mánadagur 23. juli 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rókur Jákupsson Jakobsen
Hann ið hevði lykilin til
høllini møtti ikki upp. Altso
standa tit flottir uttanfyri
høllina, væl útgjørdir og
klárir. So er eitt at gera. Tú
leitar eftir onkrum vindeyga,
sum stendur á glopp. Tú
sendir
klænasta
mannin
inn, og nakrar minnuttir
seinni skavast eitthvørt við
úthurðina, og hon verður
latin upp.
Nú stuna tit inn í høllina,
og trippa eftir at byrja at
spæla. Men!
Har er ikki serliga nógv
luft í bóltinum, og hann
sum hevði lykilin til høllina,
er sami maður sum hevði
pumpina. Keðiligt, men lad
gå, so spæla tit við einum
bleytum bólti. Men!
Tit gera tvey lið og tann
sum hevði lykilin til høllina
og pumpina er samstundis
áttandi maðurin. Altso mugu
tit spæla tríggir móti fýra.
Sirka
soleiðis
kendist
tað at koma fyrireikaður á
G! Festival sum ummælari.
Undirritaði var so heppin at
fáa høvi at skula ummæla
Tim
Christensen,
John
Grant og Veronicu Maggio.
Hetta eru risa uppgávur,
sum eg hevði glett meg
ómetaliga nógv til. Eg hevði
fyrireikað meg. Hevði keypt
mær tær fløgur, ið eg ikki átti
frammanundan, researchað
á netinum og so framvegis.
Og so stendur man har.
Uttan lykil, bleytan bólt og
ólíkatal.
Stórt spell og eitt satt
vónbrot.
Men,
sum
við
mínum flovisliga myndamáli
um tað at spæla innandura,
so ger man tað man kann.
Man kann velja at spæla
tríggir móti trimum, har
ið eini parturin hevur ein
útskiftara. Ella man kann
spæla partaglís, har ið eini
maðurin fer í mál. Stongin
bjargar og tað heila. Ella man
kann velja at spæla Brasil
ella okkurt líknandi.
Alt fínar loysnir í einari
óhepnari støðu. So tað var
sirka hetta eg gjørdi, hetta
leygarkvøld á G!. Eg leitaði
spontant eftir konsertum,
sum tóktust áhugaverdar og
spennandi. Lurtaði opið og
vakið. Valdi bara at taka tað
sum tað kom. Og hetta var
fínar greiðir.
Eg kann ímynda mær,
at tað hevur verið við
sveittabrot at fyrreikarnir
hava
sitið
og
trýst
á
“genindlæs”
knøttin
á
atlantic.fo, men vit eru ikki
harrar yvir skíggjunum, sum
tíðum hava tað við at knúsa
okkara vøkru ætlanir í 1000
stykkir. G! fólkið ruffaðu
við teimum brikkum tey
høvdu og settu spælið saman
soleiðis, at tað hóskaði so
nøkulunda. Sum rosinan í
pylsuendanum, kaninin í
hattinum, leikan í Burger
King matskránni funnu tey
Teit, sum skuldi verða ein
bjargingarkransur fyri teir
vónsviknu áhoyrarnar, sum
so fingu okkurt at halda fast
í, meðan regni oysti niður.
Rós
skulu
teir
eiga,
fyrireikarnar, sum prógvaðu,
at hóast mótgangurin tykist
øðiligur, so ber til at skapa
eitt G! uttan høvuðsnøvn.
Og fyri ummælaran er bara
eitt at gera. Ummæl okkurt
annað. Koyr ahead og fá sum
mest burturúr.
G! festivalurin 2012 leygarkvøld
Vánaliga søgan um óhepna
innanduraleikaran
G! Kennur tú tað? Tú skal spæla innandura við vinmonnunum. Tú hevur fingið at vita
tíð og stað, og tú stendur klárur í shortsum, tá ið tit skulu byrja. Men!
einki høvuðsnavn
Rós skulu teir eiga, fyrireikarnar, sum prógvaðu, at hóast mótgangurin tykist øðiligur, so ber til at skapa eitt G! uttan høvuðsnøvn
Mynd: Álvur Haraldsen