mánadagur 13. august 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
innrás í Havn
við, er hetta eisini drúgt ar
beiði.
Finna fólk
umvegis Facebook
Báðar dagarnar, upptøkurnar
fóru fram, luttóku millum 20
og 30 statistar, sum eru funn
ir umvegis internetið.
– Vit gjørdu nakað síðani
ein bólk á Facebook, sum
eitur Zombie Føroyar, og har
kunnu tey, sum hava hug at
vera statistar í filminum,
melda seg til, sigur Jónfinn
Stenberg. At finna fólk til
filmin umvegis Facebook
hevur víst seg at riggað væl.
– Sum nú er, eru nakað
yvir 200 fólk við í bólkinum.
Har eru øll møgulig fólk,
sum vilja gerast partur av
filminum, og tað er sjálvandi
gleðiligt. Eg havi eingi krøv
til, at statistarnir skulu hava
royndir við filmi ella sjón
leiki, og tey, sum vóru við
um vikuskiftið, kláraðu seg
ógvuliga væl, sigur Jónfinn
Stenberg. Ein stórur partur
av statistunum, skuldu líkj
ast sombium, og tískil fór
rættiliga fitt av tíð til at
sminka statistarnar, soleiðis
at teir líktust sombium.
– Tey flestu skuldu smink
ast. Nøkur teirra fingu ser
ligar linsur í eyguni, soleiðis
at mann bert sá eina lítla
svarta pupillu, og so hevði
onkur av teimum fingið eina
make up, so tað sá út, sum at
øll undirvørrin var skrødd
upp, sigur ein vælnøgdur
Jónfinn Stenberg.
Næstu upptøkurnar til
sombifilmin Smittan verða
fríggjadagin í hesi vikuni.
rannva@sosialurin.fo
Eini 40 statistar vóru við í upptøkunum um vikuskiftið
Mynd: Eirikur Lindenskov
Fyrsti føroyski sombifilmurin hevur heitið Smittan
Mynd: Eirikur Lindenskov