Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! festivalurin 2012 leygarkvøld Rókur Jákupsson Jakobsen Á spæliplássinum trein Teit­ ur á pallin, og fólk tyrptust móti honum. Hetta var fyrs­ tu ferð leygarkvøldið, at spæliplássið var so nøku­lun­ da fult. Deiligt. Tú kendi beinavegin, at hetta fór at verða ein stór avbjóðing hjá einum einsa­ mall­um listamanni, at skula spæla fyri hesum mongu fólkunum, harav tey allar­ flestu vóru komin í eitt heilt ann­að gir, enn tað tú kanska van­liga vildu verið í, tá tú ert á einari Teitur konsert. Og tað var sjón fyri søgn, at her var alt ov nógv suss, og ov nógv róp til at tú kundi njóta yndis­ligu tónarnar frá Teiti til fulnar. Men Teitur er Teitur. Hann tóktiskt hvørki stress­ aðu­r ella ávirkaður av skundinum, sum má hava verið kring hesa fram­førslu­ n­a. Hann tóktiskt geva sær góð­ar stundir at stemma gitt­ ar­ar, innstilla for­sterk­arar o­g so framvegis. Og Teitursa tónlistarligi part­ur lá als ikki eftir. Hann hev­ur ein einastandandi ­egin­leika at rúnarbinda við sínum vøkru løgum, og hansara nærvera er ótrúliga góð. Tú sært og hoyrir at hann er heilur á pallinum, og hóast suss og órógv so er kon­sen­tra­tiónin í topp. Ljóð­ við­ur­skiftini vóru tó langt frá optimal. Fleiri ferðir komu ýl úr hátalarunum, og ser­liga elektriska gittaran fingu ljóðfólkini ongantíð ordi­liga billbugt við. Hittparadan og okkurt nýtt Teitur framførdi sína hitt­par­ adu, og fyri Teiturfjepparan var tað ein fragd at sleppa at syngja við løgum sum “You never leave L.A.”, “Jose­ phine”, “Havnin er ein lítil bygd”, “Betty Hedges” o.s.fr. Og tað vóru kanska serliga “up-tempo” løgini sum fingu mest lív í fjøldina, sum dans­ aði og sang við, meðan Teitur framførdi “Ongir Pengar” og “Havn­in er ein lítil bygd”. Um­framt tey kendu hittini, dittaði Teitur sær út í okk­urt nýtt lag. “Home” er eitt yndis­ ligt, vakurt lag og djarvt er tað, at taka fram nýtt tilfar fyri einari fjøld, sum kanska var meira sinnað at syngja og tralla til sangir tey kenna framm­an­undan. Ongin ivi er um, at Teitur utt­an líka er besti lagsmiðjur, ið vit eiga her í Føroyum. Ungi maðurin hevur dyrka sítt yrki í eini 15 ár, og úrs­ lit­ið er sjálvandi góðska. Hó­ ast sín relativt unga aldur hev­ur hann longu eitt stórt og flott katalog av sangum, sum hann kann borðreiða við. Brellbitar av hesum kata­log­ið vóru borðreiddir fyri dýggjvátu gestunum á Teit­ur­sa Café leygarkvøldið á Spæliplássinum. Hóast regn, suss og óljóð skein tón­ list­ar­liga góðskan ígjøgnum, og blindaði okkum fyri øllum av­mark­andi avbjóðingum. Vakrir tónar í sussinum G! Vantandi høvuðsnøvnini á G! tvingaðu fyriskiparnar at leita eftir einum magneti at trekkja tónatystu áhoyrararnar, og loysnin varð uppá rekortíð fingin uppá pláss. Loysnin æt Teitur Teitur Ljóð­við­ur­skiftini vóru tó langt frá optimal tá Teitur spældi Mynd Álvur Haraldsen