mánadagur 23. juli 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Torkil nógv bestur
Súkkling Sannførandi og í stórum stíli kveistraði Torkil Veyhe um
vikuskiftið alla mótstøðu til viks, tá hann við meira enn fimm minuttum
niður til tann næstfremsta, vann ársins útgávu av Effo Kring Føroyar
Hilmar Jan Hansen
Tá tann fyrsti teinurin fríggja
kvøldið úr Sørvági til Runavíkar
endaði við einum spurti ímóti
málinum, sum tað eydnaðist Guð
mundi Joensen at vinna á Torkili
Veyhe við einum sekundi, boðaði
tað frá góðum. Hetta sá út til at
gerast ein spennandi kapping, har
serliga teir báðir kundu koma at
gera um seg, men har eisini einir
tríggir aðrir vóru bara 17-18 sekund
aftanfyri.
– At byrja kappingina við hasum
teininum, var fínasta slag, men tað
var eitt sindur hart, tí tær størstu
brekkurnar
lógu
beinanvegin.
Nakrar ferðir royndi eg tá at fara
frá Guðmundi, fyri at vita, hvat
hann hevði í brekkunum, men
langur vegur var á mál, so tað bleiv
ikki meira enn tað. Í endaspurtinum
var eg óheppin, tí eg datt úr pedalini,
men annars helt eg sjálvur, at eg
saktans kundi havt vunnið longu
tá, sigur Torkil Veyhe um byrjanina
fríggjakvøldið, sum var einasti
teinur, hann ikki vann í ár.
– Tað er jú altíð deiligt at vinna,
og eg eri altíð við fyri at vinna, so tí
vildi eg leygardagin prógva mína
styrki, tá vit súkklaðu í Suður
oynni.
Og tað gjørdi Torkil eisini, tí á
teininum av Tvøroyri til Fámjins og
víðari suðureftir um Hovsegg og til
Lopra og so aftur til Vágs, var hann
nógv skjótastur við tíðini ein tími
og 53,46 minuttir, og var hann
hálvanfjórða minutt framman fyri
Guðmund Joensen, ið var næst
fremstur, og næstan fimm minuttir
framman fyri Andrass Joensen á
triðja plássi. Hetta sannførandi
avrikið avgjørdi í roynd og veru
kappingina í ár.
Eitt óhapp á Fámjinsskarði setti
annars sín heldur keðiliga dám á
kappingina, tá Rogve Grønlund
Larsen, sum er hálvur tvøramaður,
var so óheppin at koyra útav ovast
uppi, á veg til Fámjins. Kappingin
steðgaði eina løtu og sjúkrabilur
bleiv boðsendur eftir súkklaranum,
sum tíbetur ikki hevur brotið
nakað, men var eymur um allan
kroppin og mátti leggjast inn á
Suðuroyar sjúkrahús.
Súkklar nógv
Í gjár vóru tvær kappingar á skránni,
og tann fyrra var 17 kilometra langi
einkultstarturin um morgunin, sum
gekk av Vaglinum, út við Strond og
eftir ringvegnum út á Norðasta
horn og aftur á Vaglið. Her útbygdi
Torkil sær leiðsluna og bleiv 21
sekund framman fyri Gunnar Dahl-
Olsen og 41 framman fyri Guðmund
Joensen, sum vóru teir næstu.
Og tá so seinni teinurin var 37
kilometrar av býarkoyring frá Effo-
støðini í Gundadali og niðan á
ringvegin og út við Strond, og síðani
niðanaftur eftir Jónas Broncksgøtu
og R.C. Effersøesgøtu fimm ferðir,
og so rundan um Gundadal fimm
ferðir, var Torkil aftur bestur og
vann, ein góðan minutt framman
fyri tann næsta, so samanlagt fyri
allar dagarnar varð hann fimm
minuttir og 16 sekund betri enn
nummar tvey, sum var Guðmundur
Joensen, og yvir 10 minuttir betri
enn nummar trý, sum var Gunnar
Dahl-Olsen.
– Eg kann ikki vera annað enn
nøgdur við at vinna við fimm
minuttum. Nú havi eg koyrt nógv
niðri, og tað hevur givið eyka, so eg
fái koyrt skjótari, umframt at tað
gevur eina aðra styrki, sigur Torkil,
sum við hesum sigrinum hevur
vunnið kappingina trý av teimum
síðstu fýra árunum.
– Har er tað nógv intensari, tí tú
ert alla tíðina við, og royndirnar frá
teimum kappingunum kunnu gott
brúkast í Effo Kring Føroyar, hóast
vit ikki eru nógvir súkklarar. Har
eru kappingar hvørt vikuskiftið í
einar seks mánaðir um árið. Ein lítil
steðgur er í summarfrítíðini, men
annars súkkli eg nógv út yvir tað og
geri so nógv við tað, sum eg havi
stundir til.
hilmarjan@sosialurin.fo
Tríggir íslendingar, sum skuldu
vera við í Effo Kring Føroyar, komu
ongantíð vegin fram, tí veður var
ikki hjá flogfarinum at lenda.
Gunnlaugur Jonasson, Sigurgeir
Agnarsson og Örn Sigurðsson
endaðu fríggjakvøldið í Wick, og
tá var longu greitt, at teir ikki fóru
at fáa fyrsta teinin við, umframt
at teir heldur ikki kundu náa at
sleppa við til Suðuroyar leygar
morgunin. Tí fóru teir heimaftur.
Komu ikki fram
Bara ein kvinna var við í kapp
ingini hesaferð, og tað var bara
16 ára gamla Elsa Berg úr Hoyvík,
sum royndist væl. Hon fekk tó
onga tíð samanlagt, tí hon ikki
var við í Suðuroynni. Kvinnur
nar hava sjáldan verið nógvar
við í kappingini, men flestu árini
hevur verið onkur.
Misjavnt hevur eisini verið,
hvussu undirtøkan hjá teimum
ungu hevur verið, men hesa ferð
vóru tríggir unglingar við, og av
teimum var tann elsti, 17 ára
gamli Tummas Óli Olsen, sera
sannførandi og vann allar tein
arnar, so helst er hann ein súkkl
ari meira sæst til í komandi árum.
Ein kvinna
Effo Kring Føroyar
Samlað úrslit fyri gjøgnumførda kapping
Opin bólkur
1 Torkil Veyhe.........................................................5:38:16
2 Guðmundur Joensen.......................................5:42:32
3 Gunnar Dahl-Olsen..........................................5:47:46
4 Andrass Joensen................................................5:49:00
5 Jóhann Brend......................................................5:54:24
6 Kjartan Egholm..................................................6:00:56
7 Jóanis Albert Nielsen......................................6:15:46
8 Christian Guttesen...........................................6:16:04
9 Sverri Mohr Edvinsson...................................6:18:46
10 Alfred Hummeland..........................................6:18:56
11 Dávur Magnussen.............................................6:25:17
12 Høgni R. Øster.....................................................6:49:42
Master
1 Aksel Haraldsen.................................................5:06:57
2 Evald Rasmussen...............................................5:08:32
Unglingar
1 Tummas Óli Olsen.............................................4:25:04
2 Bartal Dam Gregoriussen..............................5:23:46
3 Pauli Jacobsen.....................................................5:45:39