Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Friðarligt á regatta og ovastevnu Løgreglan sigur, at tey høvdu ongar nevniverdar trupulleikar av fólki, hvørki í Hósvík fríggjakvøldið, ei heldur í Nólsoy leygarkvøldið. – Samarittarnir gera eitt megnar arbeiði, sum tey eiga stóra tøkk fyri, sigur løgreglan, sum eisini hevði fólk í Nólsoy leygarkvøldið og sunnunáttina Vilmund Jacobsen Bæði í Hósvík og Nólsoy hava rættiliga nógv fólk verið í vikuskiftinum. Fríggjakvøldið var stór regattasigling av Eiði, sum endaði í Hósvík, har dansur var til langt út á leygarnáttina – og í Nólsoy var ovastevnan í hæddini leygarkvøldið og sunnunáttina, har nøkur túsund fólk hildu stevnu. Løgreglufólk vóru til arb­ eiðis í Nólsoy leygarkvøldið og sunnunáttina, men sam­ bært vakthavandi á løgreglu­ støðini í Havn, høvdu tey ongar nevniverdar trupul­ leik­ar, hvørki í Hósvík, ei heldur í Nólsoy. – Hóast nógv fólk var í Hósvík og í Nólsoy, hava vit einki beinleiðis mál við til­ knýti til hesi bæði kvøldini, og vit halda, at fólk sum heild skikkaðu sær ógvuliga væl. Fantastiskt arbeiði Vakthavandi leggur aftrat, at samarittarnir hjá Reyða Krossi, sum bæði vóru við í Hósvík og í Nólsoy, gera eitt stórt og tryggjandi arbeiði, sum tey eiga stórt rós fyri. – Hesi fólk eru við sínari útgerð til hjálpar, um okkurt er áfatt, og vit vita, at tey høvdu nakað at gera, tá onk­ ur small um – ella hevði tru­ pulleikar av øðrum slag. Vakthavandi endurtekur, at samarittarnir gera eitt fan­ tastiskt og tryggjandi arbeiði, tá slíkar stevnu eru. – At síggja samarittarnir halda eyguni við, hvussu alt gongur, skapar heilt avgjørt ein tryggleika, sigur vakthav­ andi. Friðarligt annars Vakthavandi sigur, at farna vikuskifti annars var av teim­um friðarligu. – Vit hava havt okkurt harðskapsmál, onkur ferðslu­ óhapp hava verið, og onkur hevur koyrt við kenning, men hesar hendingar hava einki við regatta, ei heldur ovastevnu, at gera, sigur løg­ reglan. – At síggja samarittarnir halda eyguni við, hvussu alt gongur, skapar heilt avgjørt ein tryggleika, sigur løgreglan ... samarittarnir gera eitt fantastiskt og tryggjandi arbeiði...