Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uni Holm Johannesen Kaj Leo Johannesen hevur ikki undirtøku í Sam­bands­ flokkinum fyri dreyminum at skipa Føroyar í ein ríkja­ felags­skap. Bárður Nielsen, ting­mað­ur, Johan Dahl, næst­for­maður, og Edmund Joensen, fólka­ tingsmaður, finnast hvass­liga at útsøgnunum hjá Kaj Leo Johannesen í ólav­søku­røðuni. Á vandakós Tað kom óvart á tey flestu, tá formaðurin í Sam­bands­ flokkinum boðaði frá, at ríkisfelagsskapurin skal umskipast til ein ríkja-felags­ skap, har Føroyar verða sjálv­ støðugt land. Eisini varð tað óvæntað, at fleiri yvirtøkur skulu fremjast næstu árini. Tað sigur Bárður Nielsen. Hann tekur frástøðu frá dreymi­num hjá løgmanni á ólav­søku. At loysa Føroyar úr ríkis­felagsskapinum er ikki í tráð við tað, sum Sam­bands­ flokk­urin eigur at standa fyri, sigur hann. - Eg veit einki um, at ríkis­ veitingin fellur burtur um 10 ár, og um eina komandi fólka­atkvøðu. Kaj Leo tók meg til síðis klokkan 12.51 ólavsøkudag og vísti mær á hasar reglurnar í løg­ mans­røðuni. Eg veit ikki meira enn tað. Tað er rætt, tá hann sigur, at kjarnan í sambandspolitikki er at rinda rokningina, tá vit taka ábyrgdina á okkum. Eg veit tó als einki um, at hetta verð­ ur framt næstu 10 árini, sigur Bárður Nielsen. Tingmaðurin vísir á, at tað er altíð gott at verða semju­søkj­andi, men tað skal ikki ganga ímóti grund­sjón­ar­miðunum hjá Sambandsflokkinum. Før­ oyar hava framman undan nóg mikið av loys­ing­ar­ flokkum, og tørvur er ikki á einum loysingarflokki aftur­ at. Tvørturímóti er ongantíð meira brúk fyri einum røtt­ um Sambandsflokki enn nú. - Flokkurin eigur av røttum at kjakast um slíkar fráboðarnir. Hatta er ikki nakað, ein sam­bands­løg­ mað­ur kann varpa út uttan eina viðgerð. Tað er altíð neyðugt at gera tillagingar og hugsað av nýggjum, men vit eiga at útbyggja ver­andi ríkisfelagsskap og brúka verandi møguleikar held­ur enn at renna eftir loys­ing­ ar­flokkunum, sigur Bárð­ur Nielsen, sum enn sigur seg stuðla Kaj Leo Johanne­sen sum formann í Sam­bands­ flokki­num. Bárður Nielsen leggur dent á, at fráboðanirnar um ríkisrættarligu støðu­na og yvirtøkurnar eru ongan­ tíð viðgjørdar í Sam­bands­ flokkinum og kunnu ikki fatast sum politikkur flok­ sins. Johan tekur undir Tann 30. juli, sendi Johan Dahl, næstformaður, út tíð­ inda­s­kriv, har hann boðaði frá, at Sam­bands­flokkurin verð­ur ongantíð loys- ­ingar­ flokkur. Johan Dahl svaraði ikki telefonini, tá Sosialurin ringdi fyrrapartin í dag. Hann varð spurdur fleiri ferð­ir eftir ólavsøkurøðuna, um Sambandsflokkurin nú vil hava fullveldi. Eg skilji full­væl, at sambandsfólk kring landið eru ørkymlað og vó­nbrótin, eg siti sjálvur við júst hesi kenslu, skrivaði Johan Dahl. - Hetta er ein álvarslig støða, sum er íkomin í Sam­bands­ flokkinum, bæði polit­iskt og skipanarliga. Nei, okkara politikkur er awt vísa í verki, hvussu væl skipanin í Ríkis­ felags­skapi­num virkar og menna hesa skipan til gagns fyri borgarar og vinnu­lív okkara, skrivaði Johan Dahl. Hann skoytti uppí, at popu­l­isma og dreymakendar út­sagn­ir eru ikki vørumerki hjá Sambandsflokkinum. Flokk­urin hevur altíð verið álitið og bolverikð ímóti loys­ ing­ar­kreftunum í Føroyum. - Okkara góða samstarv í felagsskapinum er ein stór orsøk til, at vit í dag hava eitt væl útbygt og framkomið sam­felag, skrivaði Johan Dahl, næstformaður. Kaj Leo má frá Edmund Joensen, fólka­ tings­maður, heldur ikki, at Kaj Leo Johannesen kann halda fram sum formaður í Sam­bandsflokkinum eftir frá­boðanina á ólavsøku. Tað segði hann við Portalin fríggja­dagin tann 3. august. Tað er alla æru vert, at Kaj Leo Johannesen umsíðir kemur út úr skápinum og viður­kennir, at hann er loys­ ing­ar­maður og ikki sam­ bandsfmaður. Hann noyðist kortini at taka av­leið­ing­ arnar og fara frá sum for­ maður, heldur hann. - Tað er eingin munur á hansara politikki og politikkinum hjá Fólka­ flokki­num. Tað sigur seg sjálvt, at sambandsfólk fáa ikki livað við, at brotið verður við politiska grundstøði flok­ sins. Sambandsflokkurin eig­ur heldur ikki at kunna livað við, at tey mongu verða svik­in, ið settu sítt álit á, at okkara flokkur er garantur fyri stabiliteti og trivnaði inn­an fyri tryggu garðarnar í ríkisfelagsskapinum. Sam­ bands­flokkurin má sjálvsagt hava eitt sambandsfólk til for­mann, heldur Edmund Joen­sen. Hann mælir til, at sam­ band­sfólk sláa manngarð um ríkisfelagsskapin og viður­ kennir samstundis, at henda fráboðanin hjá formanninum elv­ir til spjaðing í Sam­bands­ flokkinum og millum sam­ bandsfólk. - Tíverri vilja summi ókritiskt fylgja dreyma­ leið­ini, og onkur trýr enntá uppá, at ríkisfelagsskapurin ongan veg fer kortini. Hin­ vegin eru tíbetur mong, ið halda fast um góðu sambands­virðini og kósina, har ið ríkisfelagsskapurin og tætta samstarvið í ríkinum borga fyri stabiliteti, vælferð, trivnaði og framburði. Lat okkum sláa manngarð um Ríkisfelagsskapin og sann­ an sambandspolitikk, sigur Edmund Joensen, fólka­tings­ maður. uni@sosialurin.fo Sambandsflokkurin finst at ríkja­ felags­skapinum Sambandsflokkurin Ósemja hevur tikið seg upp í Sambandsflokkinum um kósina hjá formanninum, sum droymir um ein ríkjafelagsskap. Bárður Nielsen, tingmaður, sigur seg enn stuðla Kaj Leo Johannesen sum formanni, men tað ger fólkatingsmaðurin ikki Uni Holm Johannesen - Vit vita ikki meira enn tað, sum løgmaður boðaði frá í ólavsøkurøðuni. Hann nevn­ di tá, at tað eru 15 máls­øk­ir eftir at yvirtaka, men hann nevndi einki áramál. Vit vita ikki meira júst nú, heldur einki um eina komandi fólkaatkvøðu. Tað sigur Alfred Olsen, for­maður í tingbólkinum hjá Sam­bands­flokkinum. Hann staðfestir, at Sam­ bands­flokkurin hevur enn ikki viðgjørt útsagnirnar hjá Kaj Leo Johannesen, løg­ manni, og hann er tí nakað fá­mælt­ur, tá hann verður biðin um at seta orð á, hvat fer fram í flokkinum júst nú. Tingmaðurin Bárður Niel­sen, landsstýrismaðurin Johan Dahl og fólka­tings­ mað­urin Edmund Joensen hava funnist harðliga at dreymi­num hjá løgmanni um ríkja­felagsskapin. Hesin síðst­nevndi hevur mælt flokk­i­num til at skifta for­ mann. Alfred Olsen kann held­ur ikki svara, um Sam­bands­ flokk­urin stuðlar Kaj Leo Jo­hanne­sen sum formanni. Hann ger kortini púra greitt, at formaðurin stendur einsa­ mall­ur í flokkinum við hes­ um dreyminum. - Eg kann enn ikki siga, hvussu álvarssamt hetta er, og um vit kunnu styðja ein for­mann, sum ikki beinleiðis hev­ur stevnuskránna sum aðal­mál. Eg kann ikki seta orð á ósemjuna, fyrr enn vit hava við­g­ jørt hetta innanfloks, sig­ ur Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sam­bands­ flokkinum. Kaj Leo Johannesen hev­ ur fyrr viðgingið, at hann er ein einsamallur indiáni, sum hann málbar seg, tá tað ræð­ ur um ríkjafelagsskapin. EINSAMALLUR Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, ásannar, at Kaj Leo Johannesen stendur púra einsamallur í flokkinum við dreyminum um ein komandi ríkjafelagsskapin Formaðurin stendur einsamallur Tað sigur seg sjálvt, at sambandsfólk fáa ikki livað við, at brotið verður við politiska grundstøði floksins Edmund Joensen