mánadagur 13. august 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Holm Johannesen
Kaj Leo Johannesen, løgmaður,
hevur ein dreym. Hann droymir
um ein ríkjafelagsskap við trimum
sjálvstøðugum londum, Danmark,
Grønland og Føroyar. Føroyar
skulu nú undir at skipa sína støðu
í ríkisfelagsskapinum av nýggjum.
Sambært løgmanni er dreym
urin ikki fjarur. Um 10 ár hava Før
oyar yvirtikið seinastu 15 málsøk
ini, sum eru eftir at yvirtaka. Hann
ímyndar sær eina fólkaatkvøðu
um 20 ár, tá føroyingar skulu
svara, um teir vilja hava ríkis
felagsskapin í verandi líki, ella um
føroyingar vilja hava eina aðra
stýrisskipanarlóg. Tað sigur løg
maður við Politiken.
Um 10 ár, tá seinastu málsøkini
eru komin á føroyskar hendur,
verður ríkisveitingin úr Danmark
eisini burtur. Vit rinda fyri máls
økini, vit yvirtaka, sigur løgmaður.
- Sjálvandi gjalda vit rokn
ingina, tá vit taka ábyrgdina á
okkum. Tað er kjarnan í okkara
sambandspolitikki. Meirilutin av
føroyingum vilja yvirtaka hesi
málsøkini, sigur Kaj Leo Johanne
sen í viðtalu við Politiken. Sosial
urin hevur prentað greinina á
føroyskum í blaðnum í dag.
Nýggja skipan
Tá Føroyar fara at umsita máls
økini, sum enn ikki eru yvir
tikin, hava vit førkað okkum upp
at markinum, hvat føroyingar
kunnu taka sær fyri í heimastýris
skipanini. Tá skulu vit hava eina
nýggja skipan, sigur løgmaður.
- Eg ímyndi mær ein sterk
an felagsskap við trimum sjálv
støðugum londum um 20 ár.
Ein
felagsskap
við
Danmark
og Grønland, sum fer at standa
næstu 100 árini. Tað vænti eg, sig
ur løgmaður.
Føroyingar skulu tá taka støðu
á fólkaatkvøðu. Vit eru noydd at
hava eina fólkaatkvøðu um 20 ár,
sigur hann.
- Vit skulu atkvøða um eina
nýggja pragmatiska skipan fyri
ríkisfelagsskapin. Eg vænti, at
fólkaatkvøðan verður um 20 ár.
Ikki um 10 ár, tá er ov stutt tíð frá
liðini, men um 20 ár. Tá hava vit
yvirtikið øll málsøkini, og tá eru
vit næstan komin á mál. Tíðin er
tá búgvin at spyrja: Vilja tit hava
ríkisfelagsskapin í verandi líki,
ella vilja tit hava eina aðra stýris
skipanarlóg, sigur Kaj Leo Jo
hannesen, løgmaður, við Politiken.
Yvirtøkulógin
fevnir
ikki
um
málsøkini
stjórnarskipan,
heimarætt, hægstarætt, uttan
ríkispolitikk,
trygdarpolitikk,
verjupolitikk, gjaldoyra- og pen
ingapolikk.
Í samrøðuni viðger løgmaður
eisini ósamsvarandi áhugamálini
hjá Føroyum og Danmark í
makrelstríðnum. Hann sigur seg
somuleiðis ímynda sær eitt Evropa
við felagsgrundlóg um 20 ár.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Í meira enn 60 dagar hevur
Bo Lidegaard vitað, at Kaj
Leo Johannesen, løgmað
ur, ætlar sær ein felagsskap
við trimum sjálvstøðugum
londum – ein ríkjafelags
skap.
- Í Sambandsflokkinum
hava vit ongantíð hoyrt
nakað um ætlanina at av
taka Ríkisfelagsskapin og
skipa Føroyar sum full
veldisland, fyrr enn sam
bandsløgmaður
serveraði
hana fyri Føroya fólki ólav
søkudag, skrivaði Johan
Dahl, næstformaður í Sam
bandsflokkinum, í skrivi
sent fjølmiðlunum á ólav
søku.
Johan Dahl frætti um
innihaldið í ólavsøkurøðuni
fáar minuttir, áðrenn hon
varð hildin. Formaðurin í
tingbólkinum ella tinglimir
floksins vistu heldur einki
um tað.
- Tí gjørdust vit øll illa
við, tá røðan var hildin. Ein
slík álvarsom útmelding átti
sjálvandi at verið viðgjørd
innanfloks frammanundan.
Hevði ætlanin komið í ting
bólkinum fyrst, so hevði
hon verið steðgað har, skriv
aði Johan Dahl.
Tá Kaj Leo Johannesen
hevur sagt, at hann er ein
einsamallur indiáni í hesum
málinum, er tað púra rætt.
Hann hevur ikki kunn
að sínar floksfelagar, sum
bara vita um dreymin um
vegis ólavsøkurøðuna og
fjølmiðlarnar. Alfred Olsen,
formaður í tingbólkinum,
sigur seg einki vita um, at
ríkisveitingin verður burt
ur um 10 ár, og at føroyingar
skulu taka støðu um ríkis
felagsskapin á fólkaatkvøðu
um 20 ár.
- Hetta eru púra feskir
upplýsingar fyri mær. Eg
veit einki um greinina í
Politiken, sum varð prentað
í gjár, sigur Alfred Olsen,
formaður í tingbólkinum
hjá Sambandsflokkinum.
Við øðrum orðum hevur
Politiken verið meira enn
tveir mánaðir frammanfyri
Sambandsflokkin og før
oyar fjølmiðlar, tá tað ræður
um dreymin hjá formanni
num í Sambandsflokkinum,
Kaj Leo Johannesen.
Eingin ríkisveiting um 10 ár
RÍKISVEITING Tá Føroyar hava yvirtikið seinastu 15 málsøkini, sum eru eftir at yvirtaka sambært
yvirtøkulógini, verður ríkisveitingin úr Danmark somuleiðis burtur. Hetta verður um 10 ár, sambært løgmanni.
- Sjálvandi gjalda vit rokningina, tá vit taka ábyrgdina á okkum, sigur Kaj Leo Johannesen við Politiken
Politiken var
tveir mánaðir
frammanfyri
Tað var í mai, at Bo Lidegaard, blaðstjóri á
Politiken, var á gátt hjá løgmanni í Tinganesi. Har
greiddi Kaj Leo Johannesen frá sínum dreymum
um ríkjafelagsskapin. Góðar tveir mánaðir seinni
fær Sambandsflokkurin tað sama at vita
– Eg stuðli enn Kaj Leo sum
formann í Sambandsflokkinum,
sigur Bárður Nielsen, tingmaður