fríggjadagur 19. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 55 - 19. mars 2004
Nr. 55 - 19. mars 2004
7
Í 1970’unum var
Malmö norður-
lendskur høvuðs-
staður innan stál og
skipasmíð, ídag er
býurin ein multi-
kulturellur smelti-
ketil landfastur við
Keypannahavn
OYRASUND
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Síðani brúgvin um Oyra-
sund gjørdist veruleiki, er
Svøríki, serliga Malmö,
komið nógv nærri Keyp-
mannahavn. Við hesum í
huga er tað ikki so løgið, at
føroyingar í Keypmanna-
havn hesa seinastu tíðina
meira og meira eru farnir at
leita sær bústað svensku
megin.
Tann 265.000 íbúgvar
stóri Malmö, triðstørsti
býur í Svøríki, var einaferð
í tíðini kendur um allan
heimin fyri stálskipasmiðj-
una hjá Kockums. har
supertankarar vórðu sveis-
aðir saman. Tann tíðin
náddi
sítt
hápunkt
í
1970’unum. og tað var ikki
ókent tá millum føroyingar
at leita sær arbeiði har.
Síðani er gingið spakuliga
men stútt aftur á bakka við
stálinum og serliga skipa-
smíðinum í takt við. at
eysturlond hava tikið yvir
tann marknaðin.
Umráðið kring skipa-
smiðjuna hjá Kockum er
ídag ikki til at kenna aftur;
tað einasta sum eftir er har
av Kockums er hátøkni-
frøðilig
kavbáta
fram-
leiðsla; stálídnaðurin er
trokaður burtur av ITC
(Information and Com-
munication Technology).
Sama umráði er somu-
leiðis gjørt til ein útbúgv-
ingarligan miðdepil og í
forleingilsi hartil, eitt bú-
staðarøki hjá teimum væl-
bjargaðu. Hendan gjørdist
alment sjónlig av álvara í
2001 tá skipað varð fyri
einari stórari bústaðar-
messu. Tað var tí tí ikki sørt
symbolskt at umleið har
sum Kockums kranin stóð,
hesin krani sum í sínari tíð
var heimsins størsti og sum
øll hesi árini hevur verið
eitt eyðkenni fyri Malmö,
varð farið undir at byggja
eitt torn, Turning Turso, til
luxíbúðir.
Meðan Kockums kranin
varð avskipaður fyri umleið
tveimum árum síðani til
heimsins størstu skipa-
smiðju,
suðurkoreansku
Hyundai, varð bygt víðari
upp á Turning Turso. Tað er
nú komið væl áleiðis við
byggingini av hesum dýra
bústaðarhúsi sum kanska
verður eitt nýtt høvuðs
eyðkenni fyri Malmö.
Liðugt bygt kemur tað 54
hæddir høga Turning Turso
sambært byggiharrans met-
ingar at kosta umleið eina
milliard í donskum krón-
um, eitt sindur meira enn
eitt heilt ár av samlaðum
íløgum hjá Malmö í skúlar,
gøtur og parkir. Byggi-
harrin fyri Turning Turso,
íbúðarfelagið HSB Malmö,
hevur teknað eina trygging
upp á smáar 200 milliónir
krónur
í
trygdargrunni
felagsins sum skal dekka
kostnaðin fyri einar 50-60
óseldar íbúðir yvir sjey ár;
eitt alternativ er eisini at
leiga út hesar eigaraíbúðir
tey fyrstu árini fyri at verja
seg ímóti ov møguligum
tapi; íbúðirnar í torninum
verða tilsamans 152.
Worst case scenario í
útrokningunum hjá HSB er
at felagið sleppur ikki av
við meira enn helvtina av
íbúðunum. Men sambært
Sydsvenska Dagbladet er
stjórin í HSB Malmö,
Johnny Örbäck, ikki so
svartskygdur, og tankin um
at ikki fleiri enn tær núver-
andi sjey íbúðar sáttmál-
arnir fáast í lag tykist ikki
nerva hann.
– Um so verður mugu
bara lækka prísirnar, helt
hann fyri. Tað var júst hetta
sum rakti byggifelagið
NCC
á
íbúðarmessuni
Bo01. Tey dýrastu húsini
har standa framvegis tóm.
Örbäck upplýsir at 15
prosent av tí nærmasta
áhugabólkinum
sum
í
løtuni kunnu væntast at
skriva undir íbúðar sátt-
mála, eru altjóða viðskifta-
fólk ið hava teknað seg via
internetið; hesi eru úr
millum USA, Brasil, Týsk-
landi og Danmark.
Men Malmö er eisini ein
alt meira multietniskur og
multikulturellur býur. Har
búgva fólk úr heimsins
heraðshornum; og sambært
almenn hagtøk eru 24
prosent
av
íbúgvunum
føddir uttanlands.
Tað nýggja tornið
í Malmö
Turning Turso er komið upp á 36 hæddir nú og 18 hæddir eru eftir at byggja.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Bókadeild
Føroya
Lærara-
felags hev-
ur givið út
fantasy-
skaldsøg-
una Norð-
lýsi eftir
Philip Pull-
man.
Hjalmar P.
Petersen
týddi úr
enskum
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Alt broytist tann dagin,
tá ið Lyra sníkir seg inn
í harrastovuna á Oxford
universitetinum. Fjald
aftan fyri lenistólin sær
hon rektaran hella eitur
í vínið hjá Asriel lordi,
pápabeiggja
sínum.
Lyra trýr valla sínum
egnu eygum. Hví ætlar
rektarin at drepa pápa-
beiggjan? Man tað hava
nakað samband við
loyndarfullu
ferðir
hansara til Arktis?
Tó er tað rektarin,
sum gevur Lyru gyltu
kumpassina, men hví
má hon einki siga fyri
vøkru og hugtakandi
frú Coulter? Og hvørjir
eru teir ræðuligu gloyp-
ararnir, ið stjala børn í
Oxford? At kunna svara
hesum
spurningum,
noyðist Lyra at fara
somu leið sum pápa-
beiggin, á kanningar-
ferð til Lapplands og
Svalbarð, har pansara-
bjarnirnar ráða.
Norðlýsi er fantasy-
skaldsøga til størri børn
og ung, men kann av-
gjørt eisini verða lisin
av vaksnum. Hon er
fyrsta av trimum bók-
um, sum Pullman hevur
skrivað undir felags-
heitinum: Myrkursins
frumevni.
Bøkurnar hava fingið
framúr góða móttøku
um allan heim og sum
vera man nógvar virðis-
lønir. Hetta eru spenn-
andi fantasy-søgur í
besta Tolkien og Potter
stíli.
Yvirnatúrligur
máttur, góðir hjálparar
og lívshættisligir fígg-
indar seta ferð á søgu-
gongdina og gera, at tú
verður ógvuliga spentur
at fáa fatur í næsta
parti: Tann tvíeggjaði
knívurin, sum kemur í
heyst.
Norðlýsi er 398 síður,
heft við klaffum og
kostar kr. 180.
LØNARSÁTTMÁLI
Tíðindaskriv
Fíggjarmálaráðið hevur
gjørt semju við Føroya
Musikklærarafelag um
nýggjan sáttmála.
Sáttmálin verður end-
urnýggjaður fyri tíðina
frá 1. oktober í 2003 til
1. oktober í 2005.
Nýggjar lønartalvur
eru gjørdar, og talvan
verður tann 1. oktober
2004 longd við einum
stigi. Karmurin um
semjuna er 9%.
Áseting er gjørd um
eftirsitiløn og onkur
smávegis broyting er
gjørd í sáttmálatekst-
inum.
Partarnir hava gjørt
avtalu um strategiska
og skipaða førleika-
menning.
Semjan verður løgd á
heimasíðuna hjá Lønar-
deildini í Fíggjarmála-
ráðnum, adressan er
www.lnd.fo
Semja um musikk-
skúlalæraralønir
Skaldsøgan Norð-
lýsi á føroyskum
- Tað skal vera lættari
at seta sær felags mál
og fylgja teimum upp,
sigur Mikkjal Helms-
dal, sjónvarpsstjóri,
um bygnaðarbroyt-
ingarnar í SvF. Talan
verður um umroker-
ingar av starvsfólk-
um, men ikki upp-
sagnir
SJÓNVARP
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Ymsu deildirnar í Sjón-
varpinum hava higartil ikki
dugað nóg væl at arbeiða
saman. Til tíðir hevur
yvirblikkið manglað, sam-
skipanin haltað, og reyði
tráðurin blivin nakað kám-
ur.
Tí er Mikkjal Helmsdal,
sjónvarpsstjóri, farin undir
stórar bygnaðarbroytingar á
sínum stovni.
– Endamálið er at skapa
ein greiðan bygnað við ein-
um greiðum ábyrgdarbýtið,
sigur Mikkjal Helmsdal.
Ítøkiliga merkir hetta, at
tíðindadeildin, mentanar-
deildin, samsiftisdeildin og
fremleiðsludeildin verða
niðurlagdar.
Og tí hava leiðararnir á
hesum deildum fingið at
vita, at tey eru søgd úr
størvi, tí starv teirra verður
niðurlagt.
– Men talan verður ikki
um at koyra fólk til hús. Í
fyrstu syftu gerast tey van-
lig programfólk, og hava so
sjálvsagt møguleikan at
søkja
leiðarastørvini
í
nýggja bygnaðinum, sigur
Mikkjal Helmsdal.
Greiðan málsetning
Frá 1. oktober í ár skal
Sjónvarpið
skipast
við
tveimum nýggjum deild-
um, eini program-fram-
leiðsludeild og eini skrá-
deild.
Fyrrnevnda verður skip-
að við fleiri redaktiónum
við hvør sínari arbeiðsupp-
gávu. Tað veri seg tíðindi,
mentan osv. Redaktiónirnar
verða væntandi 3-4 í tali,
men ein grundtanki við
broytingunum er, at talið av
redaktiónum og uppgáv-
urnar skal variera.
– Vit mugu gera okkum
greitt, at SvF er so lítil
stovnur, at vit megna ikki at
røkja allar okkara public-
service skyldur í senn. Tí
mugu vit prioritera og finna
eina rotatiónsskipan, vísir
Mikkjal Helmsdal á.
Hann leggur afturat, at á
hvørjum ári skulu greiðir
málsetningar setast fyri
komandi árið.
Høvuðsuppgávan
hjá
hini nýggju deildini í SvF,
skrádeildini,
verður
at
leggja ein felags strategi
fyri stovnin, at eftirmeta ar-
beiðið og ikki minst fylgja
tí upp, umframt at taka sær
av førleikamenning.
Sjónvarpsstjórin vísir á,
at við hesum broytingum
verður lættari at seta sær
felags mál fyri stovnin.
Reyði tráðurin í arbeiðinum
gerst sjónligari.
Samskipan
Mikkjal Helmsdal metir
avgjørt, at neyðugt er við
bygnaðarbroytingum
í
Sjónvarpinum. Hann vísir
á, at bygnaðurin hevur ikki
verið serliga greiður, og
talan hevur verið um sjálv-
støðugar deildir, har deild-
arleiðarar eitt nú hava havt
ábyrgdina av fíggjarliga
partinum. Tankin var, at
avgerðin skuldi takast so
nær teimum, ið hon fevndi
um.
– Vansin er, at yvirlitið og
samskipanin
ikki
altíð
hevur verið nóg góð. Og
tann, ið situr omanfyri, veit
ikki altíð, hvar SvF flýtur.
Tí metir Mikkjal Helms-
dal eisini, at bygnaðurin
hevur havt sín lut í fíggjar-
ligu trupulleikunum, ið
Sjónvarp Føroya tíðum er
komið sær út í.
Við nýggja bygnaðinum
skulu redaktørar, saman við
framleiðara, einans taka
sær av at framleiða send-
ingar, meðan yvirskipaða
tilrættaleggingin av arbeið-
inum á deildini, umframt
fíggjar- og ressoursustýr-
ing, skulu liggja hjá leiðar-
anum á programmfram-
leiðsludeildini.
Síðan síðsta summar
hevur ein arbeiðsbólkur
arbeitt
við
bygnaðar-
broytingunum í SvF, í vetur
var ein "kritik-dagur", har
starvsfólkið kundi siga sína
hugsan, og við uppsøgnun-
um av deildarleiðarunum er
fyrsta formella stigið tikið.
– Í dag eru 57 ársverk í
Sjónvarpi Føroya, og talið
verður tað sama eftir bygn-
aðarbroytingarnar,
sigur
Mikkjal Helmsdal, ið hós-
dagin skuldi kunna starvs-
fólkini um broytingarnar.
Eitt smidligari
sjónvarp
Rætting
Í blaðnum týsdagin skriv-
aðu vit, at Kærunevndin
hjá Fjarskiftiseftirlitinum
hevur staðfest, at Føroya
Tele framdi krossstuðul
og harvið breyt konsessi-
ónina í samband við at
mánaðargjaldið á upp-
ringda internetsamband-
inum varð strikað.
Rættari er at siga, at
Kærunevndin
vísir
á
vandan fyri krossstuðli, tá
talan er um eitt øki, ið gav
undirskot. Men Kæru-
nevndin tekur ikki støðu
til eitt møguligt brot á
konsessiónina.
jbh
70.000 sms
um dagin
Fýra av fimm
føroyingum hava
fartelefon og sms-
boðini hava vind í
seglunum.
FARTELEFON
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
1. januar í ár vóru til-
samans 38.026 fartele-
fonir í Føroyum. Hetta
tal byggir á talið av
føstum haldi og talu-
tíðarhaldi hjá kapp-
ingarneytunum Føroya
Tele og Kall.
Tað skal sjálvandi
havast
í
huga,
at
summi kanska hava
meira enn eina far-
telefon, og at til dømis
útisetar hava eitt talu-
tíðarhald
liggjandi
heima á klettunum.
Men talið vísir so, at í
prinsippinum
hava
fýra av fimm føroying-
um fartelefon.
Í síni ársfrágreiðing
staðfestir Fjarskiftis-
eftirlitið, at árið í fjør
var merkt av, at Kall
kom á marknaðin við
fartelefoni í desember
2002.
Og Kall hevur vunn-
ið
fittan
part
av
marknaðinum, síðan
fyritøkan fór at bjóða
seg fram á økinum.
Kall hevði 1. januar
2098 fastar haldarar og
5610 talutíðarhald í
umfar, og tað svarar til
ávíkavist 13 og 28 pro-
sent av marknaðinum.
Á nýggjárinum vóru
tilsamans 16.699 far-
telefonhald, tvs. har
brúkarin rindar eitt
mánaðargjald fyri far-
telefon, í Føroyum,
meðan talutíðarhaldini
vóru heili 20.088 í tali.
Harumframt
eru
1239 NMT-450 hald
framvegis skrásett í
Føroyum.
12,7 mió. sms
Tølini í ársfrágreiðing-
in hjá Fjarskiftiseftir-
litinum vísa, at føroy-
ingar eru rættuliga
raskir at senda sms-
boð. Seinna hálvár í
fjør vóru sendir 12,7
milliónir sms frá far-
telefonum í Føroyum.
Tað svarar til 70.000
sms um dagin. Og eitt
sindur avrundað ber til
at siga, at frá hvørjum
einasta
fartelefon-
nummari í Føroyum
verða send tvey sms
um dagin, hvønn dag.
Nær verður ein el-
veitingarlóg klár at
leggja fyri tingið, í
hvønn mun fer ein
tílík at loyva øðrum
fram at kervinum hjá
SEV, hvussu skal
framtíðar býtið mill-
um orkukeldurnar
vera og skulu áseting-
ar gerast um at gagn-
nýta avlopshita. Tað
vil John Johannesen,
tingmaður hava at
vita frá Bjarna Djur-
holm, landsstýris-
manni í orkumálum
FYRISPURNINGUR
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Løgtingsmaðurin John Jo-
hannesen
úr
Javnaðar-
flokkinum hevur sett ein
skrivligan fyrispurning til
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismann í orkumálum,
um framtíðar yvirskipaða
orkupolitikkin í Føroyum.
Tingmaðurin vísir á, at
samgongan hevur sett sær
fyri at yvirskipaði orku-
politikkurin skal vera ein
landspolitisk ábyrgd, og at
ein
elveitingarlóg
skal
orðast. Tí vil hann hava at
vita, nær ein slík verður
klár at leggja fyri løgtingið.
John Johannesen vil eis-
ini hava landsstýrismannin
í orkumálum at greiða frá, í
hvønn mun ein elveit-
ingarlóg fer at loyva øðrum
privatum veitarum inn á
elkervið. Eisini spyr ting-
maðurin, hvørjar umhvørv-
isligar
ásetingar
verða
gjørdar um býtið av orku-
framleiðsluni, tvs. hvussu
nógv skal framleiðast úr
diesel, úr vatni og úr
alternativari orku.
Til seinast spyr John
Johannesen, um ásetingar
verða gjørdar um í størstan
mun at gagnnýta avlops-
hitan frá elframleiðslu.
Føroyar dálka
Í viðmerkingum til skriv-
liga fyrispurningin vísir
John Johannesen á, at ein
vísindalig kanning, sum
Heilsufrøðiliga
Starvs-
stovan almannakunngjørdi
fyri hálvum triðja ári síðan
vísti, at Føroyar teljast mill-
um mest luftdálkandi lond í
heiminum, roknað uppá
hvønn íbúgva.
Tingmaðurin vísir á, at
SEV framleiðir framvegis
størsta partin av elorkuni
burtur úr dálkandi diesel-
olju og vatnorku, ið hevur
stór árin á lokala umhvørv-
ið. Bert ein lítil partur verð-
ur framleitt úr vindorku, og
einki úr øðrum, alternativ-
um orkukeldum. Og heldur
ikki verður stóra avlops-
orkan frá dieselverkunum
gagnnýtt.
At taka ábyrgd av um-
hvørvinum er at taka veru-
liga altjóða ábyrgd. Hesa
ábyrgdina eiga Føroyar
eisini at átaka sær, stað-
festir John Johannesen,
tingmaður, í skrivligum
fyrispurningi til Bjarna
Djurholm.
- Bygnaðurin í SvF skal broytast, so reyði tráðurin í øllum
arbeiði gerst sjónligari, sigur Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri
Føroyar mugu taka ábyrgd av umhvørvinum
John Johannesen, tingmaður
C
M
Y
K
7
6