Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Tað mundu vera fleiri fólk, ið ógvaðust við, tá tey leygar­ dagin og sunnudagin sóu persónar í Erling Jals Gøtu og í Vágsbotni, sum vóru smurd­ir inn í blóði um allan kroppin, í skrøddum klæðum, við undarligum eygum og rísn­um hári. Orsøkin, til ta heldur óvanligu og ikki minst óhugna­ligu útsjóndina hjá hes­um fólkunum, var tann, at fyrstu upptøkurnar til filmin Smittan, vórðu gjørdar. – Upptøkurnar gingu væl, og fólk hava verið ótrúliga hjálpsom og hava víst áhuga fyri hesi verkætlanini, sigur Jónfinn Stenberg, sum er mað­urin handan fyrsta sombi­filmin í Føroyum. Sombiar, skemt og blóð Handritið til filmin, sum eftir ætlan skal verða liðugur í desember í ár, er skrivað av Jónfinni Stenberg. – Hetta er ein sombifilmur við øllum tí, ið hartil hoyr­ ir. Men samstundis sum film­urin hoyrir til sombi­ sjangruna, er hann eisini skemt­iligur, greiðir Jónfinn Stenberg frá og leggur afturat: – Søgan er um fýra fólk av bygd, sum fara til Havnar at leita eftir beiggj­anum hjá tí eina av teimum fýra. Tey liva í eini óeydnu­samari tíð, har landið er í líðing, og sjálvandi gongur alt ikki eftir ætlan hjá teimum fýra bygdarfólkunum, sigur Jónfinn Stenberg. Fyrstu upp­tøkurnar fóru fram leygar­dagin í Erling Jals Gøtu aftan fyri Tryggingina, og sunnu­dagin var Vágsbotnur karmur um upptøkunar. Vágs­botnur var stongdur av fyri allari ferðslu í nakrar tím­ar, meðan upptøkurnar fóru fram, og ein partur av bygn­ingunum, sum eru í Vágs­botni, høvdu fingið plát­ ur fyri vindeyguni. – Fyrireikingarnar gingu væl, men tað einasta, vit skuldu gjørt øðrvísi, var, at Vágs­botnur skuldi verið stongd­ur fyri ferðslu í nakrar tímar afturat, tí vit høvdu ov lítla tíð til upptøkurnar har, sigur Jónfinn Stenberg. Strævnari enn væntað Jónfinn Stenberg, sum í løt­ uni er í læru sum teknikari, hevur áður verið við í yms­ um filmsverkætlanum í Føroyum. Hesaferð er hans­ ara leiklutur tó meira umfat­ andi enn undanfarnu ferðir, tí nú er hann leikstjóri, fram­ leiðari, fotografur og stendur fyri casting til filmin. – Fyri at siga akkurát sum tað er, so er hetta nógv strævnari, enn eg hevði væntað. Rættiliga nógv­ir føroyskir filmar verða fram­ leiddir í løtuni, og tað merkir, at tað hevur verið trupult hjá mær at finna filmsfólk at vera við í verkætlanini, sigur Jónfinn Stenberg. Komandi tíðina fer hann at hava nógv um oyruni, tí upptøkurnar til filmin fara fram heilt til septembermánað. – Gongur alt sum ætlað, eru vit liðug við seinastu upp­tøkurnar einaferð fyrst í september. Tá upptøkurnar eru lidnar, er framvegis eitt stórt arbeiði eftir, tí tá skal filmurin klippast, setast sam­ an, ljóð skal gerast og ymiskt annað. So hóast henda verk­ ætlanin er stuttlig at fáast Sombiar gjørdu Upptøkurnar til fyrsta føroyska sombifilmin byrjaðu um vikuskiftið. Upptøkurnar fóru fram ymsastaðni í Havn, og okkurt um 40 statistar gingu runt á Havnargøtum sum sombiar Upptøkurnar sunnudagin fóru fram í Vágsbotni Mynd: Eirikur Lindenskov Ein av statistunum, Rógvi Rasmussen, sæst her við sombi-sminku