mánadagur 13. august 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ikki undan einari nýggjari
tilgongd.
Eitt dømi er WTO, har vit
eru í tvífaldari ósemju, tá
tað ræður um makrelin, har
Danmark situr bæði sum
limur og skal tala okkara søk,
samstundis sum Danmark
skal røkja síni egnu áhuga
mál í Hanstholm og Hirst
hals, har makrelkvotur eru
upp á spæl. Tá koma ósemj
urnar – hvørjum hesti er
Danmark á nú? Vit hava sagt,
at vit kunnu væl hava sjálv
støðugan limskap í WTO.
Tað er ikki krav, at vit skulu
vera ein suverenur statur.
Vit kunnu kortini ikki tað, tí
nakrir løgfrøðingar siga, at
tað mugu vit ikki, men polit
iskt er tað neyvan nakar
trupulleiki. Kanska eru vit
politikarar ov afturhaldnir
at finna skynsamar loysnir,
tí løgfrøðin verður altíð tikin
upp á ráð«.
Fólkaatkvøða
Verður ein fólkaatkvøða í
Føroyum?
»Tað er neyðugt. Um vit
fara undir at skipa okkara
støðu av nýggjum í ríkis
felagsskapinum, so eru vit
noydd at hava eina fólkaat
kvøðu um ríkisfelagsskapin«.
Tað snýr seg í veruleika
num um, hvat tit skulu at
kvøða?
»Ja, um eina nýggja prag
matiska skipan fyri ríkis
felagsskapin. Eg vænti, at
fólkaatkvøðan verður um
20 ár. Ikki um 10 ár, tá er ov
stutt tíð fráliðin, men um
20 ár. Tá hava vit yvirtikið
øll málsøkini, og tá eru vit
næstan komin á mál. Tíðin
er tá búgvin at spyrja: Vilja
tit hava ríkisfelagsskapin í
verandi líki, ella vilja tit hava
eina aðra stýrisskipanarlóg.
Á donskum hava tit bara
eitt orð fyri tað: Ríkisfelags
skapurin í bundnum formi.
Vit hava tvey orð. Vit kunnu
ímynda okkum ein ríkja
felagsskap«.
Danir skulu eisini taka
støðu í hesum málinum. Fyrr
ella seinni verða danskir
myndugleikar tikin við í til
gongdina. Tað verður neyð
ugt at spyrja tríggjar partar,
um tú ætlar at broyta for
treytirnir fyri ríkisfelags
skapin.
»Tað er júst tað, sum er
spennandi – at fáa danskar
myndugleikar við í kjakið.
Danir hava áhuga fyri ríkis
felagsskapinum, hóast teir
ikki vita serliga nógv um Før
oyar. Spyr føroyingar, um teir
kenna eina bygd í Jútlandi.
Teir vita alt. Eg sakni, at danir
hava størri vitan og vísa
størri áhuga fyri Føroyum.
Eg royni at provokera fyri at
fáa danskar politikarar fram
við sínum meiningum. Eg
vil fegin vita, hvat tit halda
um Føroyar. Eg vil vita, um
danskir politikarar vilja hava
ríkisfelagsskapin, har piparið
grør, ella um teir vil hava ein
dagførdan ríkisfelagsskap. Eg
vil, at danir hava eina sterka
meining um tað. Har ligg
ur eitt lítið land í Norðurat
landshavinum. Gamaní við
bara 48.000 fólkum. Men vit
hava eitt stórt øki við risa
tilfeingi í havinum, eins og
Grønland. Danir burdu havt
áhuga fyri at styrkja sam
bandið við okkum í hesum
felagsskapinum, so vit kunnu
standa
saman
um
hetta
frálíka tilfeingið, vit hava í
Norðuratlantshavinum«.
Føroyar í Evropa
Er málið at verða ein suvere
nur statur?
»Tað er torført at siga, tí
eg veit ikki, hvør støðan er
í Danmark um 20 ár. Hvar
er Danmark um 20 ár – er
Danmark
ein
suverenur
statur um 20 ár, ella er Dan
mark eitt land, sum er partur
av einari felags evropeiskari
grundlóg – tað eru nógvir
trupulleikar, sum fevna um
okkum, tá vit standa uttan
fyri ES. Tá Danmark letur
fullveldið frá sær í Brússel,
tá verður tað torført… bíða
nú, hvat við okkum, um Dan
mark flytir sína sak niður til
Brússel?«
Hvønn
hugburð
hava
føroyingar mótvegis Evropa?
Snýr tað seg enn fremst av
øllum um fiskin – ella eru
aðr-ir tvørligir spurningar?
»Søguliga ræddust føroy
ingar tað sama sum íslend
ingar í 1972. Tá ímyndaðu vit
okkum, at trolarar úr Portu
gal og Spania komu higar og
tóku okkara fiskastovnar
burtur. Eg taki undir við, at
vit førka okkum nærri Ev
ropa. Vit hava eina meira
pragmatiska tilgongd«.
Støðan nú, har Danmark
er vavt upp í altjóða krøv, er
tað ein lætti fyri ríkisfelags
skapin?
»Ja, tí Føroyar hava nú
eisini møguleikan at flyta
seg nærri Evropa. Eisini,
tá umræður tey fýra sjálv
ræðini, somuleiðis heima
marknaðin. Vit hava tørv
á einum heimamarknað, tí
Føroyar eru mest tað altjóða
landið í heiminum. Vit út
flyta 96 prosent av fiski, og
vit innflyta 99 prosent av
vørum. Vit eru fullkomiliga
bundin av umheiminum. Tað
er eingin ivi um tað. Tað eru
vit bara«.
Føroyar í ST
Ein av viðbreknu spurning
unum er framvegis, hvussu
langt Føroyar – og Grøn
land – kunnu traðka fram
sum sjálvstøðug tjóð í al
tjóða høpi. Tað hevur verið
kjakast um hetta í fleiri ár
í Norðurlandaráðnum, har
spurningurin eisini viðfevnir
onnur sjálvstýrisøki sum
Áland.
»Eitt
annað
dømi
er
Norðurlandaráðið. Vit kunnu
vera við har, men vit kunnu
ikki vera limaland. Tað skilji
eg als ikki. Vit royna, men
fáa at vita, at tað kunnu
vit ikki. Har eru bara fimm
lond, og Føroyar kunnu ikki
vera við. So spyrja vit, hví
kunnu Føroyar ikki vera við?
Hví kunnu vit ikki vera við
í norðurlendskum saman
hangi? Hví kunnu vit ikki
fáa møguleikan at atkvøða,
um tað er. At vera viðfarin
sum týdningarleysur lim
ur, tað skilji eg ikki. Norð
urlandaráðið
hevði
verið
munandi sterkari við fleiri
mentanum – føroyskari og
grønlendskari mentan. Ser
liga, nú ES gloypir øllum,
og vit hava ein trupulleika,
hvørjum beini vit skulu
standa á í norðurlendskum
samanhangi«, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen.
Tá koma vit aftur til
spurningin um fullveldi. Sam
starvið er ein avtala millum
suverenar statir. Tú sleppur
ikki undan at viðmerkja hen
da spurningin?
»Tað hava vit eisini í
Norðurlandaráðnum. Helsing
forsavtalan kann væl víðkast
til sjálvstýrislondini – so
økist familjan úr fimm upp í
átta limir. Tað hevði verið ein
munandi meira spennandi
barnaflokkur.«
Tosar tú ikki rundan um
spurningin um fullveldi…?
Ímyndar tú tær, at Føroyar
fáa limaskap í ST?
»Ja, tað geri eg.«
Sum eitt fullveldisland?
»Hvat land hevur fullveldi
um 20 ár? Tað vil eg vita.
Hvussu sær Evropa út, og
hvussu sær Danmark út,
um Danmark verður full
komiliga smoygt inn í ES
við
ongum
fyrivarni
og
felags grundlóg? Eg ímyndi
mær eitt Evropa við felags
grundlóg. Tað verða nakrir
baksláttir fyrstu tíðina, bú
skaparlig afturgongd, men
tað steðgar ikki rørslunum í
Evropa. Eg ímyndi mær ikki
fullveldislond í Evropa um
20 ár.«
Uni Holm Johannesen týddi
Blá
bók
Kaj Leo Holm Johannesen
Føroya Løgmaður føddur 28. august í 1964
Útbúgvin skipsførari av Føroya Sjómansskúla og hevur
millum annað arbeitt sum stýrimaður, bilsølumaður og
sum sølustjóri á flakavirki.
Kaj Leo Johannesen gjørdist limur í Sambandsflokkinum
í 1988. Frá 1996 til 2000 var hann býráðslimur í
Tórshavnar kommunu. Hevur verið løgtingsmaður síðani
2002. Formaður í Sambandsflokkinum frá 2004 og síðani
24. september í 2009 hevur Kaj Leo Johannesen verið
løgmaður, ovasti politiski leiðari í sjálvstýrinum í Føroyum.
Research: Politikens Bibliotek
Bo Lidegaard
Blaðstjóri á Politiken, føddur 23. januar í 1958 í Nuuk, har
pápi hansara var prestur. Hann er søgufrøðingur, dr. phil.
Bo Lidegaard hevur verið skrivstovustjóri og sendimaður
í Forsætismálaráðnum og varav 26. apríl í 2001
útnevndur til ábyrgdarblaðstjóra á Politiken eftir at Tøger
Seidenfaden doyði.
Bo Lidegaard er sonur Mads Lidegaard og Else
Lidegaard, sum er journalistur og rithøvundur – hon hevur
skrivað nógv um William Heinesen og Jørgen-Frantz
Jacobsen, eitt nú bókina við brævaskifti teirra, sum kom út
í fjør. Hann er beiggi Martin Lidegaard, sum er klima- og
orkumálaráðharri fyri Radikala Vinstraflokkin í Danmark.
Studentur í 1976 á Gentofte Statsskole. cand.phil í
søgu frá Københavns Universitet í 1984. Í 1997 bleiv hann
dr. phil upp á ein disputats um Henrik Kauffmann.
Umframt arbeiði sum høvdundur hevur hann eisini
starvast í Uttanríkisráðnum.
Bo Lidegaard hevur – við uppvøkstri sínum í Grønlandi
– stóran áhuga í Ríkisfelagsskapinum millum Føroyar,
Grønland og Danmark, sum hann heldur hevur alt ov lítlan
áhuga og fær alt ov lítla umrøðu í Danmark.
Ríkisfelagsskapurin á breddan
Í samstarvi við Politiken prenta vit hesa samrøðu, sum Bo Lidegaard, ábyrgarblaðstjóri á
Politiken, hevur gjørt við løgmann. Eisini prenta vit søguliga lýsing av ríkisfelagsskapinum
(á síðu 22-23), sum Thorkild Kjærsgaard, lektor, dr.phil, hevur skrivað fyri politikken.
Talan er um greinarøð í Politiken um ríkisfelagsskapin. Næsta mánadag prenta
vit samrøðu við Kupiik Kleist, landsstýrisformann í Grønlandi, og annan mánadag
samrøðu við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra í Danmark. Greinarøðin endar
um fýra vikur við samrøðu við tey trý í sambandi við ríkisfundin í Nuuk í Grønlandi.