Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 55 - 19. mars 2004 Nr. 55 - 19. mars 2004 11 Nú um dagarnar var áhugaverd ráðstevna um støðuna hjá útoyggjunum. Niðurstøðan er greið: verður ikki okkurt ítøkiligt gjørt frá almennari síðu til tess at varðveita og menna útoyggjarnar, so verða tær skjótt søga. Neyvan nakar føroyingur ivast eina løtu í, at tað hevur alstóran týdning fyri okkum øll, fyri okkum sum tjóð og samfelag, at útoyggjarnar verða varðveittar sum búsetingarpláss. Og øll síggja vit heldur enn fegin, at okkurt skilagott verður gjørt til tess at røkka hesum máli. Spurningurin er bara: hvør skal gera hvat og hvussu skal tað gerast. Tað er vorðið til eitt herróp hjá øllum: at útoyggjarnar mugu ikki doyggja út. Og aftur og aftur verður so víst til politikararnar og tey stýrandi: tey hava ábyrgdina verður ikki okkurt gjørt fyri at venda gongdini. Rætt er at politikarar hava ábyrgdina av nógvum í hesum samfelag, men vit mugu heldur ikki detta í ta grøvina bara at gera teimum skyldina og ábyrgdina av øllum, ið ikki gongur, sum vit halda, at tað átti. Hetta má vera nakað, sum vit eru felags um, tey, sum búgva í útoyggj, lokalpolitikararnir og landspolitikararnir og vinnulívið, ja entá mentanarlívið. Onkur vil halda, at tað er tann beri romantikkur at skula til at varðveita alt, sum tað hevur verið, tá tað nú ikki eydnast at hava nøkur vinnuhjól gangandi og harvið at hava fólk búgvandi í útoyggj. Hesum eru vit ikki samd í, tó at tað er okkara áskoðan, at vit mugu eisini fyrihalda okkum realistiskt í hesum álvaramáli. Royndirnar hava jú víst, hvussu torført tað er at kunna liva upp til ynskini um at varðveita og menna útoyggj- arnar. Vit hava nú í mong ár havt sera góðar tíðir í Føroyum og vit hava havt eitt stýri, sum í orð og tal hevur gjørt nógv burtur úr hesum. Kortið er lítið ítøki- ligt hent. Nú hetta stýrið er farið frá og eitt nýtt hevur tikið við, verður so aftur tosað um, hví tað verður gjørt so lítið frá politiskari síðu. Nýggja stýrið hevur so tann trupulleika, sum tað undanfarna ikki hevði í sama mun: fíggjarliga orkan er sera nógv skerd. Tey, sum nú seta hesum landsstýrinum stór krøv í so máta, mugu eisini taka í egnan barm og spyrja: hví var ikki meira gjørt av teimum, sum settu útoyggjarnar á dagsskránna og sum høvdu nokk av pengum, ja so mikið, at ráðiligt var at skerja blokkin úr Danmark við nærum 400 mió. kr! Ein kann vera bakklókur og spyrja: hví brúkti man ikki heldur hesar mongu mió. til eitt slag av menningarhjálp til útoyggjarnar! Vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan, og hann er í dag tann, at peningaliga rásarúmið er ógvuliga avmarkað. Men kanska átti hetta landsstýrið kortini at lagt lunnar undir einum grunni, sum skal geva útoyggjunum menningarhjálp. Tað var so ein byrjan. Og so kunnu vit tjakast um, hvat henda hjálpin skal brúkast til. Og hví tekur ikki onkur stig til onkra verkætlan til vinnuliga førleikamenning.! Har liggja (olju) pengarnir "bara" og bíða. Lat okkum koma ráðaloysinum til lívs. DAGSINS MEINING Sosialurin Útoyggjar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jóhann Mortensen Havnarfólk hvukku við, tá Sosialurin síðsta hósdag avdúkaði, at Degns hús skulu flytast, og eini hús í fimm hæddum til skriv- stovur og annað skulu byggjast í staðin. Nógv vóru skelkað.: - Nei, hetta ber ikki til! - Hvat ólukkan hugsa teir fyri sær! - Eru teir blivnir skruppsjørir? Soleiðis ljóðaðu nakrar av fyrstu viðmerkingunum. Og tað er ikki so løgið, tí flestu havnarfólk - bæði tey við lítla h og tey við stóra H - eru góð við gomlu Havn- ina. Prátið seinastu vikuna hevur eisini víst, at tey nógvu vilja varðveita um- hvørvið við Vaglið - hjartað í Havnini. Men tey hava einki ímóti, at hesin blett- urin verður fríðkaður og gjørdur til eina býarlund. Í mangar mátar er Havnin væl fyri, um vit samanbera við aðrar býir, eitt nú Reykjavík, tí tað er eydnast rættiliga væl at varðveita teir gomlu býlingarnar í Havnini - hús, trø, urta- garðar, skot, gøtur og vegir. Hugsi serliga um býling- arnar úti á Reyni, á Húsa- brúgv, í Gongini, undir Ryggi, úti í Bø, men eisini býlingarnar í Rættará, við Tróndargøtu, Tórsgøtu og Tinghúsvegin. Júst gamlar myndir av Tinghúsvegnum vísa okk- um býarplanlegging fyri meira enn hundrað árum síðani. Hóast nakað nógv er farið, og sumt av tí nýggja er hepnast minni væl, er kortini nakað eftir. Og tað, sum er eftir oman ímóti Vaglinum, eigur at varð- veitast, halda tey nógvu. Mangir útlendingar mis- unna okkum hesar býling- ar, sum ikki eru deyðar forngripagoymslur, men ýðja av lívi, nátt sum dag, tí har búgva bæði eldri havn- arfólk og ungar barna- familjur, her eru handlar og kaféir. Hetta umhvørvið eiga vit at fjølga um. Men vit liva ikki av romantikki eina, ásannar borgarstjórin í Sosialinum. Tað hevur hann rætt í, men vit liva heldur ikki av einum skrivstovubygningi. Og er økið á Óðinshædd ikki ætlað skrivstovum og tílíkum? Harafturat er eitt langt lop frá romantisku húsunum við Tinghúsvegin ídag, til ein svartan bygn- ing í betongi og glasi - einum samtíðarbygningi, sum borgarstjórin sigur tað. Sjálvandi skal miðbýurin ikki standa í stað og gamalt má í støðum dvína fyri nýggjum. Men í hesum máli eru vit við hjartað í Havnini - miðdeplinum í Føroyum - sum bindur okk- um saman, á ólavsøku, á flaggdegnum, 1. mai, á grækarismessu, tá jólatræið verður tendrað og á øðrum høgtíðsløtum. Umhvørvið er hugnaligt og heimligt við Gamla bókhandli fyri sunnan, býráðs- og meinigheitshús- unum fyri vestan, spari- kassannum og tinghúsinum fyri norðan og Degns og Lützens húsum fyri eystan. Kanska kundi umhvørvið verið prýðiligari. Hevði býráðið ta áskoðanina, og var býráðið mannað við fleiri hugsjónarfólkum, kundi tað lagt hesa áskoð- anina til borgararnar at kjakast um. Vildi býráðið og havnar- fólk hava broytingar í býarkjarnuni, kundi býráð- ið eisini boðið til eina al- menna hugskotskapping um, hvussu miðbýurin skal síggja út í framtíðiini. Valdi Tórshavnar býráð eina slíka loysn, fingu vit eina miðvísa tilgongd, og fólk, leik og lærd, fingu høvi at gera vart við seg í orðum ella tekningum. Men sum so ofta í okkara góða býi - Tí deiligu Havn - ræður tilvildin. Byggigøl- urnar seinastu árini eru prógv um tað. Og í hesum føri kundi hjartað í Havnini verið neyðtikið, um ikki onkur býráðslimur fekk steðga málinum í Byggi- og býarskipanarnevndini, áðr- enn prinsipielt byggiloyvi varð givið. Eigarin, sum hevur sæð ein vinning í at keypa Degns hús og byggja ein trettan metrar høgan skriv- stovubygning undir liðini á Tinghúsvøllinum, hevur fullan rætt at søkja um byggiloyvi, tí byggisam- tyktin heimilar ymiskum húsum og virksemi. Byggi- og býarskipanar- nevndin hevur fullan rætt at ganga umsóknini á møti, men hon hevur óivað eisini rættin at siga nei, um tey fólkavaldu halda, at ein onnur bygging eigur at vera har á staðnum enn tann, sum ein tilvildarligur eigari hevur í kvittanum at byggja. Góðu tit í býráðnum. Vit hava givið tykkum heimild at stýra býnum í fýra ár, til seinri í ár. Tit eru okkara umboð - ikki okkara mót- støðufólk. Seinastu dagarnar hava hundraðtals fólk, kanska eini 2000, skrivað undir eitt mótmæli og eina áheitan. Áhugavert verður, un tit taka mótmælið til eftir- tektar! Góðu havnarfólk! Tess fleiri skriva undir, tess tyngri eigur tað at viga, tá støða skal takast til ætlaðu kollveltingina summar- máladag. Nei til háhús við Tinghúsvøllin – varðveitið og fríðkið umhvørvið í býarkjarnuni! Michael Feldballe ølentusiast, Gjógv Efter at de færøske bryg- gerier endnu engang har ansøgt Vinnumálastýrið om at få lov til at brygge øl stærkere end 5,8 vol. %, vil jeg gerne have lov til at give parterne et par bemærkninger til dette initiativ. For lidt over 5 år siden startede en gruppe en- gagerede danskere en forening kaldet Danske Ølentusiaster. Formålet med foreningen var at udbrede kendskabet til alle de andre øltyper der fandtes, men ikke på det tidspunkt var til at få andre steder end i speci- aleforretninger. Foren- ingen ville gerne gøre op med den danske ølkultur, som var præget af ganske få bryggerier, der produ- cerede mange forskellige øl, men altid af de sam- me typer som for eksem- pel: Pilsner, guldøl, port- er og stout. Foreningen gjorde det til et mål i sig selv at være uafhængig af bryggeriernes øko- nomiske interesser og dertil interessere sig for hvad der fandtes af nye tiltag på det danske mar- ked. Denne forening er i dag på over 8000 med- lemmer g dermed en meget stor forbruger- gruppe, som bryggeri- erne for længst er blevet inspireret af og påvirket af. Forud for foreningens tilblivelse fandtes der mange forskellige foren- ingen der på hver sin måde havde interesse for øl enten som forbruger eller amatørbrygger, men med foreningen Danske Ølentusiaster, har disse foreninger fået et fælles og engageret talerør. Det har medført at mange små bryggerier er startet forskellige steder i Dan- mark og flere af dem er blevet til erhversmæssige succeshistorier. Alle disse bryggerier har pro- duktionsmæssigt en størrelse der svarer til de færøske bryggerier, både hvad angår produktions- kapacitet og produkt- portefølje. Når nu Føroya Bjór og Restorff ønsker at få lov til at brygge stærkere øl til eksport, må det blandt andet være fordi de gerne vil være med i denne ølsucces i Danmark. Alle de nye bryggerier har enten stor lokal afsæt- ning eller for nogens vedkommende afsætning via de store fødevare- kæder. Det der har været med til at skabe denne øl- succes i Danmark har evnen til at skabe øl som var anderledes end dem man kunne få i forvejen. Det vil sige andre øltyper og variationer, så for- brugeren kunne få mulig- hed for at vælge andet end det de to store bryggerier kunne levere. Ny øltyper som Bock, hvedeøl, ale, india pale ale og chokolade stout er blot nogle af de mange variationer der i dag er at vælge i mellem for de danske forbrugere. At blive en del af denne udvikling, som har været markant på det danske marked, vil som udgangspunkt kræve to ting. Dels må det være nødvendigt at kunne brygge øl, hvor det er muligt at gøre alkohol- styrken højere end 5,8 vol. %. Det skyldes at øllets kvalitet ikke i sig selv er alkoholstyrken, men derimod den udvik- ling øllet gennemgår under produktion og ved lagring. Hvis denne naturlige udvikling i øllet skal begrænses eller stoppes fordi et maksi- malt indhold af alkohol er nået, ja så bliver resul- tatet en dårligere øl. Øl er et produkt som kræver indsigt, erfaring, evner og masser af arbejde. Det viser de hædersbevis- ninger de færøske bryggerier har fået, at man til fulde har her- oppe. Derfor må man have de bedste betingels- er på et udenlandsk mar- ked, herunder især det danske. Dertil kommer at bryggerierne nok skal udvide deres produkt- linier med noget specielt. Noget der kan bryde døren ned til et uden- lansk marked, og gøre navnet kendt på det marked man gerne vil ind på. Jeg vil med det samme fastslå, at jeg personligt er meget glad for de produkter begge bryggerier laver her på Færøerne og gerne anbe- faler et bredt udvalg når jeg får danske gæster hertil. Der er ikke noget i vejen på det punkt. Men skal det budskab ind på et fremmed marked, må man have noget der kan få øjnene op for for- brugerne. Og her er det ikke nødvendigvis en alkoholstærk øl der vil gøre sig gældende. Ølentusiasme på færøsk Ivan Eginsson Moskalenko Altjóða ítróttarskrivari Sambært landsstýrismann- inum í innlendismálum, verða umleið 700 umsóknir um uppihalds- og arbeiðs- loyvi avgreiddar í Føroyum um árið og eigur hetta talið at minkast munandi, nú verri tíðir standa fyri dur- um. Tað ber neyvan til at vera ósamdur við Jógvan við Keldu um tað, at yvir- flóð av útlendskari arbeiðs- megi kann í summum før- um elva til tess, at vanligir føroyingar ikki sleppa framat at vinna til sítt dag- liga breið. Spurningur er so, hvørjar útlendingar og hvørji øki talan er um. Nú hevur nógv verið tosað um fremmand ítróttarfólk og møguleikar teirra at vera verandi í land- inum. Ein eigur ikki at gloyma, at útlendsk ítrótt- arfólk yvirhøvur eru í Før- oyum av teirri einastu orsøk, at tey eru betri enn tey innføddu ítróttarfólkini, ið eitt ella annað felag annars hevði kunnað stillað við. Føroyingar hava - eftir øllum at døma - nakað at læra av útlendsku liðfeløg- um sínum. Høvdu útlend- ingar ikki verið í Føroyum til tað sama, vóru teir heilt einfalt ikki bodnir hendan vegin. Tað er áhugavert at stað- festa og samstundis lætt at skilja, hví landsstýrismenn Fólkafloksins, Jógvan við Keldu og Jógvan á Lakjuni, eru ósamdir hvør við annan um hetta málið. Tann seinni er jú ein gamal ítróttarmað- ur sjálvur og pápi at virk- num ítróttarfólkum. Hon- um dámar væl ítrótt, ið hann fylgir væl við - ikki bert tí, at hetta er blivið málsøki hansara í Lands- stýrinum. Tann fyrri gong- ur ivaleyst hægri uppí nøk- ur onnur ting, latið okkum nevna tónleik. At fólk hava ymisk privat ítriv og áhugamál, er sjálvandi einki galið í. Men skal hetta ávirka politiskar avgerðir? Tað kann væl vera, at landsstýrismaðurin í inn- lendismálum heldur tónleik vera týdningarmiklari fyri føroyska samfelagið enn ítrótt. Men eigur tað at merkja, at t.d. tónleika- lærarar skulu metast hægri í samfelagnum enn fót- bóltsvenjarar? At ítróttar- feløg - í mun til tónleik- araskúlar - ikki megna at gjalda starvsfólkum sínum fulla løn, er ein annar trupulleiki. Hann kemst av tí, at fyritreytir fyri fulltíð- aryrkisítrótti í Føroyum ikki eru góðar - her verður hugsað fyrst og fremst um lítla fólkagrundarlagið í landinum. Men tað eigur ikki at merkja, at møgu- leikar fyri einum nøkur- lunda høgum altjóða støði ikki eru til staðar í før- oyskum ítrótti. Og tey, ið fylgja við fótbólti, serliga í teimum smærri bygdum, kunnu øll vátta, at leikarar og venjarar uttanífrá hava verið til at hækka støðið - ikki bara í feløgunum sjálv- um, men eisini hjá teimum føroysku leikarunum, teir dagliga venja og leika saman við. Sjálvandi koma teir út- lendsku serlæknarnir, tón- leikalærararnir ella ítrótt- aríðkararnir við størri íkasti í føroyska samfelagið enn teir "økonomisku emi- grantarnir", ið fluttir eru hendan vegin í betri bú- skapartíðum - fyri tað mesta av vantandi føroysk- ari arbeiðsmegi á teimum arbeiðsplássum, har ongir serkunnleikar ella serfør- leikar krevjast, og sjálvt ikki kunnleiki til tað før- oyska ella tað enska málið. Tí mugu uppihalds- og arbeiðsloyvini hjá júst hes- um útlendingunum við- gerast av nýggjum og helst minkast, tá ið fleiri føroy- ingar aftur eru tøkir á arbeiðsmarknaðinum, og arbeiðsloysið veksur í land- inum. Um vit nýta eina eitt sindur kyniska terminologi at lýsa hetta møguliga átakið hjá landsstýrismann- inum í innlendismálum, er Jógvan við Keldu byrjaður at "rudda" í Føroyum frá tí skeiva endanum. Latið út- lendsk ítróttarfólk fáa frið, tað er brúk fyri teimum í Føroyum - ja, eisini í teim- um versnaðu búskapar- tíðum. Jón Ellendersen "Jógvan við Keldu, lands- stýrismaður við innlendis- málum, sigur, at arbeiðs- loysið í landinum veksur við rúkandi, og valið stend- ur ímillum at skapa flest møgulig arbeiðspláss til føroyingar ella at geva út- lendingum arbeiði í stað- in". (Dimma 17. mars) Tað er sum so einki ræð- andi við orðum landsstýris- mansins, vóru tey bert ein almenn útsögn, men í tí samanhangi, at tað snýr seg um, at vísa teimum útlend- ingum av landinum, sum vit fyri bert fáum mánaðum síðani móttóku við opnum örmum, tí vit tá hövdu brúk fyri teimum, so minnir tað ikki sört um spírandi ras- cismuna í Danmark í 80un- um. Júst somu orðini vórðu nýtt. "Útlendingar stjala ar- beiði frá dönum!" soleiðis byrjaði karrieran hjá m.a. Piu Kjersgaard, og soleiðis byrjaði tann, í dag so um- fatandi rascisman í Dan- mark, og soleiðis byrjaði hon í Svöriki og Noregi. Tað ljóðar so meinaleyst, men aftanfyri meinaleysu orðini liggur rascisma og fascisma og lúra. Og tí spyrji eg: Er Jógvan við Keldu rascistur? Eg sigi ikki, at hann er tað, men ljóðið av styvla- trampi hoyrist so ófrætta- kent í havsbrúnni. Tað er júst hetta, at so leingi vit hava brúk fyri út- lendingum, antin sum ar- beiðsmegi ella sum styrkur til föroyskan ítrótt, so eru teir vælkomnir. Men, men, men. Tá vit so ikki longur hava brúk fyri útlendingun- um, so verða teir vístir av landinum, tí teir stjæla frá föroyingum. Hesin boð- skaður er so gamal, at bæði Hitler og Mussolini brúktu hann, og tó so nýggjur, at hann framvegis er sterkasta argumenti í fremmanda- hatrinum í hinum norðan- londunum. Hvat er nú vorðið av tí so nógv umrödda föroyska blíðskapinum, ella eru vit meiri og meiri farin at hugsa sum Óli Breckmann og siga, alt fleiri og fleiri, at flóttarfólk eru drasl - at útlendingar, sum ikki hava "nóg gott rasublóð" eru drasl, og tískil kunnu vit fara við teimum sum okk- um hóvar, sum vit fara við drasli, burturkasti og drip- num frensum? "Skála Ítróttarfelag er komið í ta støðu, at skula gjalda tveimum serbarum og trimum rumenum løn fram til november mánað, hóast hesir helst ikki sleppa at spæla við á fyrstu- deildarliðnum hjá Skála í ár, men í staðin verða vístir av landinum. At gjalda hesa lønina og samstundis fara út og finna fimm aðrar spælarar í staðin er nakað sum Skála Ítróttarfelag als ikki megn- ar, og tí stendur felagið at skula snara lyklinum um ein av fyrstu døgunum". (Dimma 17. mars) At Jógvan við Keldu so samstundis avhövdar meg- inpartin av ítróttarfelögun- um í Föroyum, vísir bert enn meir, at tað eru aðrir áhugar enn vælvera föroy- inga sum liggja honum á sinni. Ítróttarfelögini eru nervin í föroyskum ung- dómslívi, og hava vit ikki longur ta eggjandi gula- rótina sum eitur, eina væl- virkandi 1. deild í fótbólti og hondbólti, so fer ein stórur partur av föroyska ungdómslívinum at leggj- ast út á göturnar til ampa fyri bæði tey ungu sjálvi og landið sum heild. Lögið at so fáar ræddir hoyrast, sum mótmæla, tá nærum ein fólkarörsla tók seg upp, tá skeinkiloyvið í Runavík varð noktað. VIÐMERKINGAR Verður øll útlendska arbeiðsmegin í Føroyum skorin yvir ein kamb? Er Jógvan við Keldu rascistur? C M Y K 11 10