Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bo Lidegaard, Politiken L øgmaðurin hevur skriv­stovu við havn­ ina í Tinga­nesi, sum hevur verið um­sit­ing­ar­ ligi og politiski mið­depil­in í Føroyum, so lein­gi nakar kann minnast. Síð­a­n 1948 hevur sjálvstýrið hús­ast her, og hóast banka­krepp­ ur ­og annað eru Før­oy­ ar eitt virkið samfelag við ríkum mentanarlívi og loft­tráð­um út í heim. Fígg­ jar­liga drívmegin er enn fiski­vinn­an, og trolara­ reið­ar­ar og arbeiðs-tak­ar­ ar í fiskivinnuni eru sam­ felags­ligu ríkmenninir. Teir eru eisini væl umboðaðir í Sam­bandsflokkinum, har for­maðurin Kaj Leo Holm Jo­han­ne­sen hevur verið løg­mað­ur síðan 2008. Prime Minister rópar hann seg á ensk­um, eins og grønlendski og danski starvsfelagin. Sambandsflokkurin er systur­flokkur hjá Vinstra, og flokkurin um­boðar høvuðs­ rák­ið í Før­oyum, sum vil varðveita sið­bunda sam­ band­ið við Dan­mark. Í sam­ gongu­sam­starvi­num eru eisini konservativi Fólka­ flokk­urin og Miðflokkurin – men e­isini gamla Sjálv­stýrið. Í and­støðuni eru Javn­að­ar­ flokkurin og Tjóð­veldi – hes­ in síðst­nevndi við ynski um einar sjálvstøðugar Før­oyar. Tað vakti ans, tá Kaj Leo Johanne­sen í síni røðu í løg­ tingi­num á ólavsøku tann 28. juli segði, at hann droym­ir um, at Føroyar verða sjálv­støðugar í ríkis­felags­skapi­num – ein ríkja­felags­skap við Føroyum, Grønlandi og Danmark. Í Sambandsflokkinum hava atfinn­ingarnar ver­ið hvass­ar mót­vegis dreym­ inum hjá løg­manni­, men Kaj Leo Johannesen greiddi frá somu dreymamynd í mai, tá Poli­tik­en spurdi hann, um hann hugsaði sær ein øðrvísi ríkis­felags­skap við tíðini: »Okkara politikkur er, at karmarnir um ríkis­ felags­skapin skulu standa. Vit síggja okk­um ikki sum 48.000 fólk, sum eru før fyri at hava alt. Tað er ógjørligt at hava 80 sendi­stov­ur kring heim­in. Tað er nonsense, tað er vónleyst. Tí skulu vit hava tætt sam­starv við Danmark. Knút­urin er, at Danmark er eitt eindar­ríki – ein eind. Eg ímyndi mær tríggjar eindir í framtíðini. Trý sjálv­støðug lond í einum felags­skapi. Tað síggi eg fyri mær um 20 ár«, sig­ur Kaj Leo Johannesen. Við hesum leggur løg­mað­ ur upp til eina menning, sum við tíðini førk­ar seg móti tí, sum før­oysku sjálv­stýris­ fólkini vilja, hó­ast tað er stór ósemja um ferð­ina og sniðið. »Fyri 50 árum síðan var nógv bund­ið saman. Tá fóru vit und­ir at yvirtaka mál­ søkir, sum mín flokkur hevur ver­ið við til. Við atliti til yvir­ tøku­lóg­ina frá 2005 haldi eg, at tað vóru umleið 23 ymisk málsøkir. Nú eru 15 eftir. Eg vænti, at innan fyri 10 ár – um tað ikki gongur gal­ið – so er einki málsøki eftir at yvir­ taka, uttan tey málsøkini, sum ikki fevna um yvirtøku­ lógina sum uttan­ríkis­poli­ tikk­ur, trygd­ar­politikk og verju­poli­tikk«. Tá síðstu málsøkini eru yvir­tikin, verður ríkis­veit­ing­ in úr Danmark eisini burt­ur tá? »Vit rinda fyri málsøkini, vit yvirtaka. Sjálvandi gjal­ da vit rokningina, tá vit taka ábyrgd­ina á okkum. Tað er kjarnan í okkara sam­bands­ poli­tik­ki. Tað er meiri­lutin av fólkinum her, sum vil yvir­ taka hesi málsøkini. Tá vit eru komin á mál, so hava vit førkað okkum upp at marki­ num, hvat vit kunnu taka okkum fyri í heima­stýris­ lógini. Hvønn veg velja vit tá? Skal tú siga heima­stýris­ lóg­ina upp og fáa eina nýggja stýris­lóg? Ella skulu vit varð­ veita heima­stýrislógina? Eg ímyndi mær, at vit uppsiga heima­stýrislógina um 20 ár og fáa eina nýggja«. Merkir tað ein øðrvísi ríkis­felags­skap, enn vit hava í dag? »Tað eru nógv snið, sum eru upp á tal. Hvussu kun­nu vit dagføra ríkis­felags­skap­ in? Tað vil eg vita. Eg ímyndi mær ein sterkan felags­skap við trimum sjálv­støðug­ um londum um 20 ár. Ein felags­skap við Danmark og Grøn­land, sum fer at standa næstu 100 árini. Tað vænti eg. Hvussu stórur partur av felagsskapinum snýr seg um pengar? Búskapurin er í tryggum hondum, um tit finna olju í morgin. Fer tað at skunda undir hesa til­gongd­ ina? »Pengarnir eru ikki al­ týð­andi fyri okkara flokk. Mentan­a­rligu bondini eru ein stór­ur partur, ættarbondini og arbeiðsbondini tað sama. Tað er eisini ein sannroynd, at heimsins størsti føroyski bý­ ur er Keypmannahavn. Ta­ð er ikki Tórshavn – har eru fleiri føroyingar í Keyp­manna­havn enn í Tórs­havn. Ættar­bond­ ini knýta danir og før­oyska fólk­ið saman. Tað er somu­ leiðis galdandi fyri okk­ara út­flutn­ing. Mest sum alt fer umvegis Dan­mark. Alt er bygt upp í Danmark við­víkj­andi vøru­streym­sam­skipa­n­ini og líknandi. Vit keypa eisini alt inn úr Dan­mark. Tey flestu útbúgva seg í Dan­mark«. Kjakið um ríkis­felags­ skap­in hevur verið munandi meira harðligt í Føroyum enn í Danmark… »Eg havi sagt, síðan banka­krepp­una í 1992, at dans­k­ir politikarar ræðast at telja føroyingar við sum tung­una á vágskálini í Fólka­ tingi­num. Teir ræðast, at føroyingar blan­da seg. Men tað er tað, sum ríkis­felags­ skapurin snýr seg um. Tað, at danir hava sína hjartans meining um Før­oy­ar, og føroyingar hava sínar mein­ ing­ar um Dan­mark«. Ósemja um makrelin Spurningurin um ríkis­felags­ skap­in hevur fyrr býtt før­oy­ ing­ar í tveir ból­k­ar. Hvørjir eru størstu sná­ving­ar­stein­ ar­nir í ríkis­felags­skapinum? »Eg haldi, at vit skulu loy­sa nakað upp í Føroyum, held­ur enn at seta ein múr upp. Í WTO hava vit tildømis hvør síni áhugamál«. Løgmaður ger her upp við ein av mest eymu spurn­ing­ar­nar í ríkis­felags­ skapinum, um lutin hjá teimum smáu í ríkis­felags­ skapi­num í sammett við hini norðurlendsku lond­ini, Evropa og restina av heimi­ num. Meginreglan í felags­ skapinum er, at danska stjórn­in førir orðið fyri Før­oy­ar og Grønland í al­ tjóða felags­skapum. Tann megin­r­egl­an verður torfør at varðveita, tá tað støðugt eru ósemjur um umboðanina hjá ríkispørtunum á altjóða palli­num. Tað er heldur ikki lætt­ari, tá áhugamálini ikki samsvara. Tað er millum annað galdandi, tá WTO um­ røður fiskiskapin. »Vit vilja fegin vera við til at finna eina loysn. Tú má kunna geva teg nak­að. Tað sigi eg, hóast eg eri sam­ bands­maður og taki fult undir við ríkis­felags­skapi­n­ um. Eg síggi tað sum, at Dan­ mark vil tvíhalda um nakr­ar karmar: tað má tú ikki, tað mást tú ikki! Man er óstorts­ ligur, tá tað ræður um eindar­ ríkið«. Er tað ikki, tí løgfrøðin, tað vil siga Grundlógin, er grund­a­r­lagið, og… »Altíð! Løgfrøðin verður brúkt allatíð. Vit sleppa SAMRØÐA Keypmannahavn er størsti føroyski býurin, ikki Tórshavn, so sambandið við Danmark skal vera tætt, eisini í framtíðini. Men ríkisfelagsskapurin skal dagførast, sigur føroyski løgmaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, í viðtalu við Bo Lidegaard. Løgmaðurin sær fyri sær, at Føroyar verða limur í ST, og hann vil fegin provokera meiningarnar hjá donskum politikarum fram í ljósið Ríkisfelagsskapurin S íðani 1380, tá Danmar og Noreg vórðu savnað undir Margretu I drotning, hevur ríkisfelagsskapurin verið ein partur av samleika Danmarkar og søgu. Tá Noreg og Danmark skiltust í 1814, varðveitti Danmark norðuratlantisku ríkispartarnar. Frá tí at Íslandi í 1944 lýsti seg sjálvstøðugt, hevur ein stór framgongd broytt teir tríggjar eftirverandi ríkispartarnar og ríkisfelagsskapin. Rørslan móti sjálvstýri fyri Føroyar og Grønland er støðug, og eingin veit, hvussu tað endar. Serliga í Grønlandi og í Føroyum er eitt livandi orðaskifti um framtíðina hjá hesum fólkum, um sjálvstýri ella nýhugsan innan ríkisfelagsskapin, í Evropa og í restini av heiminum. Ivamálini hava avgerandi týdning fyri, hvussu ríkisfelagsskapurin kann mennast og harvið allir lutir av ríkinum. Men kjakið hevur higartil verið spjatt og ósamanhangandi – um tað í heila tikið hevur verið har. Politiken setur fokus á framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum. »Eg síggi trý sjálvstøðug lond í felagsskapi«