Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! festivalurin 2012 hóskvøld Men júst sum tað so ofta var bæði í Enekk og í Orka, var tað Kári sjálvur og rødd hans­ara Mynd: Álvur Haraldsen Oddur á Lakjuni Tá ið mjørkin í Vágum forðar høvuðsnøvnunum at koma á G! Festival at spæla, so er gott at kunna heita á onnur at spæla umaftur. Og táið Amsterdam Klezmer Band komu á pall sum ætlað klokkan eitt leygarkvøldið, høvdu teir longu spælt einaferð kvøldið fyri. Og tað hevði verið einki ov nógv at fingið teir at spælt hós­kvøld­ið við. At fáa ein niður­lendskan bólk sum spæl­ir jødiskan fólkatónleik at koma til Føroya at spæla, er júst sovorðið, sum ger G! til ein so góðan festival. Og sjáldan hevur tað verð betri enn Amsterdam Klez­mer Band. Hetta er for­kunn­ ugt, stuttligt, lívligt, und­ir­ haldandi, og ótrúliga væl úr hondum greitt. Teir spæl­ du klezmer: tað er ein jød­ isk­ur tónleikastílur, hvørs høvuðs­eykenni er, at hann hev­ur ein annan tónastiga enn tað, sum vit eru von við. Hesin tónleikurin er eisi­ni eyðkendur av, at hann sum oftast hevur lívligar og progressivar rútmur; eisi­ ni í teimum syrgiligu og sorgblíðu sangunum. Hó­ ast tað regnaði av grimd og vindurin blásti, breyt dansurin út á Spæli­pláss­ inum - tað var mest sum ómøgu­ligt at standa stillur til tílíkan tónleik. Enntá tey skeptisku, sum stóðu aft­ ast, byrjaðu at vagga við. Ljóð­før­ini vóru saksofon, trom­bon, trompet, klarinett og kontrabass. Og tey, sum steðg­aðu á við dansi­num eina løtu, og góvu ein­støku ljóð­føru­num gætur, vóru vitni til eitt fantastiskt hand­verk. Samanspælið var fram­úr­skarandi, og serliga í solounum vístu teir evni teirra við ljóðførunum. Ikki ein tóni var við síðunar av. Rós má eisini gevast til ljóð­ blandi. Tað er ofta at tílíkur skjóttspældur tón­leikur loypur saman, men hesu­ ferð var ljóðmyndin lýta­ leys. Tað var fyri tað mesta in­stru­mentalt, og teir hildu seg mest sum uttan frávik til eyðkenda klezmerstílin. Ser­liga at byrja við kundi tað kennast eitt sindur eins­ t­áttað, sum teir fóru úr einum lagi í eitt annað. Sum konsertin leið komu teir tó rættiliga fyri seg, og sein­ na helvt av framførsluni var betri enn tann fyrra. Ser­liga væl riggaði tað, tá ið frontmaðurin, Job Chajes, legði saksofonina frá sær og byrjaði at syngja á niðurlendskum afturvið veitslu­kenda tónleikinum. Hann var karismatiskur, við eini orku sum smittaði yvir á áhoyrarnar. Tað var ei­si­ni týðiligt at teir sjálvir blivu enn meiri tendraðir av dans­ andi fjøldini. Klezmerbólkurin úr Nið­ ur­lon­d­um spældi í knapp­ an tíma. Tá ið teir góvust, var lag­ið, hóast ringa veðrið, vorðið so gott, at teir gott kundu hildið á ein tíma afturat. Hetta var uttan iva konsertin sum fekk mest lív í áhoyrararnar, og fleiri á Spæliplássinum vildu vera við, at hetta var besta løtan á G! 2012 yvirhøvur. Oddur á Lakjuni Fyrstir á palli á Sandinum hós­kvøldið vóru Kári Sverrisson og Bendar Spónir. Hetta var ein framførsla, sum bæði var Kári, so sum vit kenna hann, men sum eisini var nak­að nýtt og forkunnugt. Táið Kári var við í Orka, brúkti hann í stóran mun yrk­ing­ar hjá Jóanesi Nielsen. Og Kári Sverrisson og Bendar Spón­ir brúktu bara tekstir hjá sama Jóanesi. Kári hevur gjørt flestu løgini sjálv­ur, onkur teirra saman við lim­ um úr Orka, og eitt sam­an við Yann Tiersen úr Frak­ landi. Á onkran hátt kendist tað, sum um tað kundi líka væl verið Jóanes Nielsen sjálv­ur, sum stóð á pallinum. Tað var, sum um tað var Kári ímóti rest, hann ímóti heimi­num. Tó at hann hevði bólk við sær, hvarv hesin onkur­s­vegna í bakgrundina, aftur­um røddina hjá Kára og tekstirnar hjá Jóanesi. Ikki tí, bólkurin spældi væl - tónleikastílurin var onkustaðni ímillum Enekk og Orka. Hetta var rokk­ tón­leik­ur, sum flutti seg yvir í fólkatónleik og jazz. Tón­leik­urin var poleraður, væl spældur og verdur eitt ummæli í sjálvum sær. Men júst sum tað so ofta var bæði í Enekk og í Orka, var tað Kári sjálvur og rødd hans­ara, sum sótu fremst eft­ir í minninum aftaná framførsluna hóskvøldið. Hendan røddin, sum í sjálv­ um sær til einhvørja tíð kann fáa flest øll at steðga á og lurta. Og afturvið serstøku yrki­ng­unum hjá Jóanesi Niels­en var tað vorðið enn meira forkunnugt og virðis­ mik­ið. Yrkingarnar hjá hon­ um hava tyngd og virði, og skulu ikki handfarast ov lætt­liga. Tú kendi, at hetta var ikki lættisoppatilfar, og at um tú skuldi leita tær eft­ir onkrum at sett løg til yrkingarnar og framført tær í sangi, so hevði verið torført at funnið nakran, sum megn­ aði hesa uppgávuna betri enn Kári Sverrisson. “Lívið er júst tað, sum tað er”, segði Kári aftaná tann eina sangin, og lat okk­um ikki sleppa at dvølja yvir hetta, áðrenn hann fór víðari til næsta sang. Í hálv­ an tíma sang hann um an­ g­an­di kensluna av deyða, um at tey deyðu eru okkara mill­um, smuglað ígjøgnum lív­frøð­ina; og um at eingin bjóð­ar fjøllunum inn um kvøld­ar­nar. Til hetta høvdu Kári og Spónirnar fingið ein júst hálvan tíma tillu­tað­ an á tron-gu skránni. Tað var alt ov stutt, og kend­ ist eins og tað einans var ein forsmakkur; eins vit einans høvdu nortið við vatnskorpuna í einum djúp­ ari havi. Tíbetur frættist, at Kári Sverrisson og Bendar Spónir, sum varð stovnað í samband við Vetrarjazz í Perluni farna vetur, eru ávegis við eini útgávu. Niðurlendskur upptúrur Kent men forkunnugt Kári Sverrisson og Bendar Spónir