílíkar
loysnir verða helst ov kostn
aðarmiklar,
men
kanska
onkur, sum dagliga arbeiðir
innan
ferðsluøkið,
situr
inni við eini loysn, sum júst
hóskar okkara høvuðstaði -
ja kanska hevði verið gott við
eini hugskotskapping innan
ferðsluøkið !
Nú nýggj miðbýarætlan
sum Hans Mortensen o.o.
hava lagt lunnar undir, hev
ur sæð dagsins ljós, hevði
helst verið skilagott at tikið
ferðsluøkið við í arbeiðið við
heildarætlanini fyri Havnina,
tí hesi øki eru so ella so part
ur av somu søk.
Umráðandi er at bygd
irnar kring Havnina: Kolla
fjørður, Kaldbak, Hvítanes,
Velbastaður,
Kirkjubøur,
Norðradalur og Syðradalur
eins og oyggjarnar Nólsoy,
Hestur og Koltur, sum jú eisini
eru partar av Tórshavnar
Kommunu verða tiknar við,
tá nýggj ferðsluskipan skal
gerast. Tørvurin er ikki, tann
sami har sum í miðbýnum,
men harvið ikki minni um
ráðandi.
Tá tað kemur til Hoyvíkina
og Argir, so verður í løtuni
arbeitt við brúnni um Sandá
og nýggjum ringvegi, og hetta
má sjálvandi eisini takast við.
Stórt tal av fólki býr í Hoyvík
og á Argjum, og tí má tað
eisini liggja frammalaga at
menna hettar vegakervið.
Í útjaðaranum, eins og
mitt í Havnini, er alt avger
andi, at atlit verða tikið at
tryggari ferðslu, har børn
eins og vaksin kunnu vera
uttan at kenna órógv á sær. Tí
má havast í huga at gera eina
trygga og nútíðarhóskandi
vegaføring – eisini tí at fleiri
av vegunum liggja beint
uppat íbúðarhúsum.
Havnin tekur ímóti fólki
hvønn einasta dag, sum koma
til arbeiðis í kommununi,
hesi koma ofta í bili, og tí má
atlit eisini takast til hend
an tørvin - her hevði verið
upplagt
at
landið
eisini
spældi við !
Ferðsla er so nógv ymiskt,
bilferðsla,
tung
ferðsla,
súkklur o.s.fr. Øll hesi eiga
sítt pláss, men mugu hvør
í sínum lagi samskipast á
nøktandi hátt, so at tað eisini
verður pláss fyri einum liv
andi býi, har fólk búgva, ar
beiða og eru í frítíðini – og
har fólk trívast.
Spell at bilferðslan og
P-pláss í Havnini skulu av
gera, hvussu býurin kann
útbyggjast. Ein nógv meira
spennandi bý fáa vit, um
vit duga at finna eina loysn
fyri ferðslu og parkering,
- møguliga eina loysn sum
liggur undir jørð - so býurin
sjálvur kann hýsa livandi
virksemi og trivnaði.
Ríkisfelagsskapurin stóran
týdning fyri kredittvirðið
Helgi Abrahamsen
Løgtingsmaður
Landsbanki Føroya boðaði
fyrr í vikuni frá, at Føroyar
varðveita
ratingina
frá
Moody's. Føroyar liggja á
fjórðbesta plássi av 21 møgu
ligum.
Hetta er at fegnast um,
og hevur stóran týdning fyri
rentuna, ið landskassin skal
gjalda av sínum lánum.
Ríkisfelagsskapurin
togar okkum tvey
stig uppeftir
Fleiri orsøkir eru til, at
Føroyar fáa eina so góða
rating. Sambært Moody's
er ein orsøk, at landsstýrið
hevur støðug viðurskifti við
donsku stjórnina. Men eisini
tað at landsstýrið hevur tað
neyðuga valdið til at stýra
búskapinum, at landsstýrið
hevur sett sær fyri at hava
gott gjaldføri og at breið
politisk semja er um at fáa
hallið hjá landskassanum
burtur, hevur týdning.
Ríkisfelagsskapurin
einsamallur, togar okkum
heili tvey stig upp eftir stig
anum.
Vandar
Vandar eru sjálvsagt eisini
fyri, at Føroyar í framtíðini
kunnu detta niður eftir
ratingstiganum. Ein vandi
sum verður nevndur er, um
viðurskiftini millum Føroyar
og Danmark versna. Men
eisini manglandi evni til at
fáa
almenna
undirskotið
burtur, kunnu fáa negativar
avleiðingar.
Eiga at varðveita
styrkina
Umráðandi er, at vit gera alt
ið gerast kann, fyri at halda
fast í góðu ratingini. Vit mugu
fylgja ætlanini um at vinna
á almenna undirskotinum
innan ávíst áramál, og ikki
minst hevur tað týdning,
at vit varðveita tann sterka
ríkisfelagsskapin.
Nú Fiskimálaráðið, eftir
drúgva viðgerð, ikki vil
loyva føroyskum skipi
at gera eina roynd eftir
makreli í Irmingarhav
inum, er grundgevingin
tann, at ein slík roynd vil
skaða føroysk áhugamál
í makrelfiskiskapinum í
føroyskum sjógvi.
Haldi ikki at hettar
mál eigur at gerast ein
flokspolitisk kastibløka,
og er mín hugsan um
hetta mál, meira av fiski
vinnuáhuga heldur enn
politiskum áhuga, ella ein
blanding av báðum.
Sjálvandi hevur ong
antíð verið meiningin, at
allur makrelflotin skuldi
í Irmingarhavið, og tað
kundi
Fiskimálaráðið
sjálvt sett treytir um.
Vil man ikki verða
fyrstur í nýggjum fiski
skapi, so má tað tíða, at
ein avskrivar sær rætt
indi í altjóða sjógvi.
Fyri fáum árum síð
an komu dagliga tíð
indaskriv úr táverandi
Uttanríkisráðnum
um,
at føroysk skip høvdu
vunnu sær søgulig rætt
indi í Stillahavinum, og
var hettar rokna sum eitt
stórt framstig. Ì Fiski
málaráðnum er eftir øll
um at døma tað øvugta
galdandi.
Landstýrismaðurin
sigur at Havstovan hev
ur fríar hendur at gera
tær royndir hon vil, og
er tað heilt ok. Men fær
Havstovan at vita úr
Fiskimálaráðnum, at hon
skaðar føroysk áhugamál,
so fer hon sjálvandi ikki
at gera nakra roynd.
Løgið um Havstovan
ikki av sínum eintingum,
vildi vita eitt sindur meir
um makrel sum er so
óvanliga langt vesturi.
Norska
Havforsk
ningsinstituttet sigur á
sínu heimasíðu, www.
imr.no at "makrellen er
en hurtig svømmende,
pelagisk stimfisk som
kan vandre over store
omráder". Harumframt
vísa teir á, at tað eisini er
makrelur á eystursíðuni
á USA, "men ingenting
tyder på at det er for
bindelse eller utveksl
ing´på tværs av Atlanter
havet". Hettar mátti verði
upplagt hjá Havstovuni
at verði fyrstur at kanna.
Harumframt
hevði
ICES, við síni stovns
meting av makrelstovn
inum fingið nakað at
hugsa um.
Tað skal vera løgið um
Grønlendingar ikki taka
kjansin, og gera royndina
fyri okkum. So kunnu
vit pástanda, at vit vistu
um hendan fisk, men
vildu ikki fiska hann. At
tað skal telja til okkara
fyrimun, at grønlendingar
finna makrel eystan fyri
Grønland, har føroyingar
kundu havt fiska í 14 dag
ar, havi eg trupult við at
skilja.
Høvdu
føroyingar
boða frá nógvum makreli
eystan
fyri
Grønland,
so hevði tað fullkomi
liga sligið beinini undan
norska
og
írska
pá
standinum um, at allur
makrelur hoyrir teimum
til.
Tá ið nú langt um
longi, at eitt NEI er komið
úr Fiskimálaráðnum, má
sigast sum maðurin segði,
at hettar var, "Et forgeves
træk".
Vónandi
verða
tað ikki fleiri av hesum
slagnum.
Grøn
lendingar
heldur enn
føroyingar
Henrik Old
løgtingsmaður