mánadagur 23. juli 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
G! festivalurin 2012 hóskvøldið
Oddur á Lakjuni
“Eg veit ikki hví hesin bólk
urin ikki er betri kend
ur í Føroyum” segði Árni
Gregersen, táið hann kunn
gjørdi Hymns from Nineveh
á Spæliplássinum. Og væl
mátti hann siga so. Bólk
urin hevur verið útnevnd
ur ársins bólkur í Dan
mark, og lá eitt skifti nr. 1 á
sølulistanum á iTunes DK.
Og har afturat er bólkurin so
mikið góður, at eingin orsøk
er til at hann ikki eisini skal
verða kendur og dámdur
heima hjá okkum.
Hymns From Nineveh er
fyrst og fremst eitt projekt
hjá Jonas Petersen. Táið
Jonas av fyrstan tíð bleiv
kendur, var tað ikki orsakað
av
einum
plátusáttmála
ella tílíkum, men heldur tí
at fólk søgdu hvørjum øðr
um frá um hann. Hann er
kristin lovsongsleiðari, sum
í samkomu sínari framførdi
sang og tónleik av slíkari
dygd, at fólk flokkaðust til at
hoyra hann. Hetta menti seg
so til at vera ein tann best
umtókta bólkin í Danmark.
Tó at bólkurin byrjar og
endar við Jonas, so var hann
ikki einsamallur á palli.
Hann hevði seks fólk við sær.
Afturat vanligu ljóðførunum
spældu tey eisini banjo, fiól
og harmoniku. Saman bygdu
tey varisliga stórslignar og
væl
skipaðar
ljóðmyndir
upp - sum tó alla tíðina snar
aðu runt um avbera vøkru
röddina hjá Jonas. Áhoyrar
arnir vóru ongantíð álopnir
av fegnum ella larmandi
rútmum. Heldur vórðu teir
spakuliga drignir inn í ein
eyman heim av varisligum
ljóðmyndum, har tað var
eins og hvør einstakur tóni
var nakað vanvart, sum
mátti lutast við virðing og
varni. Júst sum røddin hjá
Jonas sjálv, var tónleikurin
er eymur og varin. Sorgblíðu
ljóðmyndirnar vóru eins og
søgur, har tú lurtaði neyvt
eftir hvörjum smáluti. Flestu
sangirnir
byrjaðu
mini
malistiskt og tóku síðani
spakuliga at vaksa í orku.
Orkan var hildin í teymum,
og við áhaldandi tamarhaldi
varð latið upp fyri henni, so
at ljóðmyndin vaks seg størri
og størri; og tað kom mest
sum ein kvøkkur, hvørja ferð
ein sangur endaði.
Til tíðir, so sum í sangi
num ‘Cocoon’, var tónleikurin
sera líkur Sufjan Stevens.
Aðrir sangir líktust meira
Sigur Rós, og uppaftur ann
að var reinari poppur, at
líkna við Per Gessle. Ofta
var sálmasangur eisini ein
eyðkendur íblástur. Ta einu
ferðina spældu tónleikarar
nir nakað, sum mest líktiskt
einari rokkútgávu av einum
kingosálmi, meðan Jonas
leyp av pallinum og dansaði
ímillum áhoyrararnar.
Tó tað onkuntíð kundi
havt verðið ein trupulleiki,
at tey vendu sær í so nógv
inneftir, sum um tey gloym
du áhoyrararnar, so bilti tað
ikki; tí fjøldin var drigin við
inn í gandakenda dámið.
Jonas Petersen er ikki bara
sangari: rødd hansara var
miðdepilin, og harvið var
tað skjótt at missa burtur,
hvussu
framúrskarandi
gittarleikari hann eisini er.
Fingraspælið var lýtaleyst.
Á sama hátt við hinum tón
leikarunum: í tílíkum mini
malistiskum
tónleikaslagi
var ofta lætt at gloyma, at
handverkið var sera gott.
Konsertin
hjá
Hymns
From Nineveh var sorgblíð,
eym og vøkur - og handað
áhoyrararunum so varisliga,
at tað ikki er nóg mikið
einans at hoyra eina ferð.
Oddur á Lakjuni
Høgni Lisberg og G! hoyra
saman. Høgni hevði á Spæli
plássinum seinastu konsert
ina hóskvøldið, og afturat at
vera hansara árlíga ískoyti
til festivalin, var hetta eisini
ein útgávukonsert; hetta í
samband við at nýggja fløga
hansara, ‘Con Man’, júst er
komin á marknaðin. Hetta
er fjórða fløgan hjá Høgna,
og hann hevur flutt seg alla
tíðina við tónleikinum. Ser
liga við ‘Haré! Haré!’ í 2009
breyt hann burtur úr nýggj
um, og aftur hesuferð hevur
hann dugað at gingið nýggjar
leiðir.
Meginparturin av kon
sertini hóskvøldið var tilfar
av nýggju fløguni. Tónleikur
hansara er framvegis nakað,
sum kann kallast fólkarokk
ur, tó at nýggi tónleikurin
samstundis er bæði bleytari
og ógvusligari enn fyrr. Tón
leikurin er eisini á onkran
hátt vorðin størri. Víðkaður.
Hann hevur flutt seg frá
singer/songwriter til eina
størri ljóðmynd.
Onkur hevur sagt, at ein
stórur partur av tónleika
bólkunum í Føroyum í veru
leikanum er tann sami bólk
urin, har tónleikararnir bara
skifta um at stilla seg fremst
at syngja sínar egnu sangir.
Høgni hevði ikki færri enn
átta mans við sær á pall hós
kvøldið, og flestu teirra hava
eisini givið út egið tilfar ella
spæla í øðrum bólkum. Høgni
sjálvur hevur eisini verið í
bakgrundini í øðrum bólkum,
men hóskvøldið vísti hann
enn einaferð, at hann er
ímillum mest karismatisku
frontmenninar
vit
eiga.
Hetta gjørdist serliga klárt
í meira rokkutu sangunum.
Innaru forðingarnar vórðu
tá tveittar fyri borð, og tað
var tað eins og at síggja
ein
prædikumann,
sum
støkkur upp, drivin av síni
egnu loðandi sannføring,
og sum ikki á nakran hátt
kann standa stillur. Eins og
persónurin varð ein heilt
annar, ein leiðari sum ressast,
ein menniskjaligur miðdepil
- í kontrast til smædna leir
víkingin, táið hann friðarliga
tosaði ímillum sangirnar.
Hann lat okkum eisini
hoyra bleytu síðuna, tá ið
hann framførdi eyma og
vakra lagið ‘Under Street
lights’ av nýggju fløguni.
Kontrastirnir eru vorðnir
størri, heildin er vorðin meiri
spennandi.
Hjá
tónleikarum,
sum
regluliga framføra fyri somu
áhoyrarafjøld, er tað ofta
torført at koma við nýggjum,
tí fjøldin vil hava tað, sum
hon longu kennir. Hetta var
tó ongantíð ein trupulleiki
hjá Høgna. Hann spældi mest
sum bara sangir av nýggju
fløguni, og bæði tilfarð og
framførsla vóru so mikið
dygdargóð, at eingin kendi á
sær, at nakað væntaði. Tó var
tað ikki bara nýtt - táið hann
var klappaður uppaftur til
eitt eykalag, lat hann okkum
hoyra ‘Morning Dew’ frá
2006.
Høgni hevur víst seg sum
ein visioneran tónleikara. Við
hvørjari útgávu og hvørjari
framførslu hevur hann flutt
seg til eitt meira spennandi
stað. Og vit gleða okkum til
næstu ferð.
Høgni gerst betri og betri
Sorgblítt, eymt og vakurt
Innaru forðingarnar vórðu tá tveittar fyri borð, og tað
var tað eins og at síggja ein prædikumann
Mynd: Álvur Haraldsen
høgni
Hymns From Nineveh
Konsertin hjá Hymns From Nineveh var sorgblíð, eym og vøkur
Mynd: Álvur Haraldsen