mánadagur 13. august 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
gd við regatta
Alt gekk væl, og tá báta
fylgið sigldi í tronganum
undir brúnni millum klokkan
18.30 og 19 hetta kvøldið, var
mest sum í streymloysi.
Eingin svangur
Hósvíkar Róðrarfelag hevði
syrgt fyri, at góður matur
var í Bygdarhúsinum í Hós
vík, sum felgið Varðin eigur.
Tá stóra bátafylgið var komið
trygt til bryggju undir skip
aðum umstøðum, fóru fólk at
fáa sær ábit.
Seinni um kvøldið, og áðr
enn dansurin við Bridge
byrjaði í Bygdarhúsinum,
hugnaðu fólk sær í bátu
num.
Í onkrum báti høvdu tey
harmonikur og guitarar, og
her sótu fólk og sungu,
meðan tey líka sum løgdu
”botnin” undir tað, sum stund
aði til.
Í bátaumhvørvinum er
tað soleiðis, at summi velja
burtur av at vera í bátinum
og í umhvørvinum fram við
bryggjuni, meðan onnur fara
niðan í bygdina til dansin.
Hósvíkingar duga væl at
skipa fyri, fólk eru fryntlig,
og blíðskapurin er stórur.
Út á ovastevnu
Í práti við bátafólk, bæði undir
sigling av Eiði til Hósvíkar og
seinni um kvøldið í Hósvík,
skiltist, at nógv høvdu í
hyggju at leita sær út til
Nólsoyar á ovastevnu dagin
eftir.
Tá leygardagurin kom og
farið var um middagin, loystu
nógvir bátar aftur í Hósvík
og sett kós út til Nólsoyar.
Hósvíkingur, sum Sosia
lurin tosaði við í Nólsoy leyg
arkvøldið, metti, at størri
helmingurin av bátunum,
sum vóru við í regattasigl
ingini í Sundalagnum fríggja
kvøldið, hildu leiðina fram út
til Nólsoyar leygardagin.
... hósvíkingar duga
væl at skipa fyri, fólk eru
fryntlig, og blíðskapurin
er stórur...
Hugni er umborð á bátum, nú siglingin er
av, og bátarnir liggja tryggir í Hósvík
Mynd: Hans Dávid Dam