fríggjadagur 19. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 55 - 19. mars 2004
Nr. 55 - 19. mars 2004
5
Sands Kommuna keypti køtt í sekki
Uttan at tryggja sær,
at ætlanin varð veru-
leiki, keypti Sands
Kommuna eini sethús
á Sandi fyri knappliga
hálvaðru millión at
brúka til almenna
umsiting, sum lands-
stýrismaðurin við al-
mannamálum segði
teimum, at hann ætl-
aði at flyta til Sands
HÚSAKEYP
Edvard Joensen
Sands Kommuna hevur for-
keypt seg, tá eini hús vórðu
keypt til væntaðar inntøkur,
sum táverandi landsstýris-
maðurin við almannamál-
um hevði boðað borgar-
stjóranum frá, skuldu flyta
til Sands, sigur borgar-
stjórin, sum var, tá húsini
vórðu keypt. Núverandi
borgarstjórin, sum tá var
landsstýrismaður, heldur
ikki, at húsini nýtast at
standa tóm, hóast eingin
deild hjá Almannastovuni
flytir til Sands beint nú.
Seinasta heyst keypti
Sands Kommuna eini stór
sethús á Sandi. Húsini
skuldu brúkast til ymiskar
tænastur hjá kommununi so
sum kommunuskrivstovu,
kunningarstovu, bókasavn
og annað. Umframt var so
ætlanin, at helvtin skuldi
leigast út til at hýsa eini
økisdeild hjá almannastov-
uni, har eini fýra - seks fólk
skuldu arbeiða.
Hendan ætlanin var kom-
in í lag, eftir at borgarstjór-
in á Sandi og landsstýris-
maðurin við almannamál-
um høvdu tosað saman.
Jóan Petur í Soylu, táver-
andi borgatrstjóri á Sandi,
váttar at húsini lutvíst vórðu
keypt upp á væntaða inn-
tøku, eftir at Páll á Reyna-
túgvu, táveradi landsstýris-
maður við almannamálum,
hevði sagt honum frá, at
landsstýrismaðurin arbeiddi
við at flyta ein part av um-
sitingini
hjá
Almanna-
stovuni til Sands.
Jóan Petur í Soylu við-
gongur í dag, at kommunan
helst hevur keypt eini ov
dýr og ov stór hús uttan at
tryggja sær ta neyðugu inn-
tøkuna, sum skal gjalda
húsini afur.
Húsini kostaðu 1,4 milli-
ón krónur. Tey eru í tveim-
um hæddum upp á umleið
200 fermetrar hvør. Sum er
stendur umleið helvtin av
húsunum tóm, og bygdar-
ráðið má nú leita eftir onkr-
um, sum er áhugaður at
sleppa inn, sigur hann.
Sands Kommuna hevur
goldið húsini, sigur Jóan
Petur í Soylu. Hóast komm-
unan eigur nakað av pen-
ingi innistandandi, er tað
greitt, at tað tyngir komm-
ununa fíggjarliga. Sands
Kommuna hevur í ár eina
góða millión í halli á fíggj-
arætlanini. Og útlitini eru
ikki ov bjørt, sigur hann.
Bæði fólkatal og inntøka
eru minkandi í løtuni.
Ókent mál
Í Almannað- og Heilsu-
málaráðnum kenna tey als
einki til at talan skal vera
um at flyta nakra deild hjá
Almannastovuni til Sands.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður, sigur, at hon-
um kunnugt er eingin slík
ætlan. Eingin liggur á hans-
ara borði, og eftir at hava
kannað málið hjá embætis-
monnunum, sigur hann, at
har er eingin, sum veit um
slíka ætlan yvirhøvur.
– Eg kann so siga, at í
løtuni er einki, sum verður
gjørt her í húsinum, sum
bendir á nakra slíka ætlan,
sigur landsstýrismaðuri við
almanna- og heilsumálum.
Stjórin á almannastovuni,
Petra J. Joensen, sigur, at
tankin um at stovna eina
økisdeild hjá Almannastov-
uni á Sandi, hevur verið
havdur á lofti, men at einki
ítøkiligt
hevur
verið
frammi kortini.
– Tað er soleiðis, sigur
hon, at nýggi bygnaðurin
hjá Almannastovuni leggur
upp til, at økisdeildir kunnu
setast á stovn kring landið.
Og Sandoyggin og Vágar
hava so verið nevndar í hes-
um sambandi, tí har hevur
Almannastovan onga deild,
sum er.
Søkt varð á fíggjarlógini
fyri 2002 um at fáa fígging
til deild í Vágum, men tað
varð ikki til nakað.
Um ætlanina um deild á
Sandi, sigur hon, at málið
hevur verið vent saman við
táverandi landsstýrismann-
inum og táverandi aðal-
stjóranum í Almannamála-
ráðnum. Aðalstjórin er síð-
an farin í annað starv, eins
og landsstýrismaðurin eis-
ini er farin úr starvi.
Almannastjórin leggur
dent á, at als einki ítøkiligt
var í teirri ætlanini, sum
nevnd varð.
Møguleikin var har
Sambært nýggja bygnaðin
hjá
almannastovuni
er
møguligt hjá stovninum at
lata upp nýggjar økisdeild-
ir, um hann hevur politisk-
an uppbakning, sigur Páll á
Reynatúgvu, fyrrverandi
landsstýrismaður við al-
mannamálum.
Í hesum føinum tók
landsstýrismaðurin undir
við ætlanini, sigur hann.
Hann sigur, at hann ætl-
aði at fáa tvær nýggjar
økisdeildir hjá Almanna-
stovuni. Eina í Vágum og
eina á Sandi. Men tann ætl-
anin, hann arbeiddi við,
datt niðurfyri, tá valið varð
útskrivað, og hann sjálvur
frákoyrdur, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Hann leggur dent á, at tað
hevði ikki verið nakar
meirkostnaður
fyri Al-
mannastovuna, at fingið
hesar deildirnar afturat. Tí í
miðstaðarøkinum
hevði
kortini verið neyðugt at
gjørt nýggjan leigusáttmála
hjá stovninum, og fólkini
høvdu verið tey somu. So
tað hevði gingið upp.
Páll á Reynatúgvu er nú
aftur borgarstjóri á Sandi
og skal tískil fáa avsett hús-
ini, Sands Kommuna hevur
keypt.
Hann metir ikki, at tað fer
at verða nakar trupulleiki at
fáa leigað tann partin av hús-
unum, sum Sands Komm-
una sjálv ikki nýtir, út.
– Tað eru fleiri, sum hava
víst áhuga fyri at sleppa
inn, sigur hann. So húsini
skulu nokk verða nýtt,
hóast Almannastovan ikki
flytir suður. Men tann
møguleikin var har, tá hús-
ini vórðu keypt, sigur hann.
Sandavágs Ítróttarfel-
ag skipar leygar-
kvøldið fyri hugna-
løtu við fyrilestri,
felagssangi, sang-
framførslu , skemti og
burturluting
HUNGALØTA
SÍF húsið verður karmur
um hugnaløtu leygarkvøld-
ið klokkan.
Tá verður bæði fyrilestur,
sangur, skemt av ymsum
slagi og felagssangur á
skránni, eins og kaffi við
teimum viðgitnu lagkøkun-
um i Sandavági eisini
verður at fáa.
Jógvan
Fríðriksson,
prestur, fer at hava innlegg
um lívsvirði, siga fyrireik-
ararnir. Sangframførsluni
fer bólkurin »Bjørn Ingars«
at standa fyri. Men tey, sum
koma til tiltakið, sleppa
eisini at nýta røddina, tí
felagssangur verður, sum
vanligt plagar at vera til slík
tiltøk i SÍF húsinum.
Okkurt skemtiligt undir-
hald skal eisini vera við,
siga tey, sum stíla fyri.
Burturlutað
verður
eitt
lamb, sum fæst í heyst.
Tiltakið byrjar leygar-
kvøldið klokkan 19.30, og
atgongumerkið kostar 50,-
krónur.
ej
Sands Kommuna hevur
keypt eini sethús á Sandi fyri
knappa hálvaðru millión
krónur upp á væntaða inn-
tøku frá Almannastovuni.
Borgarstjórin, sum var, tá
húsini vórðu keypt, viðgong-
ur, at tað helst var eitt
mistak ikki at tryggja sær
inntøkuna fyrst, tí keypið
tyngir nú kommununa
fíggjarliga
Hugnaløta í Sandavági
Danski uttanríkisráð-
harrin váttar, at
stjórnin er sinnað at
stuðla føroyingum í
royndunum at fáa
størri ávirkan á okk-
ara egnu uttanríkis-
viðurskifti
RÍKISRÆTTARLIGA
STØÐAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Danska stjórnin fer at
stuðla føroyingum so langt
tað ber til í royndunum at
lata okkum fáa størri
ábyrgd av, og størri ávirkan
á okkara egnu uttanríkis-
viðurskifti.
Tað váttaði danski uttan-
ríkisráðharrin, Per Stig
Møller, fyri Jóannesi Eides-
gaard, Løgmanni, á óform-
ligum fundi teirra millum
mikumorgunin.
Fyrsta uttanlandsferðin
hjá Jóannesi Eidesgaard,
eftir at hann varð valdur til
Løgmann, gekk til Keyp-
mannahavnar
at
hitta
danska forsætisráðharran.
Og nú Løgmaður kortini
var í Danmark, nýttti
danski uttanríkisráðharrin
høvið til at bjóða honum
inn á gólvið.
Teir báðir kennast væl,
frá tíðini, Jóannes Eides-
gaard varð fólkatingsmað-
ur. Tá høvdu hann og Per
Stig Møller skrivstovu at
kalla hurð um hurð á Krist-
iansborg og har hittust teir
ofta og komu at kennast
rættiliga væl.
– Talan var ikki um ein
formligan fund við Per Stig
Møller. Talan var um eina
kurteisisvitjan, sum tað
eitur á nýføroyskum polit-
iskum máli og talan var
sostatt heldur ikki um nakra
fasta dagsskrá, sigur Løg-
maður, nú hann er aftur-
komin.
Hann sigur, at sostatt
nýtti hann høvi til at práta
við uttanríkisráðharran um
leyst og fast tann tíman,
hann var inni hjá ráðharran-
um.
– Eg greiddi honum fyrst
frá fundinum við Anders
Fogh Rasmussen. Serliga
greiddi eg honum fær tí, vit
høvdu tosað um at lata Før-
oyum og Grønlandi størri
ávirkan á tey uttanríkisligu
viðurskiftini, sum viðvíkja
hesum báðum pørtunum í
ríkinum.
Løgmaður sigur, at hann
fekk tilsøgn frá Per Stig
Møller um, at so langt sum
tað yvirhøvur ber til, fer
danska stjórnin at stuðla
føroyska ynskinum um
størri ávirkan á egin uttan-
ríkisviðurskifti.
Men markið liggur við
donsku grundlógina, tí
hana vilja danir ikki koma í
stríð. Men í øllum málum
var hann sinnaður til at gera
sítt til, at finna skilagóðar
loysnir.
Eitt nú merkir tað, at vit
kunnu ikki fáa heimild til at
gera sáttmálar við onnur
lond, tí har skal tað vera
ríkið, sum ger slíkar sátt-
málar. Eitt dømi um tað er,
tá ið sáttmálin varð gjørdur
við bretar um markið
ímillum bæði londini.
– Hóast tað vóru føroy-
ingar, sum gjørdu alt tað
fyrireikandi
arbeiði
og
samráddust, var tað kortini
ríkið, sum ábyrgdaðist.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at í uttanríkispolitikki
gongur rákið tann vegin, at
heimildirnar verða fluttar
frá teimum ymsu stjórnun-
um og lagdar yvir í altjóða
felagsskapir av ymsum
slagi.
– Tí er tað avgjørt neyð-
ugt, at vit føroyingar fáa
beinleiðis høvi til at ávirka
tær uttanríkispolitisku av-
gerðir, sum verða tiknar og
sum hava týdning fyri Før-
oyar.
Løgmaður vísir eisini á,
at í ymsum altjóða fiski-
vinnufelagskapum, sum vit
eru í, eru vit umboðaðir
saman við grønlendingum.
– Tað er ikki serliga
heppið, tí tað er ikki altíð,
at føroyingar og grønlend-
ingar hava samanfellandi
sjónarmið um ymisk mál. Í
hesum sambandi kundu
føroyingar avgjørt hugsa
sær at fingið eina meiri
óhefta umboðan.
Stuðla føroyingum
so langt sum til ber
Jóannes Eidesgaard og Per Stig Møller í Keypmannahavn
mikudagin. Danski uttanríkisráðharrin lovar at stuðla
føroyingum so langt, sum tilber
C
M
Y
K
5
4