mánadagur 23. juli 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effodeildin
fótbóltur Floglíkindini vóru vánalig í gjár, men svongu klaksvíkingarnir vístu stórt yvirskot
í Trongisvági, tá ið teir við sannførandi avriki lyftu seg upp á toppin í landskappingini
Jóannes Hansen
Tað kundi havt verið í Wimbledon.
6-1 til KÍ endaði tað við Stórá í
Trongisvági. Harvið legði TB rygg
til størsta tapið á nýggja heima
vøllinum, og harvið vann KÍ størsta
sigurin á útivølli ímóti TB síðani í
1994, tá ið úrslitið á Sevmýri var 6-0
til klaksvíkingar.
– Vit hava spælt fleiri góðar
dystir í ár. Avrikið í 2. hálvleiki
ímóti TB man vera eitt tað besta
í ár. Vit kunnu ikki siga annað, tá
ið vit vunnu henda hálvleikin 5-0
á útivølli ímóti TB, sum vit hava
ógvuliga stóra virðing fyri. Tað er
jú ikki so langt síðani, at tað endaði
við málleysum javnleiki, tá ið vit
hittu teir í Klaksvík, staðfestir KÍ
liðformaðurin Hjalgrím Elttør.
Liðformaðurin var øgiliga eyð
sýndur. Hann arbeiddi framúr
nógv á sentrala miðvøllinum, har
samstarvið við Henry Heinesen og
Kristoffur Jakobsen er gott, hann
skoraði eitt mál, og aftur hesa ferð
var hann við í uppspælinum til
fleiri av hinum málunum.
Tølini siga, at KÍ var flúgvandi
– hóast floglíkindini í gjár vóru so
vánalig, sum tey ikki hava verið fyrr
í ár! Einki gult kort kom á kontina,
og seks spælarar vórðu skrivaðir á
máltindin.
Toppskjúttin Páll Klettskarð
takkaði fyri¸tá ið hann kom ímillum
afturlegging, men tað var ikki frítt,
at tað kendist órógv í KÍ leguni,
tá ið spælararnir fóru at hvíla
seg. Stutt undan steðginum hevði
TB javnað við sjálvmáli, annar
av miðverjunum, John Hammer,
noyddist skaddur av vøllinum, og
eftir steðgin skuildi KÍ hava fríska
lotið ímóti.
– Vit avráddu í steðginum, at vit
skuldu vera ógvuliga tilvitaðir um,
at varðveita bóltin niðri á vøllinum,
tí vinduirin var so frískur ímóti, og
tað riggaði væl, tí vit arbeiddu nógv
fyri hvørjum øðrum, og vit høvdu
dirvi og sjálvsálitið, sum eru so
grundleggjandi og neyðug, heldur
Hjalgrím Elttør.
Páll Guðlaugsson, sum í hesum
døgum er rættuliga populerur í
Klaksvík, hevði givið sera evnaríka
Heðini Klakstein kjansin, nú Filip
Djordjevic var burtur. Heðin er
framúr við bóltinum, hann torir at
varðveita bóltin, hann er ein ordu
ligur krúllari, og hann er skjótur í
samanspælinum.
Heðin legði KÍ aftur á sigurskós,
og so var tað bara ein spurningur
um, hvussu stórur sigurin fór at
verða. Henry Heinesen, sum ordu
liga hevur spælt seg inn á liðið,
Andy Olsen og innskifti Ivan Joen
sen vóru í 2. hálvleiki málskjúttar
saman við Hjalgrími Elttør, ið
gekk á odda í liðavriki, ið lyfti
klaksvíkingar upp á toppin.
Luturin hjá heimaliðnum varð
alt meiri at renna aftaná, og skjótt
í 2. hálvleiki kendist tað, at Milan
Kuljic hevði ásannað, at eingin
úrtøka fór at spyrjast burturúr,
og tí var setningurin at avmarka
tapið sum frægast og leggja upp
fyri uppgávunum, sum bíða.
Klaksvíkingar bíða í spenningi
inntil fríggjakvøldið, tá ið Víkingur,
sum KÍ fyrr í summar vann 1-0
á, kemur at vitja, og í TB verður
ásannað, at tað nú av álvara brennur
undir teimum, eftir at tað leingi
hevur sæð gott út. Leygardagin er
setningurin HB í Gundadali sjálvan
ólavsøkuaftan!
KÍ er flúgvandi
stórsigur
Henry Heinesen skoraði eitt
av málunum hjá KÍ ímóti TB
TOPPLIÐ
KÍ-spælarar fegnast
um enn eitt mál