fríggjadagur 19. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2004
15
Ráðið fyri Ferðslu-
trygd er júst heim-
komið frá kunningar-
túri í Danmark, har
tey hava fingið
íblástur til átøk í sam-
bandi við, at Null-
hugsjónin skal til
aðalorðaskifti í løg-
tinginum
FERÐSLUTRYGD
Ingrid Bjarnstein
ingrid@sosialurin.fo
Danmark,
Galten:
Við
slagorðinum "Lad hjertet
banke, kør´ med omtanke"
ferðast Børge Jensen land
og ríkið runt við fyrilestr-
um um ferðslutrygd. Og
var tað júst hesin fyrilestur,
sum Ráðið fyri Ferðslu-
trygd úr Føroyum hevði
stóran áhuga fyri.
- Okkum vantar kunning
til tey eldru. Tað vil siga til
teirra, ið eru farin úr fólka-
skúlanum og undir víðari
útbúgving á eitt nú stu-
dentaskúlum, sigur Rúna
Sivertsen, formaður í Ráð-
num fyri Ferðslutrygd.
Í 2001 tók Børge Jensen
av sínum eintingum stig til
at ferðast runt í Danmark at
halda
fyrilestrar
um
ferðslu. Hetta komst av, at í
eini lítlari kommunu á
Fjóni, doyðu seks ung
millum 15 og 24 í einum
tíðarskeiði á 14 mánaðir.
Tær syrgiligu vanlukkurnar
høvdu við sær, at Børge
helt tað verða alneyðugt við
upplýsing um koyring hjá
ungum og ikki minst ferð.
Køn fólk við
Børge Jensen er ikki einsa-
mallur um fyrilestrarnar.
Afturat sær hevur hann eitt
pallborð av kønum fólkum,
sum eru við, tá eitt ferðslu-
óhapp hendir. Talan er um
løgreglu, portør, lækna og
sjúkrasystir. Umframt hesi
hevur hann eisini jarðar-
ferðarmann og prest.
Orsøkin til, at Ráðið fyri
Ferðslutrygd hevur valt at
síggja og hoyra nærri frá
júst hesum tiltakinum er, at
tey ynsktu at síggja, hvussu
hetta fór fram, og ikki
minst til fáa íblástur til okk-
urt líknandi tiltak heima í
Føroyum.
Tiltakið varð skipað so-
leiðis, at tað byrjaði við eini
mynda-, ljós- og ljóðrøð.
Síðani fingu pallborðslut-
takararnir orðið at greiða
stutt frá teirra arbeiði, og
harafturat tóku tey einstøk
dømi um ferðsluóhapp ella
vanlukkur, ið tey mintust
serliga væl.
– Eg skipi fyri hesum til-
takinum, tí tey ungu vita
ikki, hvørjar kreftir tey
hava millum hendurnar tá
tey seta seg handan róðrið,
greiðir Børge Jensen frá.
Hann metir, at millum 11
og 13.000 danir hava lut-
tikið á tiltakinum, sum
fyrstu ferð sá dagsins ljós
fyri trimum árum síðani.
Átøk í gongd
Við á ferðini hjá Ráðnum
fyri
Ferðslutrygd
vóru
Rúna Sivertsen, formaður,
Jón Kragesteen, dagligur
leiðari og Høgni í Stóru-
stovu, starvsnevndarlimur.
Tey lótu væl at eftir til-
takið, og sambært teimum,
skuldi tað latið seg gjørt at
stáplað eitt tílíkt tiltak uppá
beinini í Føroyum.
Null-hugsjónin sum sig-
ur, at ongin skal fáa álvars-
ligan skaða ella lata lív í
ferðsluni hevur fyri stuttum
verið fyri á landsstýris-
fundi. Og um heilt stutta tíð
skal hugsjónin til aðal-
orðaskifti í tinginum.
Í hesum sambandi fer
Ráðið fyri Ferðslutrygd
undir ymisk átøk. Millum
annað er talan um kunn-
ingarfaldarar smáfilmar og
lýsingarátøk.
– Tað er alneyðugt at
broyta hugburðin hjá fólki í
ferðsluni. Eitt nú royking-
arherferðirnar hava gjørt so
góðan mun, at tað í dag er
skomm at plága onnur við
royki. Men tað er framvegis
ikki skomm til dømis at
koyra við børnum framman
í bilinum, sigur Rúna
Sivertsen.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
ásannar, at alstórur tørvur
er á kunning til tey, ið júst
hava fingið ella eru við at
taka koyrikortið. Og eitt
slíkt tiltak átti at økt um
tilvitskuna hjá nýklaktu
ella komandi bilførarunum.
Á næsta fundi verður
restin av ráðnum kunnað
um tiltakið í Galten, og
síðani verður tikin støða til,
hvørt hetta verður til nakað
í Føroyum. Men tey trý frá
ráðnum, ið vóru við í
Galten mánakvøldið, eru
ikki í iva um, at tað avgjørt
eigur at vera gjørligt at
skipa fyri onkrum líknandi.
Ráðið fyri Ferðslutrygd:
Kanna sær íblástur
úr Danmark
Børge Jensen ferðast av sínum eintingum
runt í Danmark at halda fyrilestrar um
ferðslu. Hetta komst av, at í eini lítlari
kommunu á Fjóni, doyðu seks ung
millum 15 og 24 í einum tíðarskeiði á 14
mánaðir
– Eg skipi fyri hesum tiltakinum, tí tey ungu vita ikki, hvørjar kreftir tey hava millum hendurnar tá tey seta seg handan róðrið,
greiðir Børge Jensen frá. Eini 11 og 13.000 danir hava luttikið á tiltakinum, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós fyri trimum árum
síðani.
F. v. Høgni í Stórustovu, starvsnevndarlimur, RFF, Jón Kragesteen, leiðari, RFF, Børge Jensen og Rúna Sivertsen, forkvinna í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Tiltakið byrjaði við eini
mynda-,ljós- og ljóðrøð.
Síðani fingu
pallborðsluttakararnir orðið
at greiða stutt frá teirra
arbeiði, og harafturat tóku
tey einstøk dømi um
ferðsluóhapp ella vanlukkur,
tey mintust serliga væl
15
14
Nr. 55 - 19. mars 2004
Edvard Joensen, blað-
maður, fer at hugleiða
um Ísrael á aðalfund-
inum hjá felagnum
»Vinir Ísraels« í morgin
AÐALFUNDUR
Tíðindaskriv
Felagið »Vinir Ísraels í
Føroyum« hevur ársaðal-
fund komandi leygardag,
20. mars kl. 17.00. Fund-
urin verður á Sernámsdepl-
inum, Frælsið 32, í Havn.
Nýggir limir kunnu tekna
seg á fundinum.
Aftaná vanliga aðalfund-
in, fer Edvard S. Joensen,
blaðmaður, at bera fram
nakrar
hugleiðingar
úr
Ísrael. Edvard, sum er
søgu- og bíbliukønur, var
saman við formanni felag-
sins, Dánjali Poulsen, á
rundferð í Ísrael fyrr í vetur
og hevur skrivað eina røð
av áhugaverdum greinum
um Ísrael í Sosialinum.
Sum tey flestu vita, so
røkkur søga Ísraels, sum er
sera væl dokumenterað,
fleiri túsund ár aftur í
tíðina, og neyvan hevur
nakað land í heiminum so
umfatandi og áhugaverda
søgu sum júst Ísrael; eitt
land sum hevur borið so
nógv gott til mannaættina,
men sum tíverri mangan
eisini hevur verið fjøtrað av
ófriði, kríggi og yvirgangi,
sum enn dagin ídag heldur
landinum á ovastu rók í
altjóða fjølmiðlaheiminum.
Samstundis er hetta lítla
landið og jødafólkið so
avbera
hugtakandi
og
spennandi fyri tann sum
kennir eitt sindur til søguna
og umstøðurnar sum tey
virka undir í dag, so óynskt
í heimsparti sínum.
Felagið »Vinir Ísraels í
Føroyum« virkar fyri at fáa
føroyingar at stuðla Ísrael á
allan hátt, har vit eru før
fyri tí.
Øll eru vælkomin at
hoyra hugleiðingarnar hjá
Edvardi S. Joensen, sum
fær orðið kl. 18.00.
- Vit hava bara tær
keldur at halda okk-
um til, sum siga seg
hava sæð kvinnuna á
veg niður til Dan-
markar og í lufthavn-
ini í Billund, 11.
mars, sigur løgreglan
EFTIRLÝSING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Herfyri var lýsing í Útvarpi
Føroya, har løgreglan eftir-
lýsti einari 34 ára gamlari
kvinnu, sum tá hevði verið
saknað nakrar dagar. Seinni
sama kvøldið, sum eftir-
lýsingin fyrr um dagin var í
ÚF, var leitingin avblást, tí
kvinnan skuldi vera komin
afturíaftur í øllum góðum.
Men, sum dagarnir ganga –
og umleið ein vika er liðin,
síðan kvinnan læt frætta frá
sær, frættist millum fólk, at
unga kvinnan kortini ikki
er komin afturíaftur.
Sosialurin hevur vent sær
til løgregluna og spurt,
hvussu
hetta
hongur
saman.
- Eftir at vit eftirlýstu
kvinnuna í Føroyum, fingu
vit fráboðan frá fólki, sum
kenna hana og søgdu seg
hava sæð hana í Billund um
hetta mundið. Tí avgjørdu
foreldrini í fyrstu syfti at
avlýsa eftirlýsingina.
Løgreglan sigur, at sum
dagarnir eru gingnir, og
kvinnan ikki hevur sett seg
í samband við familjuna, er
eftirlýsingin tikin uppaftur
í Danmark, samstundis
sum fylgt verður við, um
kvinnan
skuldi
komið
heimaftur til Føroya.
– Vit hava bara tær
keldur at halda okkum til,
sum siga seg hava sæð
kvinnuna á veg niður til
Danmarkar og í lufthavnini
í Billund, 11. mars.
Løgreglan
sigur,
at
kvinnan er farin til Dan-
markar undir øðrum navni.
– Við tað, at kvinnan ikki
hevur vent sær til okkara og
ei heldur hevur vent sær til
familjuna,
er
hon
framvegis
eftirlýst
í
Danmark. Familjan vil
sjálvsagt
fegin
hava
samband við kvinnuna,
sigur løgreglan, sum fylgir
við, hvussu gongst við
leitingini í Danmark.
Fólk, sum vita um ungu
kvinnuna at siga, eru væl-
komin at venda sær til
løgregluna.
Kvinnan fram-
vegis eftirlýst
Aftan á vanliga aðalfundin, fer Edvard
í Skorðini Joensen, blaðmaður, at bera
fram nakrar hugleiðingar úr Ísrael.
Edvard, sum er søgu- og bíbliukønur,
var saman við formanni felagsins,
Dánjali Poulsen, á rundferð í Ísrael
fyrr í vetur og hevur skrivað eina røð
av áhugaverdum greinum um Ísrael í
Sosialinum
Vinir Ísraels:
Aðalfund og fyrilestur
C
M
Y
K
14
1
vi
ka
í
Da
nl
an
d-
íb
ú
ð
1
vi
ka
á
S
ka
ll
er
u
p
K
li
t
1
v
ik
a
í
D
an
Ce
nt
er
s
u
m
m
a
r
h
ú
s
i
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
Danland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari,
innan, við wc/bað. Uppihald í Dan land-íbúð í 1 viku
fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.950
1,-
Skallerup Klit
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/
bað. Uppihald í 1 viku á Skallerup
Klit Feriecenter fyri 2 vaksin og
2 børn við bili.
úr 9.400
1,-
DANLAND er vorðið eitt hitt best um tókta
ferða málið hjá føroyingum. Dan land frí tíð-
ardeplarnir hava væl innrætt aðar íbúð ir við
køki og nógv frí tíð artilboð eru fyri bæði
vaksin og børn.
SKALLERUP KLIT FERIECENTER er stór ur
nútímans frítíðardepil av høgari góðsku, ið
er við strond ina millum Blokhus og Hirtshals.
Har er subtropiskt baði land, bónda garður,
ítrivshallir og alskyns uttandura hent leikar.
Summarhús
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2
vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.780
1,-
1
vi
k
a
á
Pe
rs
H
ot
el
1
v
i
k
a
í
Di
sn
ey
la
nd
i í
P
ar
ís
Pers Hotel
Íroknað kostnaðin: Sigling Tórshavn-Bergen
og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost, fyri 2
vaksin og 2 børn.
úr 6.890
2,-
Disneyland
Íroknað er: Ferð fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, inn an, við wc/bað. Hartil uppihald 5
nætur á Hotel Santa Fe í Disneylandi á
dupultkamari við 2 upp reiðingum og uppi-
hald 1 nátt á hotelli á út- og heim ferðini.
úr 18.500
3,-
2 vaksin og 2 børn við bili
Ferðin yvir øllum ferðum
Ferðin yvir øllum ferðum
1
v
i
k
a
á
H
o
t
el
li
í
Ís
la
nd
i
Ísland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppihald í dup ult-
kamari við wc/bað á Foss-hotelli í 7 nætur.
úrúr 4.108
4.108
3,-,-
Fyri hvønn ferðandi
S
u
m
m
a
r
h
ú
s
í
H
e
t
l
a
n
d
i
Hetland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í
summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úrúr 6.980
6.980
22,-,-
Í risa stuttleikaparkini 40 km
úr París møtir tú kendu
tekni søgu fi gurunum »live«.
2 vaksin og 2 børn við bili
J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
1) Fráferð: 7/5, 14/5, 21/5, 28/5, 4/6, 11/6, 13/8, 20/8, 27/8 og 3/9. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum.
2) Fráferð: 3/5, 10/5, 17/5, 24/5, 31/5, 7/6, 9/8, 16/8, 23/8 og 30/8. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum.
3) Nevnda prísdømi er galdandi fyri lágárstíð. Aðrir prísir eru galdandi um ferðast verður uttanfyri lágárstíð.