Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2012 · Nr. 84 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effodeildin Fótbóltur Viljin at vinna var ikki størri enn óttin at tapa hjá meistarunum úr B36, sum eftir eina tepra 1-0-leiðslu datt longri og longri aftur á vøllin og á stokkinum eisini varð revsað av EB/Streymi. Dysturin endaði við 1-1-javnleiki. Pætur Albinus Tríggir teir undanfarnu dystirnir hjá B36 vóru ikki júst falnir teimum í lut og høvdu bara kastað eitt stig av sær. Hetta skuldu meistararnir royna at gera um upp á, tá ið teir vóru á vitjan EB/Streymi í Streym­ nesi sunnudagin. Neyvan skuldi uppgávan gerast løtt. EB/Streymur bardist nevniliga um at halda fast um oddasessin, sum teir deildu saman við KÍ, men ein langur túrur til Armenia í sokallaða summarsteðginum og nú ein skaddur Arnbjørn T. Hansen gjørdu ikki fortreytirnar betri hjá sundalagsmonnum. B36 á odda Tað var heimaliðið, sum hevði bólt­in mest frá dystarbyrjan, men uttan altíð vandamikla Arnbjørn T. Hansen var líkt til, at tað var langt ímillum vandastøðurnar hjá teimum. Soleiðis var ikki hjá B36, sum í 21. minutti fekk ein gyltan møguleika at leggja seg á odda, tá ið teir fingu brotsspark. Róaldur Jakobsen fekk eitt skump í ryggin í feltinum, og so ivaðist Lars Muller ikki og dømdi brotsspark. Lukasz Cieslewicz, sum annars hevur skot­ ið hópin av brotsspørkum, men mis­nýtti ímóti Linfield, bleiv ikki valdur. Tað bleiv Atli Danielsen hin­ vegin, og sendi hann úr 11 metr­um bóltin í mál til 1-0. Komnir afturúr dovnaði EB/ Streymur nakað og tað var B36, sum setti ferð á. Við størri neyvleika og hepni høvdu teir eisini havt møgu­ leika at økt um leiðsluna, men tættari enn eitt skot frá Bárði Olsen, sum rakti stongina, komu teir ikki. Hálvleiksstøðan var 1-0 til B36. Javnt í evstu løtu Í seinna hálvleiki var myndin at kalla hin sama. EB/Streymur tókt­ ist hava stórar trupulleikar við at skapa nakað vandamikið, og tá ið B36 eiheldur vildi leggja ov nógv fyri í sínum álopsparti, so gjørdist hetta meiri ein dystur um miðvøllin heldur enn frammanfyri málunum. Súni Olsen hjá B36 mátti lata seg útskifta stutt fyri hálvleik vegna skaða, og góða gløgnið í spælbýti hansara var ein mangulvøra hjá meistarunum í seinna hálvleiki. B36 hevði lyndi til at detta longri aftur á vøllin sum dysturin fráleið, og við einari teprari 1-0-leiðslu kundi hetta enda galið hvørja løtu. Og tað gjørdi tað. B36 vildi ikki stað­ festa sigurin, og bara ein minutt fyri leiklok javnaði Levi Hanssen fyri EB/Streym. Tað var eftir innlegg, at hann kom at standa væl fyri og fekk javnað til 1-1. B36 varð tvungið at ressast við, og hóast bara heilt fáir minuttir vóru til tess, so gjørdu teir tað so­ mikið, at teir fingu bóltin í málið. Hjálpardómarin koldømdi hetta málið, og so kundi B36 - sum tykist hava trupulleikar við at avgera dystir - taka til takkar við eina stiginum, sum var avleiðing av hvussu teir handfóru eina leiðslu. EB/Streymur hinvegin vísti góðan neyvleika og á einum degi, sum ikki var so góður, kendu teir sína vitjunartíð og fingu eitt stig við sær í tætta oddastríðnum. Teir mistu eitt fet og lótu odda­ sessin í hendurnar á KÍ, men eftir umstøðunum var hetta nøktandi fyri teir. albinus@sosialurin.fo EB/Streymur fekk javnt í evstu løtu Savnsmynd