Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! festivalurin 2012 fríggjakvøld Niels Uni Dam Kaj Klein var høvuðsnavnið á mínari G! skrá. Dámligi vest­menn­ingurin hevur lat­ ið úr honum eina av ársins bestu føroysku útgávum, og kom til Føroya við einum ser­stak­liga vælspælandi bólki, mannaðum av fólki úr eitt nú Savage Rose og bólkinum hjá Peter Somm­er. Eg upplivdi Kaj og bólk­in á framúrskarandi útgávu­kon­ sert­ini í januar, og gleddi meg tí at uppliva hetta aftur. Heilt fá fólk Tíverri var skráin á Spæli­ plássi­num gliðin nakað, og hetta merkti, at konsertin hjá Knút, ið skuldi vera áðr­ enn Kaj spældi, byrjaði sam­ stund­is sum tann hjá Kaj. Hetta saman við keðiliga veðri­num gjørdi, at bert heilt fá fólk vóru komin oman á sand­in, tá Kaj fór á pallin tígg­ju minuttir yvir seks fríggja­kvøldið. Her haldi eg veru­liga, at fyrireikararnir skul­du havt gjørt okkurt øðr­ vís­ið, tí tað var longu greitt, at grønlendsku Nanook ikki komu til tíðina, og tá er altso ikki neyðugt, at konsertir skulu verða spældar sam­ stundis. Kaj tøktist nakað merktur av støðuni nøkur av fyrstu løg­unum, og virkaði næstan nerv­øs­ur á stóra pallinum. Men stóra rutinan, góðu á­skoð­ara­reaktiónirnar og væl spælandi bólkurin, tøkt­ ust at birta ein neista í Kaj og skjótt var hann spældur heit­ur, og so koyrdi tað bara og var veruliga ein frægd at lurta eftir. Gott nýtt og gamalt Spæliskráin var merkt av løg­ um av nýggjastu útgávuni "Í andglettinum", og hetta er abso­lutt gott, tí tað er ein frá­lík útgáva, men okkurt lag av næstseinastu útgávuni "Úr maskinrúminum" hevði snýkt seg við, til dømis stutt­ liga lagið Beutiful, ið bleiv sung­ið, sum ein heilsan til okk­um vøkru áskoðarar, og Pallasa pengar, har vit sluppu at uppliva frálíka tangent­leikaran Palla Hjorth spæla. Palle Hjorth er ivaleyst best kendur úr danska bólkinum Savage Rose, men nógvir føroyingar minnast hann ivaleyst, sum unga talentfulla hammond­ leik­ar­an í føroysku úti­seta­ bólku­num Plastnoist og Sirm. Plastnoist, ið var bólkurin hjá Kaj Klein og beiggja han­ sara Karl Anton Klein, sála, hevði eisin fingið eitt lag við á spæliskránna, og hóast tað í mun til alt annað á skránnið var á enskum, so tøktist tað hóskandi, ser­ liga tí tað onkursvegna gav lív til tónleikin hjá Karl An­ ton. Nógv av teimum 50 fólku­num, ið vóru savnað fram­man­fyri pallin, høvdu onkur­s­veg­na eitt tilknýti til Karl Anton. Ikki nokk av Mariu Røddin hjá Kaj er fantastisk, rá djúp og sannførandi, men á nýggju útgávuni er Kaj farin at samstarva við Mariu Guttesen og sam­ spælið millum teirra rødd­ ir ger ljóðmyndina upp­ aft­ur betur. Ljóðblandið á fløguni og á konsertini í sjónleikarhúsinum tók hædd fyri hesum, og var rødd­in hjá Mariu sera hart frá í ljóðblandinum, tí her er ikki talan um siðbundið kór, men næstan sum tað plagar at vera hjá Leonard Cohen. Men á hesari konsertini var Maria ikki nóg hart frá, til at skapa somu kensluna av sam­spæli millum hana og Kaj. Bert í lagnum Pallasa peng­ar hoyrdi man Mariu nóg væl. Annars ljóðaðið konsertin væl, kanska var ljóðblandið eitt sindur leitandi fyrstu tvey løgini, men eftir hetta ljóð­aði væl. Regnið kom Eini 50 fólk vóru á sandinum meðan Kaj spældi, vanliga koma fleiri til undir einari fram­førslu, men tá Kaj fór und­ir næsta lagið byrjaði at regna, og tað regnaði alsamt meira alla konsertina, so har vóru ikki nógv fólk, ið hætt­ aðu sær út og oman á sandin. Hetta er veruliga synd, tí vit sum vóru har blivu forkelaði av góðum vælspældum tón­ leiki við einum av okkara bes­tu sangskrivarum. Gullkorn til tey fáu G! Kaj Klein og hansara frálíki bólkur stóðu fyri einari av bestu framførslunum á G! fríggjakvøldið, men dupultbóking og svikaligt veður høvdu við sær, at tað var sera tómligt niðri á sandinum hesa løtuna millum 18 og 19 kaj klein Eini 50 fólk vóru á sandinum meðan Kaj spældi Mynd: Álvur Haraldsen Røddin hjá Kaj er fantastisk, rá djúp og sannførandi Mynd: Álvur Haraldsen