fríggjadagur 19. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 55 - 19. mars 2004
Nr. 55 - 19. mars 2004
13
Ólavur Hátún
Sum greitt frá í fyrra
greinaparti blivu tað sjónar-
miðini hjá danska profess-
aranum N. M. Petersen,
sum stuðlað av íslending-
inum Jóni Sigurðsson og
norska søgu- og málfrøð-
inginum P. A. Munch
vunnu frama til eina rætt-
skriving, sum V. U. Hamm-
ershaimb kom til at bera
kannuna av - ein stavset-
ingarhugsjón, sum bæði
hann og vinmaður og ands-
felagi
hansara
Svend
Grundtvig í fyrstu atløgu
vildu venda sær ímóti, men
sum teir tó, sum frá leið,
lótu seg sannføra um og
gjørdust talsmenn fyri.
Enn var lítið til av skriv-
ligum føroyskum bókment-
um - at kalla bert savning-
artilfar, ið var sent í um-
hvørvi, har allir menn
høvdu kunnleika til forn-
norrønt, og har áhugin í
fyrsta lagi var vendur móti
einari farnari tíð. Heitini á
móttakarunum tala fyri seg:
"Samfund til udgivelse af
gammel nordisk litteratur",
"Antikvarisk Tidsskrift" og
"Annaler for nordisk Old-
kyndighed".
Um ætlan Hammers-
haimbs við teirri etymolog-
isku stavsetingini sigur
eisini málfrøðingurin Kaj
Larsen í grein í 61. bindi av
Varðanum í 1994, "at hon í
fyrsta lagi skuldi kunna
lesast av fremmandum, so-
leiðis at útlendskir gransk-
arar lættari kundu fáa at-
gongd til eitt áhugavert
fólkaminnisfrøðiligt tilfar".
Nakað skriftmál til tað
vanliga fólkið at samskifta
við hevur skilliga ikki ligið
frammaliga í huganum.
Hammershaimb
átti
mesta partin av tí, sum kom
á prent í seinnu helvt av 19.
øld, og tá hansara høvuðs-
verk "Færøsk Anthologi"
kom út í 1891, høvdu før-
oyingar fingið eina veru-
liga bók at lesa í. Men við í
hesari útgávu var eisini ein
annar maður, og tað var
Jakob Jakobsen (1864-
1918). Hann var málfrøð-
ingur burturav. Jákup hjá
Bókbindaranum, sum hann
varð kallaður í yngri árum,
hevði upprunaliga kosið
sær franskt og latín sum
lesnaðargreinir á universi-
tetinum. Men tað, at hann á
Garði (Regensen) kom at
búgva saman við íslend-
ingi, sum bæði lærdi hann
íslendskt mál og kveikti í
honum áhugan fyri tí
norrøna, og so tann til-
burður, at Hammershaimb í
1884 ein dagin kom inn á
Garð at biðja hann hjálpa
sær í sambandi við ætlaða
føroyska bókmentaútgávu,
gjørdi, at hann hálsaði um
og valdi at lesa norður-
landamál sum høvuðsgrein.
Fyri sítt vísindaliga arbeiði
við teim loyvdum, sum eftir
vóru av fornum norønum
máli í Hetlandi, vann Jákup
Jakobsen sær seinni dokt-
araheiti og altjóða viður-
kenning.
Men dr. Jacobsen var ikki
bara tann kønasti bæði í
føroyskum og í fornmálin-
um, soleiðis sum Chr.
Matras eisini lýsir hann,
men við fronskum máli
sum hjágrein og so væl fyri
í enskum, at hann bæði helt
fyrilestrar í Bretlandi og
skrivaði ritgerðir á enskum
máli, visti hann eisini meira
enn nakar føroyingur um
bæði franskt og enskt mál
og teirra stavseting.
Komin í arbeiði við
handritum hjá Hammers-
haimb gjørdist tað honum
greitt, at tann skriftmála-
búnin, sum føroyskt her
hevði fingið, hevði ov lítið
samsvar við føroyskt ger-
andismál og fór at vera alt
ov trupul hjá fólki at læra.
Illa er annað hugsandi, enn
at Jákup og Hammers-
haimb í teirra samarbeiði
mugu hava umrøtt henda
spurning um fonetiska,
ljóðrætta, ella etymolog-
iska,
upprunafrøðiliga,
stavseting. Men Hammers-
haimb var tá komin út móti
teim sjeyti, hevði í so mong
ár livað seg inn í tað skrift-
mál, sum honum á sinni var
fingið upp í hendur, og
ivaleyst hevur hann tí ikki
verið sinnaður at leggja á
annan bógv, aftur á ta rás,
sum var slóðað undan
honum, og sum hann innan
ávirkanina uttanífrá hevði
valt at fylgja.
Áhugavert er í hesum
samanhangi tað brotið, sum
Kaj Larsen endurgevur úr
ævisøguni hjá dr. phil. Otto
Jespersen (1860-1943), iva-
leyst fremsta danska ser-
frøðinginum í enskum máli
í sínari tíð, hvørs vísinda-
ligu rit fleiri vóru týdd til
fremmand mál, og hvørs
lærubøkur enn í mínari
barna- og ungdómstíð vóru
tær mest brúktu í skúlun-
um. Um Hammershaimb,
sum hann hevði lært at
kenna og havt eitt ávíst
samarbeiði við, skrivar
Jespersen, at hesin "...
havde skabt det færøske
skriftsprog, som i overens-
stemmelse med hans ung-
doms
synspunkter
var
stærkt arkaiserende med
tilnærmelse
til
(old)is-
landsk stavemåde. ... Jeg
mente det var rigtigere at
danne et færøsk skriftsprog
udelukkende efter sprogets
nuværende
form
uden
skelen til oldtid og Island.
Men han holdt på sit".
Dr. Jacobsen ella Jákup
doktari, sum hann eisini
verður nevndur, setti sær nú
fyri at laga til eitt annað,
eitt meira ljóðrætt, uppskot
til eina føroyska rættskriv-
ing, sum hann bar fram í
"Dimmalætting"
1889.
Fylgjandi dømi vísir hans-
ara fyrstu stavsetingarhug-
mynd:
Mikjenes hevur ættir
manna
sögn
vere
flotåiggj. Ain mävur y
Sörváje, sum javnlia róe
út,
raddist
idla
störkvälenar úte á häve, o
äv ty hann ikkje åtte
bävur
á
stiggja
tair
burtur vi, hæie hann til
tæss
tarvamikjo,
sum
hann kastaje y sjægvin, tá
y kvälir vóru när staddir
bátenun.
Henda nýggja stavseting
veik so nógv frá teirri
skriftarmynd, sum føroy-
ingar tá vóru farnir at venja
seg við, at hon mátti vekja
til mótstøðu. Orðadráttur
tók seg tí upp um hetta mál.
Tey allarflestu hildu upp á
"tað hammershaimbska";
men sum frá leið hildu tó
fleiri og fleiri, at tørvur var
á einari tillaging av viður-
kendu stavsetingini, og
endin á hesum drúgva tví-
drátti bleiv, at tað á ólav-
søkufundi í 1893 varð sam-
tykt í Føringafelag at seta
nevnd, har Hammershaimb
og Jákup Jakobsen - teirra
millum var vinalag alla
teirra samverutíð - skuldu
velja hvør sín lim, felagið
tveir og so hesir seks ein
aftrat. Henda 7-manna-
nevnd skuldi "...avgera,
hvussu skrivingarlagið skal
verða, ið felagið skal
brúka, og skal tað, ið henda
nevnd kemur á samt um,
verða bindandi firi fe-
lagið".
Nevndararbeiðið
gekk
striltið, eisini tí at Jákup
Jakobsen var ikki heima tá
í tvey ár. Men í oktober
1895 kundi Jákup leggja
fyri nevndina í Føringa-
felag tað uppskot, ið sjey-
mannanevndin var komin
ásamt um. Hetta uppskot
fekk heitið "Broyting".
Sostatt skuldi tá verið
komið á mál við hesari
telving um eina føroyska
rættskriving; men so var
ikki.
Høvdingurin í vaknandi
føroysku tjóðskaparrørsl-
uni tann hug- og vitbjarti,
men eisini bráðræsni og
ráðaríki Jóannes Patursson,
sum sjálvur hevði verið við
til at seta nevndina til at
avgera rættskrivingarspurn-
ingin, vildi kortini als ikki
góðtaka nevndarniðurstøð-
una. Innleiðandi í "Føringa-
tíðindi" 1. oktober 1896
sigur hann seg nú frá sum
blaðstjóri, meldar seg úr
Føringafelag, og í drúgvari
grein greiðir hann frá sínari
støðutakan.
Hetta stigið hjá Jóannesi
bónda harmaði allar fram-
takshugaðar føroyingar, og
um enn tað ikki er bein-
leiðis viðkomandi í hesum
sambandi havi eg, hugsandi
um, hvussu viðurskiftini tá,
sum frá leið, fóru at taka
seg upp í okkara samfelag,
hug til at endurgeva stubba
úr tí, sum Andras Sámals-
son skrivaði í eftirfylgjandi
Føringatíðindi: " At J. P. fór
úr Föringafelag, var alt
annað enn stuttligt. Felagið
misti har sín besta mann.
Hann var ein tann fremsti
at birta lív og fosturlands-
alsk í Föringar, og tað
kundi verið, at um hann var
burtur, so einki Föringa-
felag var til enn. Takk skulu
vit siga honum fyri alt,
hann hevur gjørt og viljað
gjørt fyri Förjar og För-
ingar, meðan hann var í
Föringafelag; tað, ið hann
hevur skrivað síðani hann
fór úr felagnum her í blað-
ið, kunnu vit tíverri ikki
takka honum fyri ".
Av tí at Jóannes bóndi í
sínari áðurnevndu grein
eisini vildi vera við, at
broytingin als ikki hevði
meirilutan í rættskrivingar-
nevndini aftan fyri seg, seta
teir fimm Anton Degn, B.
A. Samuelsen, Dione Isak-
sen, T. J. Petersen og
Andras Sámalson, ið allir
høvdu virkað fyri at fáa
eina loysn á rættskrivinga-
málinum, fram fyrispuring
til sjeymannanevndina í
Føringatíðindi 15. oktober
1896, um tað var so, sum
Jóannes skrivaði, "at tann
sjeymannanevndin, sum av
Føringafelag á ólavsøku
1893 varð kjósað til at av-
gera, "hvussu skrivingar-
lagið skuldi verða, ið fe-
lagið skuldi brúka", einki
dámar hettar uppskotið,
sum nevndin sendi Før-
ingafelag í fjør heyst..."
Í blaðnum 7. januar 1897
greiða teir sjey nevndarlim-
irnir V. U. Hammershaimb,
Jakob Jakobsen, J. Hamm-
ershaimb, J. C. Olsen, Chr.
Bærentsen, C. L. Johanne-
sen og Fr. Petersen frá
nevndararbeiðinum
og
vátta, at: "Vit hava adlir
sjey undirskrivað avgerð-
ina, og harí liggur sjálvsagt,
at vit adlir hava samtikt í, at
so skuldi vera, og hesum
vilja vit filgja, tá ið vit
skriva føriskt mál." Í fram-
haldi stendur: "Tað, sum vit
so adlir sameintust um, er
tað uppskotið, sum vit
sendu felaginum í fjør
heyst, og vit halda adlir, at
tann klædningur, sum málið
nú er ætlað at latast í -
skoyttur og broyttur - er
bæði góður og príðiligur.
Vit hava lagt góðan vilja í
verk okkara í tí hopi, at tað
skuldi gera góðan enda á
stríðinum, ið var, og at adl-
ir Føringar í framtíðini í
hesum luti vilja ganga sam-
an í einum flokki..." Síðan
fylgja nøkur rósandi og
inniliga áheitandi orð til
Jóannes bónda um "...attur
at taka við felagsarbeiðin-
um til frama firi tað gamla
Førjamál."
Bóndin kundi tó ikki
geva seg. Hann helt fram
við sínum stavnhaldi. Í
blaðnum "Fuglaframi" hjá
bróður sínum Sverra Pat-
ursson, sum fór at koma út
í 1898, helt hann fram við
sínari eldhugaðu viðgerð av
føroyskum viðurskiftum og
var í sínari skriving saman
við Sverra við til aftur at
grundfesta óbroytta stav-
ingarlagið hjá Hammers-
haimb, ja, enntá til at geva
tí eitt enn fornari snið.
Men Jóannes Patursson
stóð ikki einsamallur í sín-
um víggi. Undirtøku fekk
hann frá lesandi føroy-
ingum í Keypmannahavn,
sum høvdu tikið ta hamm-
ershaimbsku stavsetingina
til sín - ja, vóru vorðnir so
fegnir um pyntiliga leika-
fuglin, sum eg fyrr havi
skemtað við, at teir máttu
kenna tað sum eitt hóttafal
móti sjálvum móðurmál-
inum, at sjeymannanevndin
hevði slakað. Hesir sendu
áheitan til teir sjey um at
taka málið upp til nýggja
viðgerð; men nevndin metti
sína uppgávu at vera lokna.
Ein aðal grundgeving hjá
studentunum fyri at halda
fast við stavseting Hamm-
ershaimbs var, at hon
skuldi geva føroyingum
betri samband við íslendskt
og fór eisini at kunna skapa
ein marknað í Íslandi fyri
framtíðar føroyskum bók-
mentum. Til stuðul fyri hesi
síni sjónarmið vendu teir
19
føroyingarnir,
sum
høvdu tikið málið upp, sær
til dr. phil. Valtýr Guð-
mundsson, dosentur í ís-
lendskum bókmentum og
søgu við lærda háskúlan í
Keypmannahavn,
við
tveimum spurningunum: 1)
"Fer nýggja stavsetingin at
gera tað tvørligari fyri
íslendingar at skilja skrivað
føroyskt?" 2) "Verður stav-
setingin í Færøsk Anthologi
ella "Broyting" føroyingum
at mesta gagni?". Sambært
Kaj Larsen gav lærdi ís-
lendingurin
í
drúgvum
svari - ivaleyst bæði ætlað
og vantað - til kennar, at
"íslendingar uttan trupul-
leikar kunnu lesa føroyskt,
tá ið tað er skrivað við
Hammarshaimbs stavset-
ing; men ein vanligur ís-
lendingur man neyvan end-
urkenna orðini lættliga, tá
ið skrivað er við Broyting".
Tað vóru tó fleiri enn
Jóannes bóndi og student-
arnir, sum hildu tað vera
ráðiligast hjá okkum føroy-
ingum í mest møguligan
mun skriftmálsliga at styðja
okkum upp at íslendskum
og
fornnorrønum.
Ein
teirra
var
ommubeiggi
Jóhan Dam, bóndi við
Sjógv í Kollafirði. Hann
var sera gávuríkur maður,
las og skrivaði enskt so væl,
at hann hevði brævaskifti
við mentamenn uttanlands
á hesum máli, hevði eisini
góða hylling á týskum, og í
fornnorrønum var hann so
kønur, at hann eisini yrkti á
hesum frummáli.
Jóhan hevði eitt droym-
andi lyndi, og hugur hans-
ara sveimaði ofta burtur frá
tí gerandisliga og helst
aftur til fortíðar stórleika,
so sum hann kemur til
sjóndar í íslandssøgunum,
ið vóru hansara kærasti
lesnaður. Um andaliga aft-
urgongd og framtíðar útlit
her í oyggjunum yrkti hann
hesi ørindi:
FÆREYINGAKVIÐA
Hljóðs biðjum ljúfir þér
heyrið til
eitt sorgarhljóð!
Harmsprungnir høldar nú
kveða vil
um Førjaþjóð!
Ódn hefir limin af askinum
brotið,
ei batnar brestr því benið er
rotið,
rotnað af rakstri í aldarflóð!
Alin óks askr í garði Gors
hitt aldna tré.
Þótt nornin laust limin af
viði Nors!
Mun látin sé?
Rætur ór greinunum ei
megu gróa!
Framar þú getur sjalft
frumefnið sáa,
ef þú vilt gæta hitt gamla
Gimle.
Fræ veit ek frjóðgast ok
vaxa fritt
á Jøklalønd.
Sá þú hitt sama er þar, er
þýtt
við Førjastrønd.
Heimskringla, Edda ok
yms eru heiti.
þá þróast máttr ok mentun
er teiti.
Bundin sé baðmr með
stuðul ok bønd.
Er tað nú so, at okkara aft-
urskoðandi skrivingarlag
veruliga letur okkum før-
oyingum upp fyri tí forn-
norrøna, skuldi umseting
ikki verið neyðug.
Finnur tann serkøni funn-
ið okkurt brekið í málinum
ella í uppsetingini, er tað at
hava í huga, at morbróðir
Petur á Heygum skrivaði
hana niður eftir minninum
frá kvøldi til morgun, av tí
at hin gamli tók ljósið frá
honum, tí hann vegna mis-
skiltar trúar sakir vildi
beina fyri øllum, hann
hevði yrkt - m.a. eitt
megnarkvæði um slagið á
Stiklastøðum, verður sagt -,
og vildi ikki lata nakað fest
á blað liggja eftir seg.
(Meira)
VIÐMERKINGAR
At skriva føroyskt
Um søguligu gongdina í rættskrivingarmálinum (framhald)
5. mars læt nýggjur
klædnahandil upp í
bygninginum hjá
Elektron við
Staravegin í Havn.
Talan er um [Teir] &
[Tara], sum selur
klæðir til mannfólk
og konufólk og eini
serligari deild við
klæðum til ungfólk
[Teir] stendur fyri klæðum
til
mannin
og
[Tara]
stendur fyri klæðum til
kvinnuna. Handilin leggur
dent á eisini at hava klæðir
í stórum støddum. Á deild-
ini við klæðum til ungfólk
eru fleiri nýggj merkir, sum
ikki hava verið seld í Før-
oyum áður. Bonnie &
Clyde verður navnið á hesi
deildini, sum leggur seg
eftir at vera fyrst við tí
nýggjasta mótanum. Ætl-
anin er eisini at fara at selja
skógvar seinni í ár.
Tað er Hans Anton
Thomsen í Saltangará, sum
eigur handilin. Hann 43 ára
gamal, ættaður av Strond-
um og býr í Saltangará.
Hann lærdi til krambarkall
hjá Thomas Dam í Havn frá
1979-82 og arbeiddi eitt ár
á einum byggimarknaði í
Týsklandi.
Í 1985 byrjaði hann sum
sjálvstøðugur og læt upp
klædnahandilin Jungmann í
Saltangará. Frá 1989-91
hevði hann eisini eina deild
í Niels Finsensgøtu í Havn.
Hann byrjaði aftur við
eini deild hjá Jungmann við
Heykavegin í Havn í 2001,
til hann nú læt nýggja
handilin [Teir] og [Tara]
upp við Staravegin.
Í Havn eru tey fýra
starvsfólk og hjá Jungmann
í
Saltangara
eru
tvey
starvsfólk.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Eliesar Kastalag
60 ár
Í dag verður Eliesar Kasta-
lag á Glyvrum 60 ár. Elies-
ar er føddur í Klaksvík 19.
mars 1944, sonur Jenny og
Jógvan Kastalag.
Tey fyrstu árini, aftaná at
hann var liðugur í skúlan-
um, var hann til skips og
síðan fór hann í læru á
Bedingini í Klaksvík. Eftir
at
hann
hevði
fingið
sveinabræv sum træskipa-
smiður, fór hann á skúla í
Odense at læra til "byg-
ningskonstruktør", sum tað
tá varð kallað.
Heimafturkomin úr Dan-
mark fekk hann starv hjá
Landsverkfrøðinginum á
Lambareiði og arbeiddi har
til hann í 1970 fekk starv
sum byggifrøðingur hjá
Runavíkar kommunu, har
hann framvegis starvast.
Eliesar hevur í nógv ár
verið froskmaður - bæði til
stuttleika og álvara. Av
stuttleikaupplivingum kann
sigast, at hann fleiri ferðir
hevur svomið um Nóls-
oyarfjørð. Eisini hevur
hann arbeitt nógv sum
yrkisfroskmaður og ikki at
gloyma
bjargingarupp-
gávurnar og var hann eisini
á "Katastrofulistanum" hjá
løgregluni, har uppgáv-
urnar ikki altíð vóru so
tespiligar.
Eliesar hevur verið virkin
í skótarørsluni frá ungum
árum av og var hann stig-
takari til at seta Skótalið
Grím Kambans á Glyvrum
á stovn í 1983. Skótalívið
hevur givið honum sera
nógv og dámar honum væl
at fortelja um hetta.
Eliesar er giftur Karini av
Toftum og eiga tey 3 børn,
Elin, Jógvan Ivar og Hanus
og 6 barnabørn.
Føðingardagurin verður
hildin í Kvinnufelagshúsin-
um í kvøld.
Vit ynskja tær hjartaliga
tillukku við degnum og
gleða okkum til, at tú
kemur aftur til arbeiðis á
skrivstovuni.
Dagurin
19. mars. Jósef. Dagurin verður hildin til minnis um
festarmannin hjá Mariu Moy. Hann gjørdist, sum
vera man, halgimenni hjá húsasmiðjum og hand-
verksmonnum.
Bíbilska navnið merkir Guð lati meg fjølgast.
5. mars læt Profa
Gólv upp í bygning-
inum hjá Elektron við
Staravegin í Havn
Nú eru tveir Profa handlar
við
Staravegin,
Profa
Farvur og Profa Gólv.
Tað er Eyðfinn Eyðuns-
son av Argjum sum eigur
og rekur Profa Gólv. Eyð-
finn er 39 ára gamal, hann
byrjaði sum gólváleggjari í
1982 og stovnaði sína egnu
fyritøku, Fa. Eyðfinn Eyð-
unsson, í 1992.
Í 1997 stovnaði hann
saman við bróður sínum,
Eyðun Mouritsen, fyritøk-
una, Profa Farvur, sum
eisini heldur til við Stara-
vegin.
Í 2002 avgjørdu teir at
hava tveir handlar og stovn-
aðu eitt nýtt partafelag,
soleiðis at Eyðun helt
áfram við Profa Farvum og
Eyðfinn byrjaði við Profa
Gólv, sum hevur hildið til
við Smyrilsvegin til 5. mars
í ár.
Profa Gólv er ein fyri-
tøka, sum hevur speciali-
serað seg innan gólv og
gólválegging. Teir selja alt
frá venyl- og parkettgólv-
um til teppir og gera eisini
baðirúm.
Umframt til privatkundar
gera teir eisini alt gólv-
arbeið fyri fyritøkur og
stovnar, teir hava t.d. lagt
alt gólvið í bygninginum
hjá Fíggjarmálastýrinum á
Argjum og Sparikassa-
bygninginum Yviri við
Strond og eru júst nú lidnir
við alt gólvarbeiði á nýggja
bygninginum hjá Lands-
sjúkrahúsinum.
Í fyritøkuni starvast 9
mans, har teir flestu arbeiða
sum gólváleggjarar.
Profa Gólv flutt til Elektron
Starvsfólkini hjá Profa Gólv: Andrias Jørgensen, Herfinn Hansen, Johan Nystrøm, Eyðfinn Eyðunsson, Edvard Højgaard, Finnur
Hansen, Andrias Dam, Bogi Nystrøm og Sakaris Heinesen
Mynd: Álvur Haraldsen
[Teir] & [Tara] í Elektron
Starvsfólkini hjá [Teir] & [Tara] f.v.: Sámal Joensen, Hans Anton Thomsen, Hansi Kálvalíð, og
Byrgerð Kjærbæk
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12