Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effodeildin fótbóltur NSÍ, við Pól Jóhannusi Justinussen á vøllinum, vann heili 4-2 í Gundadali móti einum óstøðugum HB liði, sum hevði Jóhan T. Davidsen við fyri fyrstu ferð. HB hevði meginpartin av spælinum, men frammanfyri málinum vóru runavíksingar neyvari Tróndur Arge – Gundadalur Fleiri nýggj andlit vóru at síggja á vøllinum í Gundadali í gjár. Pól Jóhannus Justinussen hevur valt at lata seg í NSÍ troyggjuna, eftir at hann er frístillaður frá danska AaB. Kári Reynheim, venjari hjá NSÍ, valdi at geva honum møguleikan í álopinum. Tríggir nýggir leikarar vóru at síggja á HB liðnum. Jóhan T. David­sen hevur gjørt sáttmála fyri restina av kappingarárinum og kom inn á høgra bakkin. Rókur av Fløtum Jespersen kom inn á mið­vøllin fyri leikbannaða Hallur Hans­son, meðan Rógvi Poulsen var at finna í vinstra borið. Longu aftaná ein minutt hevði Pól Jóhannus Justinussen fyrstu royndina á mál við skoti uttanfyri brotsteigin. HB fór í mótálop og tað var um reppið at HB legði seg á odda. Fyrst kom Christian R. Mouritsen, sum spældi á høgra vongi, í góða skotstøðu tætt undir málinum, men Kristian Joensen bjargaði. Í aðru atløgu varð bólturin stútaður vekk og uttanfyri brotsteigin royndi Fróði Benjaminsen seg við góðum skoti, men skotið fór dygst framvið málinum. Brotsspark vendur dystinum HB sat á spælinum fyrsta hálva tíman og fleiri ferðir var Rókur av Fløtum Jespersen maðurin aftanfyri skapandi avleveringina. Aftaná 28 minuttir kom vend í. NSÍ hevði ikki havt bóltin í HB brotsteiginum, men við frísparki eydnaðist at senda bóltin innfyri. Bólturin bleiv stútaður upp í loft og dómarin peikaði á brotssparksblettin. HB leikararnir stóðu sum kánus, men Klæmint A. Olsen legði líka í og umsetti brotssparkið til mál. – Bólturin kom innfyri og fleiri mans fara upp at skalla. Bólturin streifar kanska fingurin á mær, sigur Jóhan T. Davidsen, sum ikki metti at brotssparkið skuldi verið dømt. Heldur ikki venjarin hjá HB var nøgdur við dømda brotssparkið. – Velur dómarin at brikslað fyri brotsspark í hasi støðuni, so skulu allir dómarar bríkslað fyri brotssparki í líknandi støðum. Vit spældu ein dyst móti EB/Streymi í steypakappingini og hava tríggjar líknandi støður, men fáa ongantíð brotsspark, sigur Sigfríður Cle­ ment­sen, sum saknar eina greiða linju frá dómarunum. Tað gekk bara ein løta, so tví­ faldaði Pól Jóhannus Justinussen leiðsluna. HB og NSÍ skiftust um at missa bóltin í uppspælinum. HB royndi at koma í gjøgnum í síni vinstru, men misti bóltin. NSÍ fór í mótálop. Bólturin endaði hjá Klæmint A. Olsen, sum legði bólt­ in upp á tvørs til Pól Jóhannus Justinussen, sum uttanfyri brots­ teigin meddaði til við vinstra bein­ inum. Bólturin sigldi allan vegin í mál. – Tað fyrra málið lætti sjálvandi um, men tað var ikki fyrr enn málið til 2-0, at tað veruliga lætnar, sigur málskjúttin, sum somuleiðis fegnast um at tað eydnaðist honum at skora í fyrsta dystinum. Søgan heldur fram Í seinna hálvleiki helt søgan fram. HB hevur bóltin og flytir hann væl tríggjar fjórðingar av vøll­inum, men sjáldan bleiv tað veruliga vandamikið frammanfyri málinum hjá Kristiani Joensen í NSÍ málinum. Tá so NSÍ fær fatur á bóltinum, so er vandi á ferð. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik tvísporar Jann Martin Mortensen avstað í høgra borið og leggur bóltin innfyri til Árna Fredriksberg, sum temur bólt­ in og leggur NSÍ á odda 3-0. Enn eina ferð bleiv HB revsað í einum mótálopi og tað hevur verið ein afturgangandi trupulleiki fyri havnarliðið, sum annars er sera væl mannað – á pappírinum. NSÍ kom ikki fram til nógvar møguleikar, men tá teir fóru í álop bleiv tað vandamikið. Sigfríður Clementsen viðurkennur eisini, at HB hevur ein trupulleika á verjukenda mið­ vøllinum. – Vit mangla helst ein balansu leikara á miðvøllinum«, sigur Sig­ fríður Clementsen, sum tó leggur afturat at liðið er ungt og tað verður arbeitt við at finna eina loysn. HB vónin Beint eftir málið ger HB tvær útskiftingar og fer at spæla við trim­um miðverjum, fimm á mið­ vøllinum, meðan Andrew av Fløtum og Fróði Benjaminsen fóru í álopið. Úrslitið kom beinanvegin. Eftir hornaspark kom bólturin út frá til Rók av Fløtum Jespersen, sum smekkaði hann í netið. Rókur var eitt av fáu ljós­punkt­ inum á HB liðnum. Av misgávum fekk hann heitið “landsliðsleikari” á portalinum, men sum hann spældi kundi hann eins væl verið á landsliðnum. Hann fer væl við bóltinum og dugur óalmindiliga væl at finna sær pláss á vøllinum. Fleiri ferðir vísti hann eisini góðar dygdir í av­ spælinum. Bæði við longum send­ inum og smærri fríspælingum. Málið gav HB eina vón eina løtu. Klæmint avger Klæmint A. Olsen byrjaði mál­ skjótingina hjá NSÍ. Hann setti eisini punktum, tá hann eitt korter fyri tíð økti til 4-1. Aftur var talan um skjótálop. Hesa ferð endaði bólturin hjá Árna Fredriksberg, sum legði innfyri til Klæmint A. Olsen, sum skoraði. Tað gekk ein løta áðrenn dóm­ arin bríkslaði fyri máli, tí bólturin fór í tvørstongina og kom út aftur. Tað tykist verða lítil ivi um at bólturin var innanfyri, men hví tað gekk so leingi at koma ásamt um tað er óvist. Klæmint A. Olsen fekk enntá gult kort fyri at brúka seg í midlari tíð. Vagnur Mohr Mortensen minkaði um munin fyri HB fýra minuttir fyri tíð við beinleiðis frísparki. Tað var ikki nokk til at leggja NSÍ undir trýst, sum fekk trý kærkomin stig í botn­ stríðnum. HB hevur fýra stig niður til niðurflytingarstrikuna og kunnu heldur ikki kenna seg tryggar. trondur@sosialurin. NSÍ gjørdi bart í Gundadali