mánadagur 13. august 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólk stak væl nø
Regatta Regattasigling var av Eiði til Hósvíkar fríggjakvøldið, og fyrireikararnir eru stak væl nøgdir
við tiltakið, sum tey halda eydnaðist til fulnar. Úr Hósvík fóru nógvir bátar leygardagin út til Nólsoyar at
halda ovastevnu. Bæði í Hósvík fríggjakvøldið og í Nólsoy leygarkvøldið var stevnuveðrið av tí besta
Vilmund Jacobsen
Sarita G. Joensen, forkvinna
í Hósvíkar Róðrarfelag, er
sera væl nøgd við undirtøku
na, sum regatta’in av Eiði til
Hósvíkar fekk hesaferð.
Árini, tá undirtøkan hevur
verið størst, hevur talið av
tilmeldaðum bátum táttað í
100, og soleiðis var eisini
hesaferð. Hon sigur, at neyva
talið í ár var 92, og tað eru tey
í Hósvíkar Róðrarfelag stak
væl nøgd við.
Sjálv var Sarita saman við
mongum øðrum umborð á
bátinum, Stovuni, tá siglt
varð av Eiði til Hósvíkar.
Stovan, sum er heima
hoyrandi í Hósvík, er træ
bygdur bátur, og her eru altíð
nógv fólk umborð, tá regatta
er. Hesaferð vóru eini 30 fólk
við bátinum.
– Øll vórðu biðin um at
hava egnan bjargingarvest
við sær á túrinum, sigur
Gunnbjørn Joensen, sum er
ein av eigarunum.
Nakrir kappróðrarbátar
luttóku eisini á langa teini
num suður eftir. Her vóru
nøkur áttamannafør, okkurt
einstakt fimm-og seksmanna
far – og eitt tíggjumannafar.
Nýggi teinæringurin Royð
ur við 20 fólkum til róðurs
var eisini við í stóra og
hábærsliga bátafylginum.
Besta veður
Tað var eitt frískligt lot av
útnyrðingi, tá bátarnir loystu
á Eiði seint seinnapartin
fríggjadagin og stevndu suð
ur í Sundalagið við kós móti
Hósvík. Hetta var ein lýggjur
og turrur dagur, og tá báta
fylgið hevði siglt eitt lítið bil
suður yvir, var mest sum
stilli og allar besta veður.
Í fráboðanini hjá Hósvíkar
Róðrarfelag, sum eitt nú
segði, hvussu siglast skuldi,
og hvørjum lurtast skuldi
eftir á leiðini, varð dentur
lagdur á, at boð skuldu akt
ast. Tríggir bátar við Lív á
odda høvdu leiðsluna, tá siglt
varð suður eftir.
Streymurin var harður, og
tí skuldi ansast væl eftir, tá
siglt varð undir brúnni við
Streymin.
Teinæringurin við 20 fólkum til róðurs og nakrir kappróðrarbátar
luttóku eisini í regatta’ini av Eiði til Hósvíkar fríggjakvøldið
Mynd: Hans Dávid Dam
Í onkrum báti høvdu tey bæði harmoniku og guitar, og lagið var gott. Her líka sum løgdu tey ”botnin” fyri kvøldinum, sum stundaði til
Myndir: Hans Dávid Dam