Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 55 - 19. mars 2004 Nr. 55 - 19. mars 2004 9 - Nógvir trupulleikar eru við móttøkuskip- anunum á landi, og lóggávan áleggur ikki skipum at nýta hesar skipanir. Tó ásetir lóggávan, at tað er bannað at koyra burt- urkast í havið, og at havnirnar skulu hava móttøkuskipanir. Einki eftirlit hevur seinastu árini verið við móttøkuskipan- unum til hart og rakstrarburturkast, sigur Kitty May Ellef- sen, ið hevur kannað hesi viðurskifti UMHVØRVI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samband við verkætlanina hjá Kitty May Ellefsen um havumhvørvisverndartiltøk og burturkast frá skipum, hevur Gallup Føroyar gjørt kanningina, sum snýr seg um, hvørt føroysk skip fylgja lóggávuni, sum setir bann fyri tøming av burtur- kasti í havið. Kanningin umboðar 33% av øllum skipum og bátum yvir 12 brt., skrásett í Føroyum í 2003. Av hesum skipum eru 69% yvir 100 brt. Kanningin staðfestir, at 56% av skipunum beina alt hart burturkast í havið. – Men tá ið talan er um rakstrarburturkast, svara 82%, at burturkastið verður tikið við til lands. Í hesum førinum er mistur reiðskap- ur ikki íroknaður. Tá talan er um flótandi burturkast, siga 96% av skipunum, at spillolja verð- ur avreidd til móttøkuskip- anina á landi. Móttøkuskipanin haltar – Vert er í hesum sambandi at leggja til merkis, at 69% av skipunum halda, at mót- tøkuskipanin á landi ikki er nøktandi, sigur Kitty May. Verður kanningin av skipum samanborin við kanningina um nýtslu av móttøkuskipanun, har havnafútar meta um í hvønn mun skip nýta mót- tøkuskipaninar á landi, siga 37% av spurdu havnafútun- um, at minni enn 30% av skipunum avreiða hart og rakstrarburturkast. 40% av havnafútunum vita ikki, hvussu nógv skip nýta mót- tøkuskipanina. 12% av havnafútunum meta, at øll skip avreiða burturkastið til móttøkuskipanina á landi. – Eins og skipini, halda flestu havnafútar, at verandi móttøkuskipan ikki er nøktandi, sigur Kitty. Hon vísir á, at nógvir trupulleikar eru við mót- tøkuskipanunum, og lóg- gávan áleggur ikki skipun- um at nýta hesar skipanir. – Lóggávan ásetir tó, at tað er bannað at koyra burt- urkast í havið, og at havnir- nar skulu hava móttøku- skipanir. Einki eftirlit hevur seinastu árini verið við móttøkuskipanunum til hart og rakstrarburturkast.. Kitty sigur, at tá ið talan er um eftirlit við spillolju, skulu skip yvir 400 brt. føra oljujournal. Ábyrgdina av hesum hevur Skipaeftirlit- ið, men eftirlit verður ein- ans framt fjórða hvørt ár. Fyri smærru skipini er einki eftirlit. Yvirornaður leistur Í niðurstøðuni staðfestir hon, at nógv kann gerast fyri at bøta um móttøku- skipaninar í føroyskum havnum. Hon vísir á, at sonevndi "no special fee" leisturin kann setast í verk. – Ein yvirornaður leistur eigur at gerast soleiðis, at havnir og skip vita, hvussu hesi skulu fyrihalda seg til burturkastið. Lóggávan eigur at áleggja skipum at avreiða burturkastið til havnirnar. Hetta burturkast skal síðan skrásetast so- leiðis, at eftirlit kann hald- ast við, um skip fylgja regl- unum. Skipini eiga eisini at føra journalir yvir hart og rakstrarburturkast. IMO staðfestir, at tað hevur týdning fyri verju av havumhvørvinum, at regl- urnar á økinum verða hand- hevaðar. Kitty May sigur, at før- oyska lóggávan um hav- umhvørvisvernd fylgir teimum áleggingum og treytum, sum Marpol sátt- málin ásetir. Tó vantar ein grannskoðan av lóggávuni. – Nevnast kann, at lands- stýrið arbeiðir við einum lógaruppskoti um um- hvørvisvernd. Havum- hvørvismálini eru yvirtikin av Føroya Landsstýri, og í høvuðsheitum hevur yvir- tøkan av málsøkinum givið løgtingi og landsstýri lóg- gávu-og umsitingarvald á økinum. Eingin handhevan Hon sigur, at høvuðslógar- karmarnir í Føroyum eru til staðar, tá ið ræður um um- hvørvisvernd, men sam- stundis kann eisini stað- festast, at nógv burturkast frá føroyskum skipum verður tveitt í havið í stríð við havumhvørvisverndar- lógina. – Eingin verulig hand- hevjan fer fram av reglun- um, og móttøkuskipaninar á landi liva ikki upp til krøvini um móttøkuskipan- ir sambært Marpol-sáttmál- anum, sigur Kitty May Ell- efsen, at enda í niðurstøðu síni. Kitty May Ellefsen, ið hevur lagt fram eina verkætlan sum rit- gerð um havum- hvørvisvernd og dálk- ing frá fiskiskipum, staðfestir, at hóast høvuðslógarkarmar- nir í Føroyum eru til staðar, verður nógv burturkast tveitt í havið HAVUMHVØRVI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í innganginum til verkætlan sína, sigur Kitty May Ellef- sen, at menniskjaligu árin- ini á havumhvørvið eru vaksandi. Hetta er partvís orsakað av burturkasti frá skipum. Hon vísir á, at verjan av havumhvørvinum móti dálking av burturkasti frá skipum, er vanliga ásett við tjóðarlóggávu saman við altjóða og millumtjóða sátt- málum. Ein hin týdningar- mesti sáttmálin í altjóða høpi, er Marpol-sáttmálin, sum hevur til endamáls at steðga dálking av havinum, bæði av hørðum, flótandi og rakstrarburturkasti. – Sum høvuðsreglu skulu øll hesi sløg av burturkasti vera umborð á skipunum, til skipið kemur í havn, har burturkastið skal koyrast í land. Á landi er vanliga ein móttøkuskipan, ið tryggjar, at burturkastið verður fyri- beint á ein umhvørvisvinar- ligan hátt. Okkara ábyrgd Hon sigur, at í Føroyum er tað havumhvørvislógin frá 1999 saman við kunngerð- um, sum regulerar hetta øk- ið. Av tí, at lógin er donsk, hevur tað verið danski um- hvørvismálaráðharrin, ið hevur havt yvireftirlit við lógini. Men fyri sløkum ár- in síðan vórðu havum- hvørvismálini yvirtikin av Føroya landsstýri. Í hesum sambandi undirskrivaðu danski og føroyski um- hvørvismálaráðharrin eina avtalu um samstarv innan havumhvørvisøkið. – Í høvuðsheitum hevur yvirtøkan av málsøkinum givið løgtingi og landsstýri lóggávu-og umsitingarvald á økinum. Men tað verður innan karmarnar av altjóða rætti, at lóggáva og umsit- ingarvald skulu fremjast. Kitty May vísir á, at hav- umhvørvisvernd í altjóða sjógvi í stóran mun er reg- ulerað í altjóða sáttmálum. – Á føroyskum sjóum- veldi er lóggávuvaldið hjá Føroya løgtingi, og er ikki avmarkað av altjóða rætti. Hetta merkir, at strangari reglur kunnu setast í gildi innan føroysk sjóøki, um tað er ynskiligt, sigur hon. Burturkast í havið Kitty May staðfestir í verk- ætlanini, at høvuslógar- karmarnir í Føroyum eru til staðar, tá ið ræður um hav- umhvørvi. Kortini staðfest- ir tann parturin av verkætl- anini, ið snýr seg um burt- urkast frá skipum, at nógv verður tveitt í havið í stríð við havumhvørvislóggáv- una. Hetta er burturkast, sum átti at verið tikið við aftur til lands. Hon sigur, at talan serliga er um hart og rakstrar- burturkast. – Hart burturkast stavar frá vanligum provianti – Lógin eigur at áleggja skipum at føra burturkastið til lands Burturkast frá skipum í stríð við havumhvørvislógina mati, plastikk íløtum og øðrum, ið stendst av at halda eitt vanligt húsarhald umborð. Kitty vísir á, at eingin kanning er gjørd síðan 1996, sum prógvar í hvussu stóran mun føroysk skip tveita burturkast í havið. Endamálið Verkætlanarleiðarin sigur, at endamálið við arbeiðin- um, sum gjørt er, er at finna út av, hvussu vit í Føroyum kunnu liva upp til og lúka tær skyldur, ið Marpol- sáttmálin ásetir. – Fyri at náa hesum máli, er neyðugt fyrst at kanna, í hvønn mun føroysk skip fylgja lóggávuni, sum setir bann fyri tøming av burtur- kasti í havið. Eisini er neyðugt at lýsa, hvussu ein føroysk móttøkuskipan kundi verið sett saman, so- leiðis at hon lýkur altjóða krøv á økinum. Í verkætlanini lýsir hon eisini føroysku lóggávuna, eins og greitt verður frá al- tjóða og millumtjóða sátt- málum á økinum. Kitty May samanber eis- ini okkara lóggávu við lóg- gávuna í øðrum londum, og hon setir spurningin, um okkara lóggáva er nøkt- andi. Verkætlanin er greidd úr hondum sum ein ritgerð, sum kann verða avvarðandi myndugleikum at gagni, sigur Kitty May Ellefsen. Tekstur: Kanningin av burturkasti frá fiskiskipum staðfestir, at 56% av skipunum beina alt hart burturkast í havið. Hart burturkast stavar í fyrsta lagi frá provianti, sum nýttur verður umborð. Myndin er tilvildarlig. Nógvir trupulleikar eru við móttøkuskipanunum á landi. Hesar skipanir eru kravdar við lóg, men lóggávan áleggur ikki skipum at nýta móttøkuskipaninar. Tó ásetir lóggávan, at tað er bannað at koyra burturkast í havið Skip yvir 400 brt. skulu føra oljujournal um spillolju. Skipaeftirlitið hevur ábyrgd- ina av eftirlitinum, men eftirlit verður einans framt fjórða hvørt ár - og fyri tey smærru skipini er einki eftirlit Landsstýrið arbeiðir við lógaruppskoti um havumhvørvisvernd, sum skal fyribyrgja og avmarka dálking og onnur árin, serliga á havumhvørvið. Lógin skal eisini áseta reglur fyri tilbúgving móti dálking á havi, í fjøru og í havnum C M Y K 9 8