Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 55 - 19. mars 2004 Nr. 55 - 19. mars 2004 3 – Parkinsonfelagið skip- ar nú fyri gongutúrum. Hetta sigur nevndin í felagnum. Fyrsti túrurin var farna leygardag. Hó- ast veðrið ikki var av tí besta, tarnar hetta als ikki parkinsonfelagnum. Ætlanin er at fara nakrar gongutúrar í Havn og kanska seinni túrar uttan fyri Havnina. Eins og fyri øll onnur er tað serliga gott hjá teimum, sum hava park- insonsjúkuna at strekkja sær vøddarnar og fyri- byrgja, at teir ikki gerast ov stirvnir. – Ein av dagligu upp- gávunum hjá parkinson- sjúklingum er at røra seg, og tá ein kann fara saman við øðrum og samstundis fáa eitt hugnaligt – og sum henda dagin – eisini sera skemtiligt prát, ja, so er ikki at halda seg aftur, siugr felagið. Parkinsonfelagið vón- ar, at hetta tiltak fer at festa røtur og fáa undirtøku. Í døgunum 21.- 27. mars fer bólkurin Enekk á eina konsertferð í Før- oyum, Finnlandi, Álandi og Danmark. Nýggja fløgan hjá Enekk, »Meðan vit nærkast jørðini«, kom út fyri stuttum, og tað verða m. a. sangir og løg av hesari fløguni, ið verða at hoyra á konsertunum. Spælt verður eisini tilfar av hinum trimum fløgu- num og tilfar, ið ikki er tikið upp ella útgivið. Við í hópinum vera Kári Sverrisson, sang og kassagittar, Óli Olsen, klaver, Agnar Lamhau- ge, kontrabass, Rógvi á Rógvu, trummur og á- sláttur, og Heðin Z. Davidsen, el-gittar. Konsertirnar vera: Sunnukvøldið 21. mars, kl. 20 í Mentanarhúsi- num í Fuglafirði Mánakvøldið 22. mars, kl. 19.30 í Norðurlanda- húsinum (saman við Af- enginn) Mikukvøldið 24. mars Savoy Theater, Helsink- i/Finnlandi Hóskvøldið 25. mars Marieparken, Marie- hamn/Álandi Leygarkvøldið 27. mars, kl. 20 Bryggen, Keypmanna- havn/Danmark. Týskvøldið 23. mars kl. 19.30 heldur Jóan Pauli Joensen fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni um brúdleypssiðir í Før- oyum. Jóan Pauli Joensen er dr. phil og professari á Søgu- og Samfelags- deildini á Fróðskapar- setrinum. Stutt fyri jól í fjør kom út bók hjá Jóan Paula Joensen »I ærlige brudefolk«, sum er ein siðsøgulig lýsing av brúdleypi í Føroyum frá umleið 1500 til 2002. Í bókini verður greitt frá giftarmáli og brúdleypi og teirri siðvenju, ið hevur verið knýtt at hes- um, og hvussu siðirnir eru broyttir. Í fyrilestri sínum fer Jóan Pauli Joensen at greiða frá bókini og teimum siðum, ið verða settir í samband við brúdleyp í Føroyum. Høvi verður hjá á- hoyrarunum at seta spurningar. Eftir fyri- lesturin bjóðar bóka- – í Fríðrikskirkjuni, Vesturkirkjuni og Fuglafjarðar Kirkju um vikuskiftið KONSERT Tíðindaskriv Nú um vikuskiftið verða forkunnugar konsertir við solospæli bæði upp á orgul og flygil í Fríðrikskirkjuni á Toftum, í Vesturkirkjuni í Havn og í Fuglafjarðar Kirkju. Tað eru teir báðir sviin Mikael Holmlund og norð- maðurin Stephen Sirris, sum fara at skiftast um at spæla. Mikael Holmlund er pia- nistur, byrjaði at spæla klaver í 7-ára aldri, fekk seinni eisini undirvísing bæði í orgul- og fagottspæli og hevur virkað sum organ- istur í heimbýnum Umeå. 17 ára gamal byrjaði hann tónleikalesnað á Norges Musikhøgskole í Oslo, haðan hann tók diplom- prógv við Jens Harald Brat- lie og tí heimskenda Einar Steen-Nøkleberg sum lær- arum, og seinni fekk hann framhaldandi útbúgving á tónlistháskúlanum í Hann- over. Umframt at hava vunnið klaverkappingar bæði í Noreg, Danmark og Svør- íki - nú herfyri vann hann í beinharðari kapping final- una í Berwaldhallen í Stockholm - hevur Mikael Holmlund havt solokon- sertir í Berlin, Brüssel, Salzburg og St. Petersburg. Hann býr nú í Oslo, har hann umframt sítt kamar- musikalska virksemi og solospæl, eitt nú saman við Bergens Filharmoniske Or- kester og Kungliga Filhar- moniska Orkestern í Stock- holm, eisini er organistur í svensku Margaretakyrkan og inn ímillum er virkarur fyri fagottspælara(!) í Oslo Symfoniorkester. Stephen Sirris er norð- maður, føddur í 1977, og hevur kirkjumusikalska út- búgving sum kantor frá Norges Musikhøgskole í Oslo. Hann hevur eisini havt lesnaðaruppihald við Universität der Künste í Berlin. Millum sínar lærarar nevnir Stephen Sirris Jon Lauvik og Leo van Doesel- aar í solistiskum orgulspæli og Inger-Lise Ulsrud og Wolfgang Seifen í orgulim- provisatión. Síðan januar 2001 hevur Stephen verið kantor við tað prýðiligu Østerås Kirke í Oslo. Umframt eisini sítt kór- arbeiði við størri framførsl- um í egnari kirkju fevnir hansara konsertvirksemi um stóran part av Noregs landi. Umframt sína tónleika- ligu útbúgving er Stephen Sirris eisini prestlærdur og hevur lisið hugmyndafrøði og námsføði við lærda há- skúlan í Oslo. Konsertirnar hjá Mikael Holmlund og Stephen Sirr- is her á teirra Føroya-vitjan nú um vikuskiftið verða friggjakvøldið kl. 20.00 í Fríðrikskirkjuni á Toftum leygardagin kl. 16.00 í Vesturkirkjuni í Havn og sunnukvøldið kl. 20.00 í Fuglafjarðar Kirkju. Gongutúrur við Parkinsonfelagnum Fyrilestur á Klaksvíkar bókasavninum Tað er serliga gott hjá teimum, ið hava parkinsonsjúku at røra seg. Tí er Parkinsonfelagið farið at skipa fyri regluligum gongutúrum Bileftirlitið fer nú at senda løgregluna at taka nummarplátur- nar av 419 bilum, sum ikki hava goldið vegskatt rættstundis VEGSKATTUR Eirikur Lindenskov Tvær ferðir um árið fellur vegskatturin, ið so at siga øll akfør í landinum skulu rinda til tess at hava loyvi at koyra á føroysku vegunum. Men tvær ferðir um árið kemur eisini tíðindaskrivið frá Bileftirlitinum, har gjørt verður vart við, at alt ov nógv fólk »gloyma« at rinda vegskattin til tíðina, og tískil verður løgregan send eftir nummarspjøldrunum. Dagurin í gjár var ein av hesumdøgum. Bileftirlitið læt politistøðunum kring landið 419 mál um veg- skattaeftirstøður fyri fyrra hálvárið í ár. – Kann bileigarin ikki vísa fram kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, verða nummarspjøldrini tikin av bilinum, verður sagt av Bileftirlitinum. 419 bilar missa pláturnar Enekk á konsertferð Forkunnugar solistkonsertir 419 bilaeigarar eru í vanda fyri at missa nummarpláturnar. Men verður vegskatturin goldin ein av næstu døgunum, so slepst undan… Mynd: Álvur Haraldsen AÐALFUNDUR Tíðindaskriv Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 13. mars. Á skránni var m. a. nevndarval. Fyri vali til nevndina stóðu Zacharias Zacharias- sen og Jóan Petur Paturs- son, ið ikki tók við aftur- vali. Nývaldir í nevndina vóru Páll Hansen og Petur Eg- holm. Sum tiltakslimir vóru valdir Zacharias Zacharias- sen og Jørgin Mørkøre. Nevndin í Maskinmeist- arafelagnum er nú soleiðis skipað: Jógvan Nybo, Viðareiði er formaður Páll Hansen, Tórshavn er næstformaður Regin Olsen, Klaksvík, Petur Egholm, Tórshavn og Marner Olsen, Vestmanna eru nevndarlimir. Maskinmeistarar aðalfund Jógvan Nybo er formaður í Maskinmeistarafelagnum Landssýrið er farið undir arbeiðið at gera eitt uppskot til eina nýggja samtykt um ein føroyskan verju- politikk VERJUPOLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyar skulu nú hava eina nýggja løgtingssamtykt á hernaðarøkinum. Tað sigur Jóannes Eides- gaard, løgmaður. Sostatt skulu tær gomlu og illa umstríddu hernaðar- samtyktirnar setast úr gildi og ein nýggj setast í staðin. Ætlanin er komin so mikið áleiðis, at landsstýrið er farið undir arbeiðið at gera eitt uppskot til eina nýggja hernaðarsamtykt. Hetta kunnaði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, danska uttanríkisráðharran, Per Stig Møller, um, tá ið teir hittust mikumorgunin. Størri ávirkan og innlit Løgmaður vil ikki viðgera málið í smálutum, tí tað er tað komið ov stutt til. Men hann sigur, at aðal- tátturin í uppskotinum er, at føroyingar skulu hava fáa størri ávirkan á og fáa størri innlit í tær verjupolitisku avgerðirnar, sum verða tiknar, og sum viðvíkja Føroyum. Hann sigur at ætlanin er at leggja uppskotið fram, áðrenn tingestan endar á Ólavsøku. Hetta var Per Stig Møller sinnaður at virka fyri. – Hann sigur, at lands- stýrið hevur eisini í fleiri ár arbeitt fyri at fáa eitt orða- skifti um føroyskan verju- politikk. Men nú er lands- stýrið farið eitt stig víðari, og hevur sett gongd á arbeiðið at orða eina nýggja hernaðarsamtykt. Og tað sum landsstýrið ætlar, er at hava eitt aðalorðaskiftið longu í vár og at hetta orða- skiftið skal enda við eini nýggjari løgtingssamtykt um hernaðarmálið. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at undanfarna samgong- an hevði eisini ætlað at havt eitt trygdarpolitiskt orða- skifti. Men semja var ikki um, hvat hetta orðaskiftið skuldi enda við. Taka støðuna til eftirtektar Løgmaður sigur, at heim- urin er nógv broyttur síðani hernaðarsamtyktirnar vórðu gjørdar. – Kalda kríggið er endað og múrurin er fallin og nú verður enntá tosa um eitt NATO- samstarv við Russ- land. – Og spurningurin er, hvørja áskoðan vit skulu hava á tað nýggju støðuna. – Tað ábendingar nú eru um, at møguleiki er fyri, er at fáa eina breiða semju í tinginum um, at vit viður- kenna okkum tann veru- leika, vit liva undir og at vit brynja okkum til tíðina, sum kemur. Hann sigur, at eini nýggj- ari samtykt eiga fyrst og fremst at taka støðuna til eftirtektar. Og um vit vilja tað ella eið, hava vit verið partur av vesturlendsku verjuskip- anini síðani í 1948- hóast vit ikki eru so nógv eftir- spurdir. Samstundis er tað alt sum bendir á, at NATO londini hava áhuga í, at vit fram- haldandi verða partur í hesi samgonguni, so tað vildi verið natúrligt, at vit taka tað til eftirtektar, soleiðis sum støðan er. – Hinvegin er mótpolurin hjá NATO ikki til longur og nú verður enntá tosað um NATO- samstarv við Russland. – Harafturat er blokkpoli- tikkurin ímillum eystur- og vestur farin í søguna. Tað, sum nú er meiri átrokandi, er stríðið ímóti altjóða yvirgangi, sigur løgmaður. Svartabók og reyða- bók eru grundarlagið Løgmaður sigur, at vit hava viðhvørt verið í teirri støðu, at vit hava ikki kunnað viðgjørt ávís mál, tí tað hevur verið í stríð við gomlu hernaðarsamtyktina og tað er ikki serliga hepp- ið. Løgmaður vísir á, at vit hava tvær frágreiðingar um Føroyar í kalda krígnum og við teimum báðum sum grundarlag ber til at kjakast um Føroya støðu í kalda krígnum. – Tað, ið gongur sum ein tráður ígjøgnum hesar báðu frágreiðingarnar, er, at Før- oyskir myndugleikar í alt ov lítlan mun hava fingið innlit í og hava kunnað ávirka verjupolitiskar av- gerðir, viðvíkjandi Føroy- um. Uppskotið um at niður- leggja støðina á Sornfelli og ætlanin at byggja út á Eiði, eru tvey dømi. Løgmaður sigur, at í eini nýggjari løgtingsamtykt, skal tað gerast greitt, hvussu føroyingar sjálvir vilja hava, at viðurskiftini skulu vera. Og samstundis skal hon staðfesta, at vit vilja hava avirkan á og innlit í tey viðurskifti, sum viðvíkja okkum. Føroyar skulu hava nýggja samtykt um verju- politikkin Per Stig Møller, danskur uttanríkisráðharri, hevur onki ímóti, at føroyingar gera eina nýggja hernaðarsamtykt, sum er í samsvari við tíðina, vit liva í C M Y K 3 2 Tórshavn 317010 Miðvágur 332000 Klaksvík 404500 Sandur 361000 Tvøroyri 371000 Saltangará 404400 +298 303030 www.tele.fo Tilboðini eru galdandi so leingi vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum. NOKIA 3410 ella NOKIA 1100 949,- team85 885,- SAMSUNG A800 Lítil og snøgg fra Samsung Tveir skíggjar, Bólka SMS og goymir upp í 200 sms-boð 1495,- SONYERICSSON T230 Litskíggja, Polyfoniskar ringitónar, WAP, e-post og møguleika at heinta spøl av netinum 1350,- KONFIRMATIÓNSGÁVAN Ókeypis teletíðarpakki er við í tilboðunum