Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! festivalurin 2012 leygarkvøld Rókur Jákupsson Jakobsen Við einum aukustiskum klaver­ið í miðdeplinum, um­gyrgt av ljómborðum, trumm­um og slagverkum, tóku Frostfelt ræði á teimum fáu, sum høvdu hætta sær ein túr á Spæliplássið í sirmi­ num. Hesin bólkur, sum kanska ikki enn hev­ur fingið fastatøkur á før­oys­ ku tónleikasálini, hevði eina sterka framførslu fyri á einum hálvtómum spæli­pláss­ið. Manningin í bólki­num er sterk, og lim­ir­nir hava hjúkl­að um smá­lutirnar, og út­set­ing­ ar­nar vóru neyvt lagd­ar til rættis. Allur tón­leik­urin hevði Líggjasa droym­andi, melankolska hug­lag sum snúvningspunkt, og tað er altíð ein frægd at hoyra ein bólk, sum (tilvitað ella ikki) tvíheldur um eitt konsept. Hetta ger teg sum áhoyrara tryggan, og gjøg­ num framførsluna fatar tú meira og meira, og tú hev­ ur møguleikan at verða drig­in djúpri og djúpri inn í tónlistarliga universi hjá bólki­num. Nomadan Vit kenna Líggjas Olsen sum ein av oddafiskunum í gamla føroyska tónlistarliga ma­sto­don­ti­num Deja Vu. Her sleyt hann sínar tón­list­ ar­ligu barna­skógv­ar, og tað var í hesum samanhangi, at argja­mað­urin vann sær virðing sum tón­leik­ ari í Føroyum. Deja Vu fór í søguna í byrjanini av 2000unum, og síðan hevur Líggjas verið ein tónlistarlig no­mada. Hann hevur gjørt nøkur sprell, stóð seg mill­ um annað væl í Singer/ Song­wri­ter kappingini í 2011, og fór samstundis und­ ir at framdyrka konsepti við Frosfelt. At maðurin hev­ur gávur sum fáur, ivast ong­ in í. Tað hevur bara verið sum um, at hann ikki fann rætta samanhangin, har hann av álvara slapp at spíla seg út. Men nú tyk­ ist vend vera komin í. Frostfelt framførslan á G! Spæliplássinum leyg­ ar­kvøld­ið bar boð um, at nomadan hevur funnið eitt heim, her hann kann húsast og grógva. Løgini, ið Líggjas skrivar, eru at kalla melodiskar rams­ur, ið koyra í ring. Umaftur og umaftur. Løgini og rødd hansara hava eina nátúrliga melan­ koli, og tú hómar alla tíð ein ávísan longsul í hansara tónleiki. Eg skal ikki gera meg klókan uppá, hvat tað er ið Líggjas longist eftir, men í Frostfelt verður longsul­in (sum tónleikurin er bygdir á) forloystur og effek­tivi­seraður. Bólkurin fram­før­ir við einari delik­ at­ari javnvág millum tað heilt einfalda og tær lítlu eksplo­sjón­ir­nar, sum fáa ein at frø­ast um tann fullkomna vakurleikan, sum tónleikurin hjá Frostfelt borðreiður við. Bólk­urin fær ótrúliga nógv burt­ur­úr tilfeinginum, sum melod­ isku ramsurnar jú eru. Sum oddamaður í bólki­ num er Líggjas á ein hátt nørd­ut­ur, og tykist lítillátin. Men maðurin stýrir hug­lag­ num í tónleikinum fult og heilt, og tað er ongin ivi um, at hendan persónligheitin tyk­iskt sum stoypt til bólk­ in. Ein sera vøkur og sann­ førandi framførsla av Frost­ felt. Rókur Jákupsson Jakobsen Hóast ljóðgóðskan var ójøvn í byrjanini, hevði Sakaris yvir­skotið til at fanga fólkið, sum var komið saman at fjepp­ast og peppast. Spæli­ plássi­num hevði væl klætt fleiri fólk, men tey, sum vóru til staðar, vóru vit­ni til eina heilsan til gleði, kær­ leika og ungdóm, inn­ball­að í pumpandi strofur og fang­ andi niðurløg. Sakaris & Co. spæla elektropopp (haldi eg, tað kann rópast), og hesin tónleikur er so orkufullur, at tú púra automatiskt fert at sveiggja við tónleikinum. Susið frá beatunum hvølla í bringuna, og tónleikurin kenn­ist mestsum fysiskur, tá ið tær tónlistarligu ek­splo­ sión­i­rnar frá Sakaris verða grýtt­ar eftir tær. Tað er eitt fríkst lot at hoyra ein bólk, sum bara skrivar feitan, nútímans popp­tón­leik, og sum eisini trív­ist við at framføra hann. Teir fýra, Heðin, Rógvi, Janus og Sakaris lýsa av spæligleði, og tú kanst ikki annað enn at gleð­ast saman við teimum. Konsertin varð sum heild væl framførd, og hóast Sakaris hevði tak á áhoyrarnum, so var tað ikki fyrr enn hittið “In a box” varð spælt miðskeiðis í settinum, at veruligt lív kom í spæliplássið. Fyri mítt við­ kom­andi var hædd­ar­punkt­ið vakra lagið “Stay where you are”, ein vøkur, rúnar­bind­ andi balada sum Sakaris fram­førdi til UG. Manningin í Sakaris telur nakr­ar av teimum mest gávuðu tónleikarunum í landi­num. Janus Rasmusen, sum vit kenna úr bólkinum Blood­group og Lama Sea. Heðin Ziska Davidsen, sum í eini 20 ár hevur ríkað okkum við undurfullað gittarspæli sínum, stóð fyri tað mesta handan ljómborði. Og Rógvi Lam­hauge, sum vit eisini kenna úr Boys in a Band, tók sær av trummunum. Og so er tað sjálvandi Sakaris Joen­ sen, sum tekur sær av sangi og keytarinum (sum er eitt ljóm­borð sum verður hildið sum ein gittar). Ein oddamaður og annar Sakaris Joensen er mað­ ur­in handan bólkin, og natúr­ligur oddamaður í bólkinum. Honum klæð­ir væl leiklutin sum odda­mað­ ur, og virkar sum eitt sterkt og gott bindilið mill­um pall og áhoyrarar. Men hann fær eisini harða odda­manna­ kapping við Janus Ras­mus­ sen, sum hevur ein odd­a­ mann hoppandi og dans­andi í búkinum, og sum við sínari lívligu framførslu hev­ur tendens til at fáa áhoyr­ar­ ar at venda sær til hans­ara. Hetta er als ikki nakað nei­ ligt. Tvørturímóti er tað ein ser­stakur styrkur at hava tílík­an peppaðan tónleikara á pallinum. Fyri Janus man pall­urin verða tað, sum vatni er fyri fiskin. Hansara natúr­ liga umhvørvi. Saman skaptu Sakaris og Janus ein fantastiskan dyna­ mikk fremst á pallinum. Nak­ að til oyru og nakað til eygu, so­leið­is skal tað vera. Konsertin við Sakaris kend­ist ov stutt, og man hetta eisini vitna um góðsku­na av tí sum bólkurin fram­førdi. Spæliplássið hjá Sakaris G! Spæliplássið var eina løtu umgjørt til eina veitsluhøll, har Sakaris var vertur. Sakaris og hansara fólk sprutta og sprella av ungdómi og spæligleði. Tónleikurin er stúvstappaður við pikkalítlum dibbidubbum, og tað er púra vist, at allar bibbur á Spæliplássinum vippaðu teir 45 minuttirnar tónleikurin vardi Nomadan fann heim G! Ein serliga vøkur og melankolsk løta saman við Líggjasi Olsen. Ein masterclass í kunstinum at fáa maksimalt burturúr minimalismu sakaris Tað er eitt fríkst lot at hoyra ein bólk, sum bara skrivar feitan, nútímans popp­tón­leik Mynd: Álvur Haraldsen