Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! festivalurin 2012 leygarkvøld Oddur á Lakjuni Vegna veður varð seinasta konsertin á G! Festval 2012 flutt av Sandinum niðan á Spæliplássið. Tað tekur sína tíð at fáa teknikkin uppá pláss, og 200 komu ikki ígongd fyrr enn klokkan hálvgum trý um morgunin. 200 eru tiltiknir fyri G! konsertir sínar, og Spæliplássið var eisini mest sum fult, áðrenn teir fóru í gongd í illveðrinum. Aftanfyri seg høvdu teir ta tiltiknu tveir metur høgu hondina við lyftari longutong - og harvið var tónin settur. Eins og flestu sangirnir hjá 200 snúgva framførslurnar seg fyrst og fremst um at finnast at; um uppreistrarsinni; um at geva fingurin til yvirvøldina. Áhoyrararnir fingu undir konsertini greitt at vita, at sitandi politikararnir hava skyldina í øllum óndum her í verð; at tey, sum velja Miðflokkin eru skítiklikkað; at vit undir harðrenda fólkafloksvaldinum liva í einum fasistiskum samfelag; og so eisini at vit skulu øll vera góð við hvørt annað. Onkur vildi vera við, at ein hátt eru 200 líka sum politikararnir, sum teir siga seg syngja um: teir hava sterkar meiningar og ógvuslig úttalilsi, uttan at seta seg ordiliga inn í tingini ella leggja so nógv í smálutirnar. Men hetta var jú ein rokkkonsert, og tað er ikki eitt høvi til smálutir. Hetta var eitt høvi til at rópa og nikka, til at kitla og øsa. Tíverri var tað tó veðrið, sum østi seg meira enn nakað annað. Júst sum teir fóru í gongd við ein klassikara hjá Slayer versnaði veðrið av álvara. Regnskjól vendust á ranguna, plastíløt flugu um oyruni og fólk royndu at kroka sum fragast. Áðrenn konsertina varð VIP-økið lýst at vera opið fyri almenninginum, og sum landsynningurin brast á, flýggjaðu mong niðan í fjálga, turra Tøting. Tó vóru tey allíkavæl rættiliga mong í tali, sum vórðu verandi at fáa alt við, sum hendi á pallinum. Til tann eina sangin fingu teir eina rúgvu av gestatónleikarum á pall. Eivør Pálsdóttir kom at spæla bass, Høgni Lisberg og Benjamin komu at spæla gittar, og fleiri onnur afturat komu uppí. Saman spældu tey ‘Brúka tína makt’, og Niels Arge Galán legði doyðin á, at vit eiga at brúka okkara fólkaræðisliga vald meira enn bara við at seta ein kross á einum vali fjórða hvørt ár. Teir spældu bæði eldri tilfar og eisini tilfar av nýggju fløguni Vendetta. Stílurin var tann sami, sum teir plaga at spæla: tað var beinleiðis, illsintur punkrokkur, við eini rúgvu av prædiku og kjaftasliti afturvið. 200 hava spælt nakrar minniligar konsertir á G!, og hava áður megnað at fylt Sandin við fólki. Hesuferð var tað ikki heilt líka minniligt. Teir tríggir gjørdu sítt besta, og royndu ikki at lata seg órógva av vátum gittarum og skelvandi palli, men tíverri varð konsertin darvað av ringu umstøðunum. Og táið teir høvdu spælt í 40 minuttir fekk alt ein bráðan enda. Teir fingu boð um at tað vegna øtlaða vindin ikki var trygt á pallinum longur. “Vit gevast beint nú!” segði Niels Arge Galán knappliga, og seinasta konsertin á G! 2012 var av, brádligari enn ætlað. Prædika og kjaftaslit Rókur Jákupsson Jakobsen Hóast droparnir plaskaðu á regnskjólini, so vóru fyrstu takt­ir­nar hjá Klezmer leygar­ kvøld­ið nóg mikið til at øsa spæli­plássið upp í skúm - alt­so uppá tann góða mátan. Alt fór at hoppa og rópa, og tørv­ur­in at smílast gjørdist ovur­honds stórur. Ein mað­ ur kom rennandi yvir til mín og segði: “&%€#”&X sum hetta er gott”. Tað var eitt lekk­urt lítið kaos millum tey fáu, sum enn høvdu dirv­ið at bjóða regninum av. Vaksin sum ung funnu skjótt saman í eina slangu, sum dansandi snaraði seg kring Spæliplássið. Ein púra ganda­kend løta. Sirkus Syðrugøta Hesir seks tilkomnu menn­ ir­nir úr Hollandi spæla eina skjóta útgávu av polka, balk­ an, gypsi – kallað tað hvat tú vil. Teir spæla so skjótt og orkumikið, at tú verður rivin við á teirra ferð, og tað er ikki frítt, at tú hómar klóvn­ar, línudansarar og súkk­landi bjarnar – so sirku­s­kendur er tónleikur teirra. Men tað sum ger tón­ leikin so einastandandi er precissiónin. Alt situr sum stoypt. Sum eitt vælsmurt klokku­verk. Hetta er pre­cis­ sión, sum tú annars kennur frá teimum víðagitnu big bandu­num úr New York. Tað lýsir úr Klezmer, at teir hava spælt saman í áravís, og at hetta veruliga er teirra passión. Og hendan pass­ión­ in smittar yvir á okkum hep­ nu, sum lýða á. Við heilt fáum undan­ tøkum vil undirritaði pá­stan­ da, at konstertin við Amster­ dam Klezmer Band telist millum tær allarbest tekn­ iskt framførdu konsertunum í nýggjari føroyskari tón­list­ ar­ligari søgu. Meistarliga lætt Tað sum hugtók allarmest var, at tað heila sá so lætt út. Teir meistraðu ljóðførini so ele­gant og lætt, at teir høvdu yvir­skot­ið til at framføra og at koma útum pallkantin. Oddamaðurin í Klezmer er ein tilkomin maður, sum ikki einans er eitt flogvit á tromp­eti­ni, men sum eisini hevði yvirskotið at syngja, rappa og “heppa”. Alt í einum ófati­lig­um tempo. Og hóast alt var spælt og sungið í ein­ um ótrúligum tempo, so vóru allar linjur og allir smálutir krystal­klárir. Uttan iva hæddarpunktið á árisins G! hjá hesum um­ mæl­ara. Amsterdam Klezmer Band Amsterdam Klezmer Band hevði tvær konsertir og vit valdu at ummæla báðar, fyri at vita, um teir hildu sama støði – og tað gjørdu teir 200 200 spældu bæði eldri tilfar og eisini tilfar av nýggju fløguni Vendetta Mynd: Álvur Haraldsen Dripp hopp G! Í oysandi regni kann tað verða hóskandi at finna sær eitt friðskjól, her tú kanst kroka og fáa hitan í kroppin aftur. Ella: Finn eina sekstett við bass, harmoniku, trompet, klarinet, trombon og saxofon við heitinum Amsterdam Klezmer Band. Her finnur tú allan tann hita og grið tær tørvar