Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! festivalurin 2012 Rólant Waag Dam Tað var eitt sindur undarligt, at ganga runt á festivalinum fríggja­kvøldið, tá tað gjørdist greitt, at Veronica Maggio ikki fór at framføra sum ætl­ að. Fólk yptu øksl, og tað var tað. So hugnaði fjøldin sær víðari. Tá tað so gjørdist greitt, at hvørki Tim Christensen ella John Grant heldur ikki fóru at koma, so var tað onkur, sum hevði hug at ilskast, men heldur ikki meiri enn tað. Fólk eru yvirberandi, næst­an ov yvirberandi. Sum Jón Tyril vísir á aðra­ stað­ni á hesum síðum, so var tað fá, ið rýmdu heim, tá tað gjørdist greitt, at einki av høvuðsnøvnunum kom, sam­stund­is sum veðrið var so ófantaligt, sum tað ikki hevur verið í fleiri mánaðir. Vit endurtaka tað líka. John Grant, Tim Christensen og Veronica Maggio komu ongan­tíð. Hvat fekk fólkið í staðin? Teitur, ein gittari og eitt klaver. Tað er ikki numm­ ar eitt. Tað er heldur ikki numm­ar tvey ella trý. Tað er snøgt sagt ikki nóg gott. Okay, so fekk fólkið eisini Amster­dam Klezmer Band heilar tvær ferðir. Stuttligt, at teir tíma at spæla fleiri ferðir, og faktiskt eisini levera tvær frálíkar framførslur, men tað er eisini eitt sindur undarligt rað­fest av G! Ikki tí, sum tit eisini kunnu lesa aðrastaðni í hesum innlegginum um festi­valin, so spældi Teitur sera væl. Somuleiðis vóru tað eisini rætti­liga undarligar rað­fest­ ingar í skránni annars. Tá tað gjørd­ist greitt, at Veronica Maggio í fyrstu atløgu var út­ sett og absolutt einki í veður­ forsøgnunum bendi á, at hon, Grant og Christensen fóru at lenda, so skuldu fólkini hand­an festivalin handlað skjótari. Til dømis er tað ser­stak­ liga undarligt, at Høgni aftur í ár var tveittur upp á lítla pallin á spæliplássinum. Hann kundi saktans fylt stóra pallinum á sandinum og drigið eina rúgvu av fólk­ um oman har. Ikki minst, tá Veronica Maggio ikki kom sum ætlað. Harnæst er tað sera undar­ligt at koyra Kaj Klein oman á sandin á spæla. Maðurin er ótrúliga dugnaligur og hevur ótrúliga dugna­lig fólk aftrat sær, men her áttu fyriskipararnir at farið á gøtuna og spurt tígg­ju fólk, um tey kendu tón­leikin hjá Kaj Klein. Tað havi eg gjørt, og tvey av tíggju hava hoyrt um mann­in. Sum um hetta ikki er nóg mikið, so hevði Knút Háberg Eysturstein út­ gávu­konsert samstundis á spæliplássinum. Úrslitið var, at Høgni spældi fyri propp­ full­um spæliplássi og Kaj fyri skralltómum sandi. Við at vera eitt lítið sind­ ur framsíggin, so høvdu fyri­skip­ar­arnir lagt hesar kon­sertir eftir hvørja aðra og ikki samstundis, tá tað tá var greitt, at høvuðsnavnið fríggja­kvøldið ikki fór at koma, og at tað tískil varð glopp í skránni. Men tá alt hetta er sagt, so eigur festivalurin rós uppi­ borið fyri at hava skapt ser­ liga G! andan. Tað er hend­an andan, festivalurin livir upp eitt ár sum í ár, har veðr­ið er vánaligt og einki høvuðs­ navn kom. Rólant Waag Dam Enn er øll tøl ikki løgd saman og alt talt upp. Jón Tyril torir tó at siga so mikið sum, at ársins útgáva av G! mel­ur runt fíggjarliga. - Vit høvdu ikki eins høg­ ar útreiðslur í ár sum í fjør, samstundis sum inn­tøk­ur­ nar hava verið nakað tað sama, so tað melur runt hjá okkum, sigur hann. Tey trý høvuðsnøvninin Veronica Maggio, Tim Christen­sen og John Grant, komu ongantíð til landið, tí floglíkindini vóru so vána­lig. Hvussu verður við útreiðslur av hesum er ikki greitt enn. Sambært tón­leika­stjóranum hava tey sátt­mála við øll trý nøvnini, og so er tað ein spurningur um, hvussu tú tolkar henda sátt­málan. - So her skulu vit til at for­hand­la, men eru ikki kom­in til tað enn, sigur Jón Tyril, sum ásannar, at tað er ógvuliga køvisligt, sum hann tekur til, at høvuðs­ nøvn­ini ikki komu. - Tað er jú tað, vit hava mark­nað­ar­ført okkum uppá og glett okkum til at hoyra. Men tá er tað hugaligt at síggja, at fólkið ikki rýmur heim, hóast høvuðsnøvnini ikki koma og veðrið er ringt. Tónleikastjórin metir, at mill­um 5000 og 6000 fólk vitj­aðu ársins útgávu av G! Festivalurin melur runt G! Útreiðslurnar í ár vóru færri enn í fjør og inntøkurnar nakað tað sama, so ársins festivalur melur runt fíggjarliga og verður aftur næsta ár, lovar Jón Tyril, tónleikastjóri Ein undarligur festivalur G! Hattin av fyri G! og andanum, sum tey hava skapt kring festivalin, tí uttan høvuðsnøvn hevur ein festivalur ikki nógv virði – men tað hevur G! einki høvuðsnavn Men fólkið hugnaði sær kortini Mynd: Álvur Haraldsen