Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! festivalurin 2012 fríggjakvøld Niels Uni Dam Upprunaliga skuldi Kapten Rød á pallin beint áðrenn klokk­an eitt, men við einum Veronicu­formaðum holi í skrán­ni beint eftir klokkan 22, vórðu teir fluttir at spæla tá, samstundis sum váta veðr­ið at torna, tá Kapten Rød fór á pallin, so lagið varð beinanvegin gott á Gøtu­ sandi. Kapten Rød er ein høgur, klænur, reyðhærdur rappari í baseballkeppi, sum dansar og spraklar við sínum longu lim­um. Við sær hevur hann eitt live reggae orkestur, við trumm­um, bassi, gittara, slag­verki og keyboardum, ið veru­liga spældu tónleikin, og sum tøktust sera tendraðir. Sum Kapten sjálvur segði, so er hetta ordiligur tónleikur ikki nakað playback. Sveittandi bassurin drypp­aði av sex, og á sandi­ num var lætt at gloy­ma, at man var í køldu mjørka­ kløddu Føroyum. Hesin ummælarin tók kon­se­kven­ sin og valdi at fara heilt fram í pittin framman fyri pallin, og dansaði í góðum selskapi til Kapteinin og hansara menn. Sum ein skipari stýrdi Kapten Rød fjøldini, og hó­ ast hansara svenska var tosað ov títt og óskilligt, til at tey meira rúsaðu í fjøldini skiltu hvønn staklut, so vóru hond­signal­ini nóg greið til, at tað var lætt at vita, nær man skuldi rópa, veipa, hoppa ella bara dansa. Sjálv tey fullastu skiltu tað, tá hann rópti: Høppa, høppa, høppa, og vit hopp­aðu øll í pittinum. Kapten Rød prátaði við okk­um alla tíðina. Var ein løta í millum løgini ella pausa í tónleikinum so tveitti um seg við klisjeum, um ikki at berjast, og um at ansa eftir hvør øðrum, ið kanska betur hó­ska seg til stórbýin, enn til ein festival í Syðrugøtu. Men tann sjarmerandi svenska rødd­in gjørdi, at tað ikki bleiv pínligt. Eitt av løgunum ognaði Kap­ten Rød til svensku regga­e­stjørnuna Jr. Eric, ið doyði eftir eitt knallertóhapp í Thailandi fyri nøkrum ár­ um síðan, við boðunum um, at vit skuldu liva ekstra nógv til minnis um Jr. Eric, og á Gøtu­sandi helt beach party á. Tá man upplivur ein bólk við so stórari spælgleði, so smitt­ar tað, og groovandi tón­leik­urin lyfti lagið á sandi­num og vit dansaðu. Eg kendi als ikki Kapten Rød áðrenn hetta, og fari neyvan at keypa nakra fløgu við teim­um, neyvan heldur fari eg at leita eftir teimum á Spot­ify ella á Youtube, men hesa løtuna á Gøtusandi tøkt­ist tað rættuliga full­ kom­ið. Niels Uni Dam Sigoynaratónleikur átti sítt stóra pláss á ársins G!, við ikki færri enn tveim­um fram­førsl­um frá Amster­dam Klez­mer Band og okkara egna Dánjali, ið átti sítt pláss á stóra palli­num fríggja­ kvøld­ið beint eftir klokkan átta. Vánaligt veður Veðrið var pent sagt vána­ ligt, men hóast hetta vóru rætti­liga fitt av fólki komin saman á sandinum, tá Dánjal settist við keyboardi mitt á pallinum. Við sær hevði Dánjal ikki færri enn sjey tónleikarar, allir útlendsk­ ir uttan Angelika Nielsen, ið spældi violin. Mandolin­ leika­r­an Kim Rafael Nyberg kenna nógv av okkum eisini úr Afenginn, ið átti eina frá­líka framførslu á G! fyri nøkr­um árum síðan. Festligur tónleikur Tað var trupult ikki at vagga við, og gloyma keðiliga veðrið hesa løtuna saman við Dánjal og hansara deiligu tónleikarum. Tað er fan­tast­ iskt at síggja ein so stóran bólk, ið kortini tykist at hava so stóra spæligleði. Tey hava spælt 50 konsertir saman síðan fløguútgávuna, og hetta hoyrdist eisini, tí tey spældu veruliga væl. Eg skal viðganga, at eg kenni lítið til tónleikin hjá Dánjali. Eg havi verið á konsert hjá honum eina­ferð áður, og havi hoyrt okkurt í útvarpinum, men kort­ini bleiv eg fangaður av stemninginum og fínu løg­unum. Konsertin var stutt sagt ordiliga festlig. Beach Party á gøtusandi G! Svensku Kapten Rød fingu uppgávuna at bjarga fríggjakvøldinum, tá hini útlendsku nøvnini, Veronica Maggio og Nanook, ikki vóru lend. Hetta megnaði bólkurin væl, tí tað var sera trupult ikki at dansa við til forførandi reggaetónarnar og lívligu mennirnar á pallinum Sigoynarar í regninum G! Veðurguðarnir vóru ikki góðir við G! í ár, men nógvir av bólkunum fingu okkum at gloyma veðrið. Ein teirra var Dánjal, sum fekk okkum at vagga við í regninum á Gøtusandi kapten rød dánjal Sum ein rættur skipari stýrdi Kapten Rød fjøldini Mynd: Álvur Haraldsen Konsertin var stutt sagt ordiliga festilig Mynd: Álvur Haraldsen