mánadagur 23. juli 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
G! festivalurin 2012 fríggjakvøld
Niels Uni Dam
Handan navnið Dead Beat
Punx goymir seg ein bólkur
mannaður við nøkrum av
teimum mest spennandi før
oysku tónleikarunum, og tað
var tí við sera stórari gleði,
at eg frætti, at teir skuldu
avloysa
grønlendsku
Na
nook á spæliplássinum á G!,
tá Nanook ikki fingu lent
vegna veður.
Upprunaliga stóðu Dead
Beat Punx á skránni fyri
leygardagin, men býttu um
pláss við grønlendska bólkin.
Um hetta hevði nakra neiliga
ávirkan á framførsluna, so
varnaðist eg tað í øllum før
um ikki.
Spennandi manning
Oddamaðurin í Dead Beat
Punx, Pætur Zachariasson
er ein raskur ungur maður.
Sjálvt um hann fyri nøkrum
árum síðan var eitt óskrivað
blað í føroyskum tónleiki, so
er hann nú ein tann mest
dekoreraði føroyski tónleik
arin. Hann hevur vunnið
Planet Awards sum ársins
sangari, fyri ársins bólk og
fyri ársins nýggja bólk um
framt, at hann hevur vunnið
í altjóða finaluni í Global
Battle Of The Bands.
Hann hevur spælt úti og
heima, bæði í USA, á Roskilde
Festivalinum og nógva aðra
staðni. Alt hetta við Boys
in a Band. Nú hevur hann
stovnað henda nýggja bólk
in. Fyrsta inntrykkið er, at
hetta er uppaftur betri enn
gamli bólkurin.
Dead Beat Punx er um
framt Pætur mannaður av
gittarleikaranum
Bartali
Augustinussen, Peturi Há
berg á tangentum og Andre
asi Dalsgaard á trummum, og
úrslitið er frálíkt. Ikki einans
eru allir dugnaligir á sínum
ljóðførum, men teir syngja
eisini allir væl, umframt at
teir eru púra garrvillir á palli
num.
Sterkan ljóðsamleika
Dead Beat Punx er ein
nýggjur bólkur, men teir
hava longu eitt sera sterkt
ljóð, og hóast løgini kanska
tykjast eitt sindur leitandi
stílmessiga, so virkaði ljóðið
hjá bólkinum savnandi, og
gjørdi at heildin riggaði
saman. Rúmklangurin á
røddini hjá Pæturi, ljóm
borðini hjá Peturi Háberg,
tær nógvu sangrøddirnar,
og gittarspæli hjá Bartal
skapar eina øgiliga ógvisliga
og næstan symfoniska ljóð
mynd. Hetta tykist ikki líka
rátt og óskipað sum Boys
in a Band, men minst líka
orkufult og nógv meira
funky, sjálvt uttan ordiligan
bassleikara.
Tók mynd av okkum
Hóast veðrið ikki var av tí
besta, hevði eitt sindur av
fólki leita sær niðan á Spæli
plássið, og tá Petur Háberg
eftir boðum frá Pæturi skuldi
taka mynd av fjøldini fingu
teir enntá fólk at savna seg
saman framman fyri pall
in. Tað skapar beinanveg
in betri stemning, og lagið
á áskoðarunum bleiv bara
betur og betur, av frálíku
framførsluni, og lívligu tón
leikarunum, Andreasi, ið mest
minti um Animal í Muppet
Show, Bartali, ið ongantíð
stóð stillur men hoppaði runt,
Peturi Háberg, ið dansaði sín
heilt egna sera løgna keyboard
dans, og Pæturi, ið sum altíð
var konsentrerað orka á palli
num.
EP á veg
Dead Beat Punx boðaðu frá,
at teir skjótt fara at geva
eina EP út, og eftir hesa
framúrskarandi framførslu
na gleði eg meg nógv. Løgini
vóru sum sagt eitt sindur
fjølbroytt í stíli, men stóðu
øll sera sterk.
Orkufult og stórsligið
G! Dead Beat Punx settu lív í regnvátu fjøldina við sínum fínu løgum og stórslignu
ljóðmynd, at allir limirnir eru púra villir á einum palli bilaði heldur einki
Pætur hevur vunnið Planet Awards sum ársins sangari, fyri ársins bólk og fyri ársins nýggja bólk um
framt, at hann hevur vunnið í altjóða finaluni í Global Battle Of The Bands.
Mynd: Álvur Haraldsen
dead beat punx